ger við onnur sum tú vilt at tey gera við teg
25 versir um "ger við onnur sum tú vilt at tey gera við teg"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 7:12 Matteus
Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum; tí hetta er lógin og profetarnir.
Lukas 6:31 Lukas
Sum tit vilja, at menniskju skulu gera móti tykkum, so skulu eisini tit gera móti teimum.
Matteus 7:1 Matteus
„Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd,
Matteus 7:2 Matteus
og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált.
Matteus 7:3 Matteus
Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan í tínum egna eyga?
Matteus 7:4 Matteus
Ella hvussu fært tú sagt við bróður tín: „Lat meg taka flísina út úr eyga tínum!“ – tú, sum sjálvur gongur við bjálka í eyganum!
Matteus 7:5 Matteus
Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá kanst tú síggja væl at taka flísina út úr eyga bróður tíns!
Markus 12:31 Markus
Annað er hetta: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“ Størri enn hesi er einki annað boð.“
Lukas 6:32 Lukas
Um tit elska tey, sum tykkum elska, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar elska tey, sum elska teir.
Lukas 6:33 Lukas
Um tit gera teimum gott, sum gera tykkum gott, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar gera tað sama.
Lukas 6:34 Lukas
Og um tit læna teimum, sum tit vóna at fáa aftur frá, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar læna syndarum uppá at fáa líka mikið aftur.
Lukas 6:35 Lukas
Nei, elskið fíggindar tykkara, gerið gott, og lænið uttan at vænta nakað aftur! So skal løn tykkara vera stór, og tit skulu vera børn hins Hægsta; tí Hann er góður móti hinum ótakksomu og óndu.
Lukas 6:36 Lukas
Verið miskunnsom, eins og Faðir tykkara er miskunnsamur!
Lukas 6:37 Lukas
Og dømið ikki, so skulu tit ikki verða dømd, fordømið ikki, so skulu tit ikki verða fordømd! Fyrigevið, so skal tykkum verða fyrigivið!
Lukas 6:38 Lukas
Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“
Lukas 6:39 Lukas
Hann segði teimum eisini líknilsi: „Man blindur kunna leiða blindan! Koma teir ikki báðir at falla í grøvina!
Lukas 6:40 Lukas
Lærisveinurin er ikki yvir meistara sínum; men ein og hvør, ið er fulllærdur, verður sum meistari hansara.
Lukas 6:41 Lukas
Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan, sum er í tínum egna eyga?
Lukas 6:42 Lukas
Ella hvussu fært tú sagt við bróður tín: „Bróðir, lat meg taka út flísina, sum er í eyga tínum!“ – tú, sum sært ikki bjálkan í tínum egna eyga! Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá skalt tú síggja væl at taka út flísina, sum er í eyga bróður tíns!
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:20 Fyrra Jóhannesarbrævið
Sigur onkur: „Eg elski Gud“ – og hatar bróður sín, so er hann lygnari; tí tann, ið ikki elskar bróður sín, sum hann hevur sæð, hvussu kann hann elska Gud, sum hann ikki hevur sæð!
Triðja Mósebók 19:18 Triðja Mósebók
Tú mást ikki hevna teg og ikki hava agg til nakran av fólki tínum, nei, tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan. – Eg eri HARRIN!
Orðtøkini 28:6 Orðtøkini
Betri er fátækur, ið livir ólastandi, enn falskur, ið gongur á tvinnanda leiðum, um hann so er ríkur.
Efesusbrævið 4:32 Efesusbrævið
Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!
Hebrearabrævið 13:2 Hebrearabrævið
Gloymið ikki at vera gestablíð! Tí harvið hava nøkur – uttan at vita tað – havt einglar til gestir.
Fyrra Pætursbrævið 3:9 Fyrra Pætursbrævið
Lønið ikki ilt fyri ilt ella háð fyri háð, nei, tvørtur ímóti, signið! Tí tað vórðu tit kallað til – at tit skulu arva signing.