Gaza
49 versir um "Gaza"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 10:19 Fyrsta Mósebók
so at landamark Kána’anita gekk úr Zidon ímóti Gerar og líka til Gaza, fram ímóti Sodoma, Gomorra, Adma og Zebojim, líka til Lasa.
Dómararnir 6:4 Dómararnir
teir løgdust har og herjaðu á teir, forkomu grøði landsins líka til Gaza og lótu einki verða eftir at liva av í Ísrael, heldur ikki smáfæ, neyt ella esil.
Jeremias 25:20 Jeremias
øllum tjóðblandinum og øllum kongunum í Uzlandi og Filistaralandi, í Askalon, Gaza, Ekron og tí, sum eftir var av Asdod,
Fyrra Sámuelsbók 6:17 Fyrra Sámuelsbók
Hetta eru gullsvullirnir, ið Filistarar góvu Harranum í skyldoffur: Ein fyri Asdod, ein fyri Gaza, ein fyri Askalon, ein fyri Gat og ein fyri Ekron.
Fyrra Krønikubók 7:28 Fyrra Krønikubók
Ogn teirra og bústaðir teirra vóru: Betel við bygdunum, ið til hoyrdu, fyri eystan Na’aran, fyri vestan Gezer við bygdunum, ið til hoyrdu, framvegis Sikem við bygdunum, ið til hoyrdu, líka til Gaza við bygdunum, ið til hoyrdu.
Fimta Mósebók 2:23 Fimta Mósebók
Á sama hátt gekst við Avitum, sum búðu í bygdunum líka til Gaza; teir róku Kaftorar burt, teir, sum komu úr Kaftor, og búsettust síðani í landi teirra.
Josva 10:41 Josva
Alt landið, líka úr Kades-Barnea til Gaza, og allan landspartin Gosen, líka til Gibeon, legði Josva undir seg.
Josva 11:22 Josva
Eingir Anakitar vórðu eftir í landi Ísraelsmanna; bert í Gaza, Gat og Asdod vórðu nakrir eftir.
Josva 13:3 Josva
tí alt tað, ið liggur millum Sihor eystan fyri Egyptaland og landamark Ekrons í norðri, tað verður roknað upp í Kána’ansland, bæði teir fimm filistarahøvdingarnir, í Gaza, Asdod, Askalon, Gat og Ekron, og Avitar,
Seinna Kongabók 18:8 Seinna Kongabók
Hann vann sigur á Filistarum og tók land teirra líka til Gaza og landið har rundanum – líka frá vaktaratornunum til hinar víggirdu staðir.
Seinna Krønikubók 26:6 Seinna Krønikubók
Hann fór út í hernað móti Filistarum og reiv niður býmúrarnar um Gat, Jabne og Asdod; og hann bygdi býir nærhendis Asdod og aðrastaðni í Filistaralandi.
Jeremias 47:1 Jeremias
Orð HARRANS, ið kom til Jeremias profet um Filistarar, áðrenn Farao vann Gaza.
Jeremias 47:2 Jeremias
So sigur HARRIN: Vatn kemur streymandi norðaneftir og verður á, ið fløðir yvir; tað leggur út yvir londini og alt tað, sum í teimum er, býirnar og tey, sum í teimum búgva. Menniskjuni rópa, og øll, ið á jørðini búgva, vena seg.
Jeremias 47:3 Jeremias
Táið dynur av veldigu hestum hansara, ið koma rennandi, táið gangurin hoyrist av vagnum hansara, táið hjól hansara glymja, hyggja fedrar ikki rundan um seg eftir børnum sínum, so mótfalnir eru teir
Jeremias 47:4 Jeremias
– nú dagurin er komin, táið allir Filistarar skulu verða oyddir, og hvør ein hjálpari, ið eftir er hjá Týrus og Sidon, skal verða týndur; tí HARRIN beinir fyri Filistarum, teimum, ið eftir eru úr Kaftorsoyggj.
Jeremias 47:5 Jeremias
Gaza er vorðið skallut, Askalon er lagt í oyði, tað, ið eftir er av láglendi teirra – hvussu leingi fert tú at rista skurðir í teg?
Jeremias 47:6 Jeremias
Á, hvussu leingi verður tað, inntil tú fert at hvíla, svørð HARRANS? Far í slíðrar tínar, hvíl teg og ver stilt!
Jeremias 47:7 Jeremias
Hvussu skuldi tú kunnað hvílt, táið HARRIN hevur givið tær boð! – Til Askalon og havsstrondina, hagar hevur Hann stevnt tí.
Fimta Mósebók 31:6 Fimta Mósebók
Verið hugreystir og sterkir, óttist ikki og ræðist tey ikki! Tí HARRIN Gud tín kemur sjálvur við tær, Hann skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær.“
Amos 1:1 Amos
Orðini, ið Amos, sum var ein av hirðunum úr Tekoa, skoðaði um Ísrael, á døgum Uzziasar kongs í Juda, og á døgum Jeroboams kongs í Ísrael, sonar Jóasar – tvey ár fyri jarðskjálvtan.
Amos 1:2 Amos
Hann segði: HARRIN skal brøla av Zion og lata rødd Sína hoyrast úr Jerusalem; tá skal haglendi hirðanna syrgja, og Karmelstindur skal torna upp.
Amos 1:3 Amos
So sigur HARRIN: Aftur fyri at Damaskus trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí – aftur fyri at teir tresktu Gilead við treskisleðum av jarni –
Amos 1:4 Amos
nei, Eg skal senda eld móti húsi Hazaels, og hann skal oyða hallir Benhadads;
Amos 1:5 Amos
Eg skal sora sundur porturslá Damaskus og oyða tey, sum í Avensdali búgva, og tann, sum ber kongastavin í Bet-Eden; og Áramearar skulu verða herleiddir til Kir – sigur HARRIN.
