gelikar / kastreraðir menn
57 versir um "gelikar / kastreraðir menn"
Versir
Síða 2 av 2Matteus 19:10 Matteus
Lærisveinar Hansara søgdu við Hann: „Eru viðurskiftini so millum mann og konu, tá er ikki ráðiligt at giftast!“
Matteus 19:11 Matteus
Hann svaraði teimum: „Ikki øll fata hetta orð, nei, bert tey, sum tað er givið.
Esaias 39:7 Esaias
Og av sonum tínum, sum koma av tær, og sum tú fært, skulu nakrir verða tiknir og gjørdir til hirðmenn í høll kongsins í Bábel.“
Jeremias 38:7 Jeremias
Men táið Ebed-Melek Etiopari, ein geldingur, sum var í kongshøllini, frætti, at teir høvdu kastað Jeremias í brunnin – kongurin sat tá í Benjaminsportri –
Jeremias 38:8 Jeremias
fór Ebed-Melek avstað úr kongshøllini og segði so við kongin:
Jeremias 38:9 Jeremias
„Harri kongurin! Hesir menn hava gjørt illa í øllum, sum teir hava gjørt við Jeremias profet, sum teir hava kastað í brunnin! Hann doyr av hungri, har hann er, tí einki breyð er eftir í býnum.“
Jeremias 38:10 Jeremias
Tá gav kongurin Ebed-Melek Etiopara hetta boð: „Tak 30 menn við tær hiðani, og drag Jeremias profet upp úr brunninum, áðrenn hann doyr!“