Gabriel
36 versir um "Gabriel"
Versir
Síða 1 av 1Lukas 1:19 Lukas
Eingilin svaraði honum: „Eg eri Gabriel, sum standi fyri ásjón Guds, og eg eri sendur út at tala við teg og bera tær hesi gleðiboð.
Dániel 8:16 Dániel
Og eg hoyrdi menniskjarødd rópa yvir um Ulai: „Gabriel! Greið honum frá sjónini!“
Dániel 9:21 Dániel
– meðan eg enn talaði í bønini, kom Gabriel, hin maðurin, sum eg áður hevði sæð í sjónini – ta ferðina eg so heilt misti allan mátt – hann kom og nam við meg – tað var, táið kvøldofrið verður borið fram.
Lukas 1:26 Lukas
Í sætta mánaði varð Gabriel eingil sendur av Gudi til bý í Galilea, sum eitur Nazaret,
Lukas 1:27 Lukas
til moyggj, sum var trúlovað við manni, ið æt Jósef, av húsi Dávids; moyggin æt Maria.
Lukas 1:28 Lukas
Eingilin kom inn til hennara og segði: „Heil, tú náðaða! Harrin er við tær; signað ert tú millum kvinnur!“
Lukas 1:29 Lukas
Ræðsla fall á hana av orðum hansara, og hon hugsaði um, hvat henda heilsa mundi hava at týða.
Lukas 1:30 Lukas
Tá segði eingilin við hana: „Óttast ikki, Maria! Tú hevur funnið náði hjá Gudi.
Lukas 1:31 Lukas
Nú skalt tú verða við barn og eiga son; Hann skalt tú kalla Jesus.
Lukas 1:32 Lukas
Hann skal verða stórur og kallast Sonur hins Hægsta; og Gud Harrin skal geva Honum hásæti Dávids, faðirs Hansara.
Lukas 1:33 Lukas
Hann skal vera kongur yvir húsi Jákups allar ævir, og ikki skal vera endi á kongadømi Hansara.“
Lukas 1:34 Lukas
Tá segði Maria við eingilin: „Hvussu kann hetta verða, við tað at eg veit ikki av manni?“
Lukas 1:35 Lukas
Eingilin svaraði henni: „Heilagi Andin skal koma yvir teg, og kraft hins Hægsta skal skugga yvir teg; tí skal eisini hitt heilaga, ið føtt verður, kallast Sonur Guds.
Lukas 1:36 Lukas
Og nú, Elisabet, skyldkona tín – eisini hon er vorðin við barn og gongur við syni í elli síni; hesin mánaður er hin sætti hjá henni, ið kallað verður ófruktbør.
Lukas 1:37 Lukas
Tí einki er Gudi ómøguligt.“
Lukas 1:38 Lukas
Tá segði Maria: „Eg eri tænastukvinna Harrans – mær verði, sum tú hevur sagt!“ So fór eingilin frá henni.
Dániel 8:15 Dániel
Táið nú eg, Dániel, sá hesa sjón, royndi eg at skilja hana. Og alt í einum stóð framman fyri mær ein, ið sá út sum maður.
Dániel 8:17 Dániel
Hann kom nú, hagar sum eg stóð; og táið hann kom, ræddist eg og fall á andlit mítt. Hann segði við meg: „Akta eftir hesum, menniskjasonur! Tí sjónin sipar til tíð endans.“
Hebrearabrævið 13:2 Hebrearabrævið
Gloymið ikki at vera gestablíð! Tí harvið hava nøkur – uttan at vita tað – havt einglar til gestir.
Esaias 6:1 Esaias
Tað árið ið Uzzias kongur doyði, sá eg Harran sita í ógvuliga høgum hásæti, og sleip kápu Hansara fylti templið.
Esaias 6:2 Esaias
Serafar stóðu rundan um Hann; seks veingir hevði hvør; við tveimum fjaldi hann andlitið, við tveimum fjaldi hann føturnar, og við tveimum fleyg hann.
Esaias 6:3 Esaias
Og teir róptu hvør til annan: „Heilagur, heilagur, heilagur er HARRIN Gud herskaranna – øll jørðin er full av dýrd Hansara!“
Dániel 9:22 Dániel
Hann lærdi meg og tosaði við meg og segði: „Dániel! Nú eri eg komin higar at læra teg at skilja.
Dániel 9:23 Dániel
Við tað sama sum tú byrjaði at bera fram eyðmjúku bønir tínar, gekk út orð, og nú eri eg komin at kunngera tær tað; tí tú ert stórliga elskaður. Gev tí nú orðinum gætur og akta eftir sjónini!
Lukas 1:11 Lukas
Tá vísti eingil Harrans seg fyri honum, standandi høgrumegin roykilsisaltarið.
Lukas 1:12 Lukas
Zakarias ræddist, táið hann sá hann, og ótti fall á hann.
Lukas 1:13 Lukas
Men eingilin segði við hann: „Óttast ikki, Zakarias! Bøn tín er hoyrd – Elisabet, kona tín, skal eiga tær son, og tú skalt kalla hann Jóhannes.
Lukas 1:14 Lukas
Hann skal verða tær til gleði og frøi, og mong skulu gleðast um, at hann er føddur.
Lukas 1:15 Lukas
Tí hann skal vera stórur fyri Harranum; vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka, og hann skal fyllast við Heilaga Andanum líka úr móðurlívi.
Lukas 1:16 Lukas
Mong av børnum Ísraels skal hann umvenda til Harran Gud teirra.
Lukas 1:17 Lukas
Hann skal ganga undan Honum í anda og kraft Eliasar, til at venda hjørtum fedra til børn og ólýdnum til sinnalag rættvísra, til at gera Harranum til reiðar vælbúgvið fólk.“
Lukas 1:18 Lukas
Tá segði Zakarias við eingilin: „Av hvørjum skal eg vita hetta? Eg eri jú gamal, og kona mín er væl við aldur!“
Lukas 1:20 Lukas
Og nú skalt tú verða málleysur og ikki fáa talað, inntil tann dag hetta hendir – aftur fyri at tú trúði ikki orðum mínum, sum tó skulu ganga út á tíð síni.“
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið
Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.
Judasarbrævið 1:9 Judasarbrævið
Mikael yvireingil hættaði sær tó ikki, táið hann trætti við Djevulin um likam Mósesar, at leggja á hann háðandi dóm; nei, hann segði: „Harrin straffi teg!“