Amos 1:6 Amos
So sigur HARRIN: Aftur fyri at Gaza trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí – aftur fyri at teir herleiddu alt fólkið og seldu tey í hendur Edoms –
Amos 1:7 Amos
nei, Eg skal senda eld móti múrum Gaza, og hann skal oyða hallirnar har;
Amos 1:8 Amos
Eg skal oyða tey, sum í Asdod búgva, og tann, sum ber kongastavin í Askalon; Eg skal venda hond Míni móti Ekron, og tað, ið eftir er av Filistarum, skal ganga til grundar – sigur Harrin HARRIN.
Amos 1:9 Amos
So sigur HARRIN: Aftur fyri at Týrus trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí – aftur fyri at teir góvu alt fólkið sum fangar í hendur Edoms og mintust ikki bróðursáttmálan –
Amos 1:10 Amos
nei, Eg skal senda eld móti múrum Týrusar, og hann skal oyða hallirnar har.
Amos 1:11 Amos
So sigur HARRIN: Aftur fyri at Edom trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí – aftur fyri at hann elti bróður sín við svørði og køvdi alla miskunn – aftur fyri at vreiði hansara helt á at skræða sundur, og hann aldri gav uppat at vera illur –
Amos 1:12 Amos
nei, Eg skal senda eld móti Teman, og hann skal oyða hallirnar í Bozra.
Amos 1:13 Amos
So sigur HARRIN: Aftur fyri at Ammonitar trífalt hava misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí – aftur fyri at teir kruvdu kvinnurnar í Gilead, sum vóru við barn – fyri at vinna sær meiri land –
Amos 1:14 Amos
nei, Eg skal seta eld á múrar Rabba, og hann skal oyða hallirnar har, meðan herróp ljóða, tann dag bardagin stendur, meðan stormurin leikar ódnardagin.
Amos 1:15 Amos
Kongur teirra skal fara í útlegd, bæði hann og høvdingar hansara – sigur HARRIN.
Zefanias 2:1 Zefanias
Sansa teg og gakk í teg sjálva, tú tjóð, sum veit ikki av skomm,
Zefanias 2:2 Zefanias
áðrenn ráðið er fullborið – sum dumba kemur dagurin fúkandi! – áðrenn brennandi vreiði HARRANS kemur yvir tykkum, áðrenn vreiðidagur HARRANS kemur yvir tykkum!
Zefanias 2:3 Zefanias
Søkið HARRAN, øll tit eyðmjúku í landinum, tit, sum halda lóg Hansara! Stundið eftir rættvísi, stundið eftir eyðmjúkleika! Tað kundi borið á, at tit vórðu fjald vreiðidag HARRANS.
Zefanias 2:4 Zefanias
Tí Gaza skal liggja frárýmt, og Askalon í oyði; mitt á ljósum degi skal fólkið í Asdod verða rikið burtur, og Ekron skal verða rykt upp við rót.
Zefanias 2:5 Zefanias
Vei tykkum, tit, sum búgva fram við sjónum, tú Kretafólk! Orð HARRANS kemur yvir teg, Kána’an, tú Filistaraland; Eg skal oyða teg, so eingin býr í tær.
Zefanias 2:6 Zefanias
Sjósíðan skal verða til haglendi, har hirðarnir hava brunnar og seyðabyrgi.
Zefanias 2:7 Zefanias
Og hon skal lutast teimum, ið eftir eru av húsi Juda; tey skulu har hava beiti sítt; í húsum Askalons skulu tey hvíla seg um kvøldið – tí HARRIN Gud teirra skal vitja tey og venda lagnu teirra.
Zefanias 2:8 Zefanias
Eg havi hoyrt, hvussu Móab speirekur, og hvussu Ammonitar háða, hvussu teir hava spottað fólk Mítt og borið seg hugmóðiga at móti landi teirra.
Zefanias 2:9 Zefanias
Tí skal, so satt sum Eg livi – sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels – gangast Móab sum Sodoma, og Ammonitum sum Gomorra: Notur skulu eiga teir, og saltgrøv og oyðimørk skulu teir verða til ævigar tíðir; leivd fólks Míns skal ræna teir; tað, ið eftir er av fólki Mínum, skal taka teir í ogn.
Zefanias 2:10 Zefanias
So skal teimum gangast aftur fyri hugmóð teirra, aftur fyri at teir háðaðu fólk HARRANS Guds herskaranna og bóru seg hugmóðiga at móti tí.
Zefanias 2:11 Zefanias
Øgiligan skal HARRIN vísa Seg móti teimum; tí Hann skal forkoma øllum gudum á jørðini, og allar oyggjar heidninganna skulu tilbiðja Hann, hvørt fólk á staði sínum.
Zefanias 2:12 Zefanias
Eisini tit, Etioparar, skulu falla fyri svørði Mínum.
Zefanias 2:13 Zefanias
Hann rættir út hondina móti norðri og ger enda á Assur, leggur Nineve í oyði, ger tað turt sum oyðimørk.
Zefanias 2:14 Zefanias
Har skulu fylgi liggja, flokkar av alskyns villum dýrum; pelikanar og pinnsvín skulu hava náttaherbergi á súluhøvdunum har; fuglar skulu hoyrast láta í vindeygunum; eyrur skal liggja á gáttunum, tí bróstið av sedrisviði er skrætt niður.
Zefanias 2:15 Zefanias
Hetta er fagnaðarbýurin, sum búði so tryggur, sum segði í hjartanum: „Eg og eingin annar!“ – Sum hann er vorðin til oyðimørk, til bøli fyri villdýr! Hvør tann, sum gongur framvið, bríkslar eftir honum og ristir hondina háðandi.