gandafólk / illusjónistar

22 versir um "gandafólk / illusjónistar"

Versir

Síða 1 av 1
Onnur Mósebók 7:11 Onnur Mósebók

Men Farao sendi boð eftir vísmonnum og gandakøllum sínum, og hesir, teir egyptisku spámenninir, gjørdu við gandabrøgdum sínum tað sama;

8
Onnur Mósebók 8:7 Onnur Mósebók

Men spámenninir gjørdu við gandabrøgdum sínum tað sama og lótu froskar koma yvir Egyptaland.

7
Onnur Mósebók 7:22 Onnur Mósebók

Men teir egyptisku spámenninir gjørdu við gandabrøgdum sínum tað sama – og hjarta Faraos var hart við sama lagi; hann lurtaði ikki eftir teimum – sum HARRIN hevði sagt.

6
Dániel 1:20 Dániel

Og altíð táið kongurin spurdi teir um okkurt, sum vísdómur og skil kravdi til, sá hann, at teir vóru tíggju ferðir so vísir sum allir spámenn og andamanarar í øllum ríki hansara.

6
Onnur Mósebók 9:11 Onnur Mósebók

Svullirnir noyddu spámenninar at víkja fyri Mósesi; tí spámenninir høvdu svullir, tað sama sum allir aðrir Egyptar.

5
Dániel 2:2 Dániel

Kongurin sendi tá boð eftir spámonnunum, andamanarunum, gandakøllunum og Kaldearunum og vildi hava teir at siga sær, hvat hann hevði droymt. Teir komu so og stigu fram fyri kongin.

5
Dániel 2:10 Dániel

Kaldeararnir svaraðu konginum: „Ikki er menniskja á jørðini, sum kann kunngera konginum tað, ið hann vil hava at vita! Eingin kongur, hvussu stórur og máttugur hann so hevur verið, hevur heldur nakrantíð kravt slíkt av nøkrum spámanni, andamanara ella Kaldeara.

5
Dániel 2:27 Dániel

Dániel svaraði konginum: „Tann loyndardóm, ið kongurin vil hava at vita, eru eingir vísmenn, andamanarar, spámenn og stjørnutýðarar førir fyri at kunngera konginum.

5
Dániel 4:7 Dániel

Teir komu tá inn, spámenninir, andamanararnir, Kaldeararnir og stjørnutýðararnir, og eg segði teimum dreymin; men teir vóru ikki førir fyri at týða mær hann.

5
Dániel 5:11 Dániel

Maður er í ríki tínum, sum Andi hinna heilagu Guda er í; á døgum faðirs tíns sást, at hann átti ljós og klókskap og vísdóm sum gudavísdóm, og Nebukadnezar kongur, faðir tín, gjørdi hann til fyristøðumann spámannanna, andamanaranna, Kaldearanna og stjørnutýðaranna. Hetta gjørdi faðir tín, kongurin,

5
Fyrsta Mósebók 41:8 Fyrsta Mósebók

Men um morgunin var hann í døpurhuga; hann sendi tá boð eftir øllum spámonnum og vísmonnum í Egyptalandi og segði teimum dreymarnar; men eingin var, sum kundi týða Farao teir.

4
Dániel 5:7 Dániel

Kongurin rópti hart, at teir skuldu fara eftir andamanarunum, Kaldearunum og stjørnutýðarunum. Hann tók so til orða og segði við vísmenninar í Bábel: „Tann maður, ið lesur hesa skrift og týðir mær hana, skal verða latin í purpur og fáa gullketu um hálsin, og hann skal verða triðihægstur í ríkinum!“

4
Onnur Mósebók 8:18 Onnur Mósebók

Spámenninir royndu nú eisini við gandabrøgdum sínum at fáa mýggjabitar at koma, men teir kundu ikki. – Og mýggjabitarnir vóru á bæði fólki og fæi.

3
Onnur Mósebók 8:19 Onnur Mósebók

Tá søgdu spámenninir við Farao: „Hetta er fingur Guds!“ Men hjarta Faraos var hart við sama lagi, so hann lurtaði ikki eftir teimum – soleiðis sum HARRIN hevði sagt.

3
Ápostlasøgan 8:9 Ápostlasøgan

Har var nú maður, ið æt Símun; hann hevði frammanundan fingist við gand har í býnum og gjørt fólkið í Samaria ovfarið; hann segði seg sjálvan at vera nakað stórt.

3
Ápostlasøgan 8:10 Ápostlasøgan

Honum góvu tey ans, bæði smá og stór, og søgdu: „Henda er tað, tey kalla stóru kraft Guds.“

3
Ápostlasøgan 8:11 Ápostlasøgan

Tey góvu honum ans, av tí at hann í langa tíð hevði gjørt tey ovfarin við gandabrøgdum sínum.

3
Dániel 4:9 Dániel

„Beltsazar, tú spámannahøvdingi! Eg veit jú, at Andi hinna heilagu Guda er í tær, og at eingin loyndardómur er tær ov torførur; sig mær tí nú sjónirnar, ið eg sá í dreymi mínum – sig mær, hvussu tær skulu týðast!

2
Ápostlasøgan 13:6 Ápostlasøgan

Táið teir nú høvdu ferðast um alla oynna, líka til Pafus, hittu teir gandakall, lygiprofet, Jøda, ið æt Barjesus.

2
Ápostlasøgan 13:7 Ápostlasøgan

Hann var hjá landshøvdinganum, Sergiusi Paulusi, sum var vitigur maður. Landshøvdingin kallaði Barnabas og Saul til sín og bað um at fáa orð Guds at hoyra.

2
Ápostlasøgan 13:8 Ápostlasøgan

Men Elymas, gandakallurin – tí so er navn hansara útlagt – stóð teimum ímóti og royndi at venda landshøvdinganum burtur frá trúnni.

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:8 Seinna Timoteusarbrævið

Sum Jannes og Jambres stóðu Mósesi ímóti, standa eisini hesi sannleikanum ímóti – menniskju, sum eru spilt í sinninum og at vraka, trúnni viðvíkjandi.

2