Gideon

106 versir um "Gideon"

Versir

Síða 1 av 3
Dómararnir 6:15 Dómararnir

Men hann svaraði Honum: „Hoyr meg, Harri! Hvussu skal eg kunna frelsa Ísrael! Slekt mín er jú tann, ið minst hevur at týða í Manasse, og eg eri yngstur í fedrahúsi mínum!“

4
Dómararnir 8:23 Dómararnir

Men Gideon svaraði teimum: „Eg vil ikki vera kongur tykkara, og ikki skal sonur mín vera tað – HARRIN skal vera kongur tykkara!“

3
Dómararnir 6:1 Dómararnir

Men við tað at Ísraelsmenn gjørdu tað, sum ónt var í eygum HARRANS, gav HARRIN teir 7 ár í hendur Midjanita.

2
Dómararnir 6:2 Dómararnir

Midjan fekk vald yvir Ísrael. Fyri at verja seg móti Midjanitum var tað, Ísraelsmenn gjørdu sær loyniholini, ið eru at síggja í fjøllunum, hellini og fjallaborgirnar.

2
Dómararnir 6:3 Dómararnir

Hvørja ferð Ísraelsmenn høvdu sáað, komu Midjanitar, Amalekitar og ættirnar fyri eystan móti teimum;

2
Dómararnir 6:4 Dómararnir

teir løgdust har og herjaðu á teir, forkomu grøði landsins líka til Gaza og lótu einki verða eftir at liva av í Ísrael, heldur ikki smáfæ, neyt ella esil.

2
Dómararnir 6:5 Dómararnir

Tí teir komu hagar við fylgjum og tjøldum sínum; teir komu so mangir í tali sum grashoppur – ikki stóð til at telja, hvørki teir ella kamelar teirra; teir brutu seg inn í landið at leggja tað í oyði.

2
Dómararnir 6:6 Dómararnir

Á henda hátt varð Ísrael heilt útarmað av Midjanitum. Tá róptu Ísraelsmenn til HARRAN.

2
Dómararnir 6:7 Dómararnir

Og táið Ísraelsmenn róptu til HARRAN undan Midjanitum,

2
Dómararnir 6:8 Dómararnir

sendi HARRIN profet til teirra, sum segði við tey: „So sigur HARRIN Gud Ísraels: „Eg leiddi tykkum út av Egyptalandi, Eg leiddi tykkum út úr trælahúsinum;

2
Dómararnir 6:9 Dómararnir

Eg frelsti tykkum úr hondum Egypta og úr hondum alra teirra, ið kúgaðu tykkum, og Eg rak teir burtur fyri tykkum og gav tykkum land teirra.

2
Dómararnir 6:10 Dómararnir

Eg segði við tykkum: „Eg eri HARRIN Gud tykkara; óttist ikki gudar Amorita, í hvørja landi tit búgva!“ Men tit aktaðu ikki orð Míni!““

2
Dómararnir 6:11 Dómararnir

Eingil HARRANS kom nú og setti seg undir eikina í Ofra, har sum Jóas av slekt Abiezers ráddi. Gideon, sonur hansara, stóð tá og treskti hveiti í vínpersuni fyri at bjarga henni undan Midjanitum.

2
Dómararnir 6:12 Dómararnir

Eingil HARRANS vísti seg fyri honum og segði við hann: „HARRIN er við tær, djarvi kappi!“

2
Dómararnir 6:13 Dómararnir

Men Gideon svaraði honum: „Hoyr meg, harri! Er HARRIN við okkum, hví er tá alt hetta komið á okkum! Og hvat er vorðið av øllum undurverkum Hansara, sum fedrar okkara hava sagt okkum frá, táið teir søgdu: „Leiddi ikki HARRIN okkum út av Egyptalandi!“ – Men nú hevur HARRIN koyrt okkum frá Sær og givið okkum í hendur Midjanita!“

2
Dómararnir 6:14 Dómararnir

Tá vendi HARRIN Sær til hansara og segði: „Far avstað í hesi styrki tíni, so skalt tú frelsa Ísrael úr hondum Midjanita – sanniliga, Eg sendi teg!“

2
Dómararnir 6:16 Dómararnir

HARRIN segði við hann: „Eg skal vera við tær, og tú skalt høgga Midjanitar niður, allar sum ein!“

2
Dómararnir 6:17 Dómararnir

Tá segði hann við Hann: „Havi eg funnið náði fyri eygum Tínum, so lat meg fáa tekin fyri, at tað er Tú, ið talar við meg!

