fyrsti kærleiki okkara
37 versir um "fyrsti kærleiki okkara"
Versir
Síða 1 av 1Opinberingin 2:1 Opinberingin
„Skriva til eingil samkomunnar í Efesus: „Hetta sigur Hann, sum heldur hinum sjey stjørnunum í høgru hond, Hann, sum gongur millum hinar sjey ljósastakarnar av gulli:
Opinberingin 2:2 Opinberingin
Eg veit um verk tíni, arbeiði títt og tol títt, og at hini illu ikki verða told av tær. Tú hevur roynt teir, ið siga seg vera ápostlar og eru tað ikki, og tú hevur funnið teir vera lygnarar.
Opinberingin 2:3 Opinberingin
Tú hevur tol og hevur havt nógv at bera fyri navns Míns skuld og ert ikki vorðin troytt.
Opinberingin 2:4 Opinberingin
Men Eg havi tað ímóti tær, at tú ert farin frá hinum fyrsta kærleika tínum.
Opinberingin 2:5 Opinberingin
Hugsa tí um, hvørjum tú ert fallin frá, og vend við og ger somu verk sum áður! Annars komi Eg á teg og skal flyta ljósastaka tín úr staði hansara – um tú vendir ikki við.
Opinberingin 2:6 Opinberingin
Men tað hevur tú, at tú hatar verk Nikola’itanna – sum Eg hati við.
Opinberingin 2:7 Opinberingin
Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar! – Tann, ið sigrar, honum skal Eg geva at eta av træi lívsins, sum er í Paradísi Guds.“
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:8 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið ikki elskar, kennir ikki Gud; tí Gud er kærleiki.
Matteus 22:37 Matteus
Hann svaraði honum: „„Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.“
Matteus 24:12 Matteus
Og av tí at lógloysið fær yvirhond, skal kærleikin kólna hjá hinum flestu.
Markus 12:30 Markus
Og tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av øllum huga tínum og av allari styrki tíni.“
Jóhannes 13:35 Jóhannes
Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir – at tit hava kærleika hvør til annan.“
Jóhannes 15:13 Jóhannes
Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.
Fyrra Pætursbrævið 1:22 Fyrra Pætursbrævið
Eftir at hava reinsað sálir tykkara í lýdni fyri sannleikanum til bróðurkærleika, sum ikki bert er eiti – havið brennandi kærleika hvør til annan av reinum hjarta –
Opinberingin 2:8 Opinberingin
Skriva til eingil samkomunnar í Smyrna: „Hetta sigur hin fyrsti og hin síðsti, Hann, sum deyður var og er vorðin livandi:
Opinberingin 2:9 Opinberingin
Eg veit um trongd tína og fátækdóm tín – tó, tú ert rík! – og gudsspottan teirra, ið siga seg vera Jødar og eru tað ikki, men eru sýnagoga Satans.
Opinberingin 2:10 Opinberingin
Óttast ikki fyri tí, sum tú skalt líða! Djevulin skal seta nøkur av tykkum í fangahús – fyri at tit skulu verða roynd – og tit skulu hava trongd í tíggju dagar. Ver trúgv til deyðan, so skal Eg geva tær krúnu lívsins!
Opinberingin 2:11 Opinberingin
Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar! – Tann, ið sigrar, skal als ikki verða sakaður av hinum øðrum deyða.“
Opinberingin 2:12 Opinberingin
Skriva til eingil samkomunnar í Pergamus: „Hetta sigur Hann, sum hevur hitt tvíeggjaða, hvassa svørð:
Opinberingin 2:13 Opinberingin
Eg veit, hvar tú býrt – har sum hásæti Satans er – og tú heldur fast við navn Mítt; og táið Antipas var trúfasta vitni Mítt – hann, ið dripin varð hjá tykkum, har Satan býr – enntá á teimum døgum avnoktaði tú ikki trúgv Mína.
Opinberingin 2:14 Opinberingin
Men Eg havi eitt sindur ímóti tær: Tú hevur har hjá tær nøkur, ið halda fast við læru Bileams, sum lærdi Balak at leggja ástoyt fyri børn Ísraels – at eta avgudaoffur og dríva siðloysi.
Opinberingin 2:15 Opinberingin
Soleiðis hevur eisini tú nøkur, sum á sama hátt halda fast við læru Nikola’itanna.
Opinberingin 2:16 Opinberingin
Vend við! Annars komi Eg skjótt á teg og skal berjast við tey við svørði muns Míns.
Opinberingin 2:17 Opinberingin
Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar! – Tann, ið sigrar, honum skal Eg geva av hinum fjalda manna, og Eg skal geva honum hvítan stein, og nýtt navn – skrivað á steinin – sum eingin kennir uttan tann, ið fær tað.“
Opinberingin 2:18 Opinberingin
Skriva til eingil samkomunnar í Týatira: „Hetta sigur Sonur Guds, sum hevur eygu eins og eldsloga, og hvørs føtur líkjast skínandi málmi:
Opinberingin 2:19 Opinberingin
Eg veit um verk tíni, kærleika tín, tænastu og trúgv tína og tol títt – og hvussu hini síðstu verk tíni eru fleiri enn hini fyrstu.
Opinberingin 2:20 Opinberingin
Men Eg havi tað ímóti tær, at tú hevur tol við kvinnuni Jesabel, ið sigur seg vera profetinnu, og sum lærir – og villleiðir tænarar Mínar at dríva siðloysi og at eta avgudaoffur.
Opinberingin 2:21 Opinberingin
Eg havi givið henni tíð at venda við, men hon vil ikki venda við frá siðloysi sínum.
Opinberingin 2:22 Opinberingin
Eg kasti hana á sjúkalegu; og teir, ið horast við henni, kasti Eg í stóra trongd, um teir venda ikki við frá verkum hennara.
Opinberingin 2:23 Opinberingin
Børn hennara skal Eg sláa við deyða, og allar samkomurnar skulu sanna, at Eg eri tann, ið rannsakar nýru og hjørtu; Eg skal geva tykkum, hvørjum eftir verkum sínum.
Opinberingin 2:24 Opinberingin
Men við tykkum, hini, sum í Týatira eru, øll tykkum, ið ikki hava hesa læru, tí tit „kenna ikki dýpdirnar“, sum tey siga – ja, dýpdir Satans! – við tykkum sigi Eg: Eg leggi onga aðra byrði á tykkum;
Opinberingin 2:25 Opinberingin
haldið bert fast við tað, sum tit hava, inntil Eg komi!
Opinberingin 2:26 Opinberingin
Tann, ið sigrar, og sum líka til endan varðveitir verk Míni, honum skal Eg geva vald yvir heidningunum,
Opinberingin 2:27 Opinberingin
og hann skal stýra teimum við jarnstavi, eins og leiríløt verða brotin sundur – sum eisini Eg havi fingið tað frá Faðir Mínum;
Opinberingin 2:28 Opinberingin
og Eg skal geva honum morgunstjørnuna.
Opinberingin 2:29 Opinberingin
Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar!““