Gaza-úttøkan
19 versir um "Gaza-úttøkan"
Versir
Síða 1 av 1Jeremias 25:20 Jeremias
øllum tjóðblandinum og øllum kongunum í Uzlandi og Filistaralandi, í Askalon, Gaza, Ekron og tí, sum eftir var av Asdod,
Amos 1:6 Amos
So sigur HARRIN: Aftur fyri at Gaza trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí – aftur fyri at teir herleiddu alt fólkið og seldu tey í hendur Edoms –
Amos 1:7 Amos
nei, Eg skal senda eld móti múrum Gaza, og hann skal oyða hallirnar har;
Zefanias 2:4 Zefanias
Tí Gaza skal liggja frárýmt, og Askalon í oyði; mitt á ljósum degi skal fólkið í Asdod verða rikið burtur, og Ekron skal verða rykt upp við rót.
Fyrsta Mósebók 10:19 Fyrsta Mósebók
so at landamark Kána’anita gekk úr Zidon ímóti Gerar og líka til Gaza, fram ímóti Sodoma, Gomorra, Adma og Zebojim, líka til Lasa.
Josva 10:41 Josva
Alt landið, líka úr Kades-Barnea til Gaza, og allan landspartin Gosen, líka til Gibeon, legði Josva undir seg.
Josva 11:22 Josva
Eingir Anakitar vórðu eftir í landi Ísraelsmanna; bert í Gaza, Gat og Asdod vórðu nakrir eftir.
Josva 15:47 Josva
Asdod við býunum og bygdunum, ið til hoyrdu, Gaza við býunum og bygdunum, ið til hoyrdu, líka at Egyptalandsá og Stórahavi – sum var markið.
Dómararnir 1:18 Dómararnir
Juda tók Gaza og landið, ið til hoyrdi, Askalon og landið, ið til hoyrdi, og Ekron og landið, ið til hoyrdi.
Dómararnir 6:4 Dómararnir
teir løgdust har og herjaðu á teir, forkomu grøði landsins líka til Gaza og lótu einki verða eftir at liva av í Ísrael, heldur ikki smáfæ, neyt ella esil.
Fyrra Sámuelsbók 6:17 Fyrra Sámuelsbók
Hetta eru gullsvullirnir, ið Filistarar góvu Harranum í skyldoffur: Ein fyri Asdod, ein fyri Gaza, ein fyri Askalon, ein fyri Gat og ein fyri Ekron.
Fyrra Kongabók 4:24 Fyrra Kongabók
Tí hann var harri yvir øllum landinum vestan fyri Ánna, frá Tifsa líka til Gaza, yvir øllum kongunum vestan fyri Ánna; og hann hevði frið á øllum síðum, rundanum,
Esaias 14:29 Esaias
Gleð teg ikki, alt Filistaraland, fyri tað at stavurin, ið sló teg, er brotnaður! Tí av rót høggormsins skal koma basiliskur, og ávøkstur hansara verður flogdreki!
Jeremias 47:1 Jeremias
Orð HARRANS, ið kom til Jeremias profet um Filistarar, áðrenn Farao vann Gaza.
Jeremias 47:5 Jeremias
Gaza er vorðið skallut, Askalon er lagt í oyði, tað, ið eftir er av láglendi teirra – hvussu leingi fert tú at rista skurðir í teg?
Zefanias 2:5 Zefanias
Vei tykkum, tit, sum búgva fram við sjónum, tú Kretafólk! Orð HARRANS kemur yvir teg, Kána’an, tú Filistaraland; Eg skal oyða teg, so eingin býr í tær.
Zefanias 2:6 Zefanias
Sjósíðan skal verða til haglendi, har hirðarnir hava brunnar og seyðabyrgi.
Zefanias 2:7 Zefanias
Og hon skal lutast teimum, ið eftir eru av húsi Juda; tey skulu har hava beiti sítt; í húsum Askalons skulu tey hvíla seg um kvøldið – tí HARRIN Gud teirra skal vitja tey og venda lagnu teirra.
Ápostlasøgan 8:26 Ápostlasøgan
Eingil Harrans talaði til Filip og segði: „Reis teg og far suðureftir – eftir vegnum, ið gongur úr Jerusalem oman til Gaza!“ – Hesin vegur er oyðin.