2
Dómararnir 6:18 Dómararnir

Far ikki avstað hiðani, fyrrenn eg komi aftur til Tín og beri Tær gávu mína og seti hana fyri Teg!“ Hann svaraði: „Eg skal verða verandi her, inntil tú kemur aftur.“

2
Dómararnir 6:19 Dómararnir

Gideon fór nú inn og gjørdi geitarlamb til, tók efu av mjøli og bakaði tað til ósúrgaðar køkur; kjøtið legði hann í kurv, og súpanina helti hann í krukku; so bar hann tað út til Hansara undir eikina og setti tað fram.

2
Dómararnir 6:20 Dómararnir

Tá segði eingil Guds við hann: „Tak kjøtið og tær ósúrgaðu køkurnar og legg tað á helluna har, stoyt so súpanina út yvir tað!“ Hann so gjørdi.

2
Dómararnir 6:21 Dómararnir

Tá rætti eingil HARRANS út stavin, sum hann hevði í hondini, og nam við enda hansara við kjøtið og hinar ósúrgaðu køkurnar; tá steig eldur upp úr helluni og tærdi upp kjøtið og hinar ósúrgaðu køkurnar; og eingil HARRANS hvarv frá eygum hansara.

2
Dómararnir 6:22 Dómararnir

Gideon skilti nú, at tað hevði verið eingil HARRANS, og hann segði: „Vei mær, Harri HARRI, eg havi jú sæð eingil HARRANS andlit til andlit!“

2
Dómararnir 6:23 Dómararnir

Men HARRIN segði við hann: „Friður veri við tær! Óttast ikki, tú skalt ikki doyggja!“

2
Dómararnir 6:24 Dómararnir

Tá reisti Gideon har HARRANUM altar og kallaði tað „HARRIN er Friður“; tað stendur enn í dag í Ofra Abiezerita.

2
Dómararnir 6:25 Dómararnir

Somu nátt segði HARRIN við hann: „Tak tarv faðirs tíns og hin tarvin, tann sjeyára gamla, rív síðani niður ba’alsaltarið, ið faðir tín hevur, og høgg sundur Asjeruna, ið hjá tí stendur!

2
Dómararnir 6:26 Dómararnir

Reis so HARRANUM Gudi tínum altar ovast á klettinum her – reis tað, sum tað eigur at verða reist! So skalt tú taka annan tarvin og ofra hann sum brennioffur við viðinum úr Asjeruni, ið tú hevur høgt sundur!“

2
Dómararnir 6:27 Dómararnir

Gideon tók tá tíggju av tænarum sínum við sær og gjørdi, sum HARRIN hevði sagt við hann; men hann gjørdi tað um náttina, tí av ótta fyri skyldfólki sínum og monnunum í staðnum tordi hann ikki at gera tað um dagin.

2
Dómararnir 6:28 Dómararnir

Táið fólkið í staðnum tíðliga morgunin eftir sá ba’alsaltarið niðurrivið, Asjeruna, ið hjá tí hevði staðið, sundurhøgda, og tarvin ofraðan á hinum nýreista altarinum,

2
Dómararnir 6:29 Dómararnir

søgdu tey hvørt við annað: „Hvør man hava gjørt hetta?“ Og táið tey spurdu og kannaðu eftir, varð sagt, at tað var Gideon, sonur Jóas.

2
Dómararnir 6:30 Dómararnir

Tá søgdu menninir í staðnum við Jóas: „Kom higar við syni tínum, hann skal doyggja! Hann hevur rivið niður ba’alsaltarið og høgt sundur Asjeruna, ið hjá tí stóð!“

2
Dómararnir 6:31 Dómararnir

Men Jóas segði við allar teir, ið rundan um hann stóðu: „Ætla tit at flyta mál Ba’als? Ætla tit at hjálpa honum? Tann, ið ger seg til talsmann fyri hann, skal doyggja, áðrenn morgindagurin kemur! Er hann Gud, so greiði hann sjálvur søk sína móti honum, ið hevur rivið niður altar hansara!“

2
Dómararnir 6:32 Dómararnir

Av hesum fekk Gideon navnið Jerubba’al, við tað at teir søgdu: „Ba’al greiði søk sína móti honum, síðani hann hevur rivið niður altar hansara!“

2
Dómararnir 6:33 Dómararnir

Allir Midjanitar, Amalekitar og ættirnar fyri eystan tóku seg nú saman, fóru um Jordan og tóku støðu á Jizre’elslætta.

