gávur Heilaga Andans
76 versir um "gávur Heilaga Andans"
Versir
Síða 2 av 2Fyrra Korintbrævið 14:18 Fyrra Korintbrævið
Eg takki Gudi – eg tali meiri í tungum enn tit allir.
Fyrra Korintbrævið 14:19 Fyrra Korintbrævið
Men á samkomufundi vil eg fyrr tala fimm orð við viti mínum – sum eisini onnur kunnu fáa lærdóm av – enn tíggju túsund orð í tungum.
Fyrra Korintbrævið 14:20 Fyrra Korintbrævið
Brøður! Verið ikki børn í viti! Verið børn í óndskapi, men verið fullvaksnir í viti!
Fyrra Korintbrævið 14:21 Fyrra Korintbrævið
Skrivað er í lógini: „Við fólki við fremmandum tungumáli og við vørrum fremmandra skal Eg tala til hetta fólk, og heldur ikki soleiðis skulu tey hoyra Meg, sigur Harrin.“
Fyrra Korintbrævið 14:22 Fyrra Korintbrævið
So er tá tungutalan til tekin, ikki hinum trúgvandi, men hinum vantrúgvandi; men profetagávan er ikki hinum vantrúgvandi tað, men hinum trúgvandi.
Fyrra Korintbrævið 14:23 Fyrra Korintbrævið
Um nú øll samkoman heldur fund, og allir tala í tungum – og so ólærd ella vantrúgvandi koma inn, fara tey tá ikki at siga, at tit eru frá tykkum sjálvum!
Fyrra Korintbrævið 14:24 Fyrra Korintbrævið
Men profetera allir, og so onkur vantrúgvandi ella ólærdur kemur inn, verður hann revsaður av øllum og dømdur av øllum,
Fyrra Korintbrævið 14:25 Fyrra Korintbrævið
loyniligu hugsanir hjarta hansara verða opinberaðar, og hann fellur tá á andlit sítt og tilbiður Gud og vitnar, at Gud er av sonnum í tykkum.
Fyrra Korintbrævið 14:26 Fyrra Korintbrævið
Hvussu er tá, brøður? – Táið tit koma saman, hevur hvør tykkara sítt: Sálm, læru, opinbering, tungutalu, útlegging – latið alt vera til uppbygging!
Fyrra Korintbrævið 14:27 Fyrra Korintbrævið
Talar onkur í tungum, so latið tað vera tveir ella í mesta lagi tríggjar hvørja ferð, og ein í senn, og ein útleggi tað!
Fyrra Korintbrævið 14:28 Fyrra Korintbrævið
Er eingin útleggjari hjástaddur, skal hin tiga í samkomuni; men hann tali fyri sær sjálvum og fyri Gudi!
Fyrra Korintbrævið 14:29 Fyrra Korintbrævið
Av profetum skulu tveir ella tríggir tala, og hinir dømi um tað!
Fyrra Korintbrævið 14:30 Fyrra Korintbrævið
Men fær ein annar, sum har situr, opinbering, skal hin fyrri tiga.
Fyrra Korintbrævið 14:31 Fyrra Korintbrævið
Tí tit kunnu allir profetera, hvør eftir annan, so at øll kunnu læra, og øll verða ámint;
Fyrra Korintbrævið 14:32 Fyrra Korintbrævið
og andar profeta eru profetum undirgivnir.
Fyrra Korintbrævið 14:33 Fyrra Korintbrævið
Gud er jú ikki Gud óskils, men friðar.
Fyrra Korintbrævið 14:34 Fyrra Korintbrævið
Eins og í øllum samkomum hinna heilagra skulu kvinnur tykkara tiga á samkomufundum; teimum er ikki loyvt at tala; nei, tær skulu vera undirgivnar – sum eisini lógin sigur.
Fyrra Korintbrævið 14:35 Fyrra Korintbrævið
Er nakað, sum tær vilja fáa at vita, so spyrji tær sínar egnu menn heima! Tí tað er kvinnu ósømiligt at tala á fundi samkomunnar.
Fyrra Korintbrævið 14:36 Fyrra Korintbrævið
Ella var tað frá tykkum, orð Guds gekk út! Eru tit tey einastu, sum tað er komið til!
Fyrra Korintbrævið 14:37 Fyrra Korintbrævið
Heldur onkur seg vera profet ella andaligan, so ásanni hann, at tað, sum eg skrivi til tykkara, er boð Harrans!
Fyrra Korintbrævið 14:38 Fyrra Korintbrævið
Men skilir onkur tað ikki, so kann hann lata vera!
Fyrra Korintbrævið 14:39 Fyrra Korintbrævið
Nú, brøður mínir, tráið tá eftir at profetera, og forðið ongum at tala í tungum!
Fyrra Korintbrævið 14:40 Fyrra Korintbrævið
Men alt gangi sømiliga og við skili!
Galatiabrævið 5:22 Galatiabrævið
Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti,
Galatiabrævið 5:23 Galatiabrævið
spakføri, fráhald. – Móti slíkum er lógin ikki.
Fyrra Pætursbrævið 4:10 Fyrra Pætursbrævið
Eftir sum ein og hvør hevur fingið náðigávu, tænið soleiðis hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir margfaldu náði Guds!