gazella
16 versir um "gazella"
Versir
Síða 1 av 1Fimta Mósebók 12:15 Fimta Mósebók
Men annars kanst tú, so mikið sum teg lystir, drepa fæ og eta kjøt í einum og hvørjum av býum tínum – eftir sum nú HARRIN Gud tín signar teg; bæði tann, ið óreinur er, og tann, ið reinur er, kunnu eta av tí, eins og tað høvdu verið skógargeitir ella hjørtir.
Orðtøkini 6:5 Orðtøkini
bjarga tær sum skógargeit úr snerruni, sum fugli úr hond fuglamansins!
Fimta Mósebók 14:5 Fimta Mósebók
hjørtir, skógargeitir, dádýr, steingeitir, fjallageitir, antilopur og gemsur.
Orðtøkini 5:19 Orðtøkini
Hin elskuliga hindin, hin yndisliga gemsan – barmur hennara lívgi teg altíð, ver enn sum áður drukkin av kærleika hennara!
Hásongurin 2:7 Hásongurin
Eg bøni tykkum, døtur Jerusalems, við skógargeitirnar og við hindirnar á markini: Gerið ikki kærleikanum ófrið, órógvið hann ikki, fyrrenn hann vil sjálvur!
Hásongurin 2:9 Hásongurin
Vinur mín er sum skógargeit, hann er sum ungur hjørtur. Hygg, har stendur hann undir veggi okkara, hann hyggur inn um vindeyguni, kagar inn gjøgnum rimaverkið!
Hásongurin 4:5 Hásongurin
Bróst tíni eru sum lambapar, skóggeitartvíburar, ið liggja og eta millum liljur.
Hásongurin 8:14 Hásongurin
„Flýggja, vinur mín! Ver sum skógargeit, sum ungur hjørtur á fjøllum við angandi urtum!“
Esaias 13:14 Esaias
Sum uppstygdar skógargeitir, sum seyður, ið ikki verður hildin saman, skulu tey leita, hvør heimaftur til fólk sítt, og flýggja, hvør til land sítt.
Fimta Mósebók 12:22 Fimta Mósebók
Men tú skalt eta tað, eins og ein etur skógargeitir ella hjørtir; bæði hin óreini og hin reini kunnu eta tað.
Fimta Mósebók 15:22 Fimta Mósebók
Heima í býum tínum kanst tú eta tað; bæði hin óreini og hin reini kunnu eta tað, sum tað høvdu verið skógargeitir ella hjørtir.
Seinna Sámuelsbók 2:18 Seinna Sámuelsbók
Har vóru teir tríggir synir Zeruju, Jóab, Abisai og Asael. Asael var so lættur á fótum sum skógargeitin á markini.
Fyrra Kongabók 4:23 Fyrra Kongabók
10 fitaðir oksar, 20 neyt úr haganum og 100 kríatúr av smáfæi – umframt hjørtir, skógargeitir, dádýr og fitaðir fuglar.
Hásongurin 2:17 Hásongurin
Inntil dagurin verður svalur, og skuggarnir flýggja – vend við, vinur mín, og ver sum skógargeit, sum ungur hjørtur á fjøllunum við gjáum!“
Hásongurin 3:5 Hásongurin
Eg bøni tykkum, døtur Jerusalems, við skógargeitirnar og við hindirnar á markini: Gerið ikki kærleikanum ófrið, órógvið hann ikki, fyrrenn hann vil sjálvur!“
Ápostlasøgan 9:36 Ápostlasøgan
Í Joppe var millum lærisveinarnar kvinna, ið æt Tabita, tað er útlagt: Dorkas*. Hon var rík av góðum verkum og gav nógvar olmussur.