2
Dómararnir 6:34 Dómararnir

Tá læt Andi HARRANS Seg í Gideon, og hann blásti í horn; og Abiezeritar savnaðust og fylgdu honum eftir.

2
Dómararnir 6:35 Dómararnir

Hann sendi so boð um í øllum Manasse, og teir savnaðust eisini og fylgdu honum eftir; síðani sendi hann boð til Aser, Zebulon og Naftali, og eisini teir fóru avstað, ímóti hinum.

2
Dómararnir 6:36 Dómararnir

Nú segði Gideon við Gud: „Er tað nú so, at Tú ætlar at frelsa Ísrael við hond míni, sum Tú hevur lovað,

2
Dómararnir 6:37 Dómararnir

so hygg nú her: Eg leggi hetta seyðaskinnið á treskiplássið; kemur so døgg bert á skinnið, men øll markin er turr, tá veit eg, at Tú fert at frelsa Ísrael við hond míni, sum Tú hevur lovað.“

2
Dómararnir 6:38 Dómararnir

Soleiðis varð; táið hann tíðliga morgunin eftir vant skinnið, vant hann døgg burtur úr tí, upp í fulla skál av vatni.

2
Dómararnir 6:39 Dómararnir

Men Gideon segði við Gud: „Verð ikki illur við meg, um eg tali til Tín eina ferð enn! Lat meg bert eina ferð enn vita við skinninum: Lat skinnið einsamalt vera turt, men døgg falla á jørðina rundanum!“

2
Dómararnir 6:40 Dómararnir

Tá gjørdi Gud so náttina eftir: Skinnið var einsamalt turt, men døgg fall á jørðina rundanum.

2
Dómararnir 7:1 Dómararnir

Tíðliga morgunin eftir helt Jerubba’al – tað er Gideon – avstað við øllum fólkinum, ið við honum var, og tók støðu við Harodkeldu; men Midjanitar høvdu tikið støðu norðan fyri hann, av Morehædd oman í dalin.

2
Dómararnir 7:2 Dómararnir

Tá segði HARRIN við Gideon: „Tú hevur ov mikið fólk við tær! So mongum gevi Eg ikki Midjanitar í hendur; annars kundi Ísrael erpað sær ímóti Mær og sagt: „Tað er mín egna hond, ið hevur frelst meg!“

2
Dómararnir 7:3 Dómararnir

Lat tí nú rópa út fyri fólkinum: „Ein og hvør, ið óttafullur og ræddur er, hann kann venda við og fara heimaftur av Gileadsfjalli!““ Tá vendu 22000 mans av fólkinum aftur, og 10000 vórðu eftir.

2
Dómararnir 7:4 Dómararnir

Men HARRIN segði við Gideon: „Ov mikið fólk er enn! Lat teir fara oman at vatninum, so skal Eg royna teir fyri teg har, og tann, ið Eg sigi, skal fara við tær, hann skal fara við tær, men ein og hvør, sum Eg sigi, ikki skal fara við tær, hann skal ikki fara!“

2
Dómararnir 7:5 Dómararnir

Hann læt nú fólkið fara oman at vatninum, og HARRIN segði við Gideon: „Allar teir, ið leppa vatnið við tunguni eins og hundar, skalt tú lata standa fyri seg, og somuleiðis allar teir, ið leggja seg á knæ at drekka!“

2
Dómararnir 7:6 Dómararnir

Teir, ið tá leptu vatnið við at drekka úr lógvanum, vóru 300 í tali; alt hitt fólkið legði seg á knæ at drekka av vatninum.

2
Dómararnir 7:7 Dómararnir

Tá segði HARRIN við Gideon: „Við hinum 300 monnum, ið leptu, skal Eg frelsa tykkum og geva Midjanitar í hond tína; alt hitt fólkið kann fara aftur til hús!“

2
Dómararnir 7:8 Dómararnir

Hann tók so ferðakostin og hornini frá fólkinum; síðani læt hann allar Ísraelsmenn fara heimaftur hvønn til sín, teir 300 menninar undantiknar; teir hevði hann eftir hjá sær. – Og tilhald Midjanita var niðan fyri hann, á slættanum.

2
Dómararnir 7:9 Dómararnir

Somu nátt segði HARRIN við hann: „Reis teg og far oman í tilhaldið! Eg havi givið teir í hond tína.

2