fyrsta misjónsferð Páls

44 versir um "fyrsta misjónsferð Páls"

Versir

Síða 1 av 1
Ápostlasøgan 11:19 Ápostlasøgan

Tey, sum spjadd vóru við atsóknini, ið stóðst av Stefanusi, fóru nú um, líka til Fønikia, Kýpern og Antiokia, men talaðu orðið til ongan uttan bert til Jødar.

3
Ápostlasøgan 13:16 Ápostlasøgan

Tá reistist Paulus, gav tekin við hondini, at tøgn skuldi vera, og segði: „Tit menn av Ísrael, og tit, ið óttast Gud – lurtið eftir!

3
Ápostlasøgan 16:1 Ápostlasøgan

Hann kom tá til Derbe og Lýstra. Har var lærisveinur, ið æt Timoteus, sonur trúgvandi jødiska kvinnu; faðirin var grikskur.

3
Ápostlasøgan 16:2 Ápostlasøgan

Hann hevði góðan vitnisburð frá brøðrunum í Lystra og Ikonium.

3
Ápostlasøgan 16:3 Ápostlasøgan

Hann vildi Paulus hava at koma við sær; og hann tók og umskar hann; tí Jødar búðu har rundanum, og teir vistu allir, at faðir hansara var Grikki.

3
Ápostlasøgan 16:4 Ápostlasøgan

Sum teir nú ferðaðust gjøgnum býirnar, góvu teir teimum boðini at halda, sum ásett vóru av ápostlunum og hinum elstu í Jerusalem.

3
Ápostlasøgan 16:5 Ápostlasøgan

So styrktust tá samkomurnar í trúnni og vuksu í tali dag frá degi.

3
Ápostlasøgan 16:6 Ápostlasøgan

Teir fóru nú gjøgnum Frýgia og hitt galatiska landið; tí teir vórðu av Heilaga Andanum forðaðir at tala orðið í Asia.

3
Ápostlasøgan 16:7 Ápostlasøgan

Táið teir vóru komnir at Mýsia, royndu teir at halda fram til Bitýnia, men Andi Jesusar loyvdi teimum tað ikki.

3
Ápostlasøgan 16:8 Ápostlasøgan

Teir lupu tá Mýsia um og komu til Troas.

3
Ápostlasøgan 16:9 Ápostlasøgan

Og um náttina vísti sjón seg fyri Paulusi: Makedoniskur maður stóð har, bað hann og segði: „Kom yvir til Makedonia og hjálp okkum!“

3
Ápostlasøgan 16:10 Ápostlasøgan

Táið hann hevði sæð hesa sjón, royndu vit við tað sama at sleppa yvir til Makedonia; tí vit dugdu at síggja, at Gud hevði kallað okkum at kunngera teimum evangeliið.

3
Ápostlasøgan 16:11 Ápostlasøgan

Vit fóru so við skipi úr Troas og hildu beint til Samotrake og dagin eftir til Neapolis,

3
Ápostlasøgan 16:12 Ápostlasøgan

haðani til Filippi, sum er fyrsti býurin í tí partinum av Makedonia, nýbygd. Har í býnum steðgaðu vit eina tíð.

3
Ápostlasøgan 16:13 Ápostlasøgan

Sabbatsdagin fóru vit út um býportrið, fram við eini á, til eitt stað, har tey plagdu at koma saman til bøn; har settust vit og talaðu við kvinnurnar, ið komu saman.

3
Ápostlasøgan 16:14 Ápostlasøgan

Kvinna, ið æt Lýdia, og sum dýrkaði Gud*, lurtaði eftir; hon var úr býnum Týatira og handlaði við purpuri. Hjarta hennara læt Harrin upp, so hon gav tí gætur, sum Paulus talaði.

3
Ápostlasøgan 16:15 Ápostlasøgan

Táið nú hon og hús hennara vóru doypt, bað hon okkum og segði: „Halda tit meg vera Harranum trúgva, so komið inn í hús mítt og verðið har!“ – Og hon noyddi okkum.

3
Ápostlasøgan 16:16 Ápostlasøgan

Nú hendi tað, einaferð vit fóru út til bønastaðið, at vit møttu gentu, ið hevði spádómsanda, og sum vann harrum sínum nógva inntøku við at spáa.

3
Ápostlasøgan 16:17 Ápostlasøgan

Hon gekk aftan á Paulusi og okkum, rópti og segði: „Hesir menn eru tænarar hins hægsta Guds, og teir kunngera tykkum frelsuvegin!“

3
Ápostlasøgan 16:18 Ápostlasøgan

Hetta gjørdi hon í nógvar dagar. Tá harmaðist Paulus um tað, og hann vendi sær og segði við andan: „Í navni Jesu Krists sigi eg við teg, at tú skalt fara út úr henni!“ Og hann fór út í somu stund.

3
Ápostlasøgan 16:19 Ápostlasøgan

Men táið harrar hennara sóu, at eingin vón var hjá teimum longur um inntøku, tóku teir Paulus og Silas og fóru dragandi við teimum á torgið fyri yvirvøldina.

3
Ápostlasøgan 16:20 Ápostlasøgan

Táið teir høvdu leitt teir fram fyri dómararnar, søgdu teir: „Hesir menn volda miklan ófrið í staði okkara! Teir eru Jødar,

3
Ápostlasøgan 16:21 Ápostlasøgan

og teir læra siðir, sum okkum, rómverskum monnum, hvørki loyvist at taka við ella fylgja!“

3
Ápostlasøgan 16:22 Ápostlasøgan

Eisini fólkið reistist móti teimum. Dómararnir lótu tá klæðini skræða av teimum og søgdu, at teir skuldu verða húðflongdir.

3
Ápostlasøgan 16:23 Ápostlasøgan

Táið teir nú høvdu givið teimum nógv sløg, settu teir teir í fangahús og søgdu við fangavaktaran, at hann skuldi ansa væl eftir teimum.

3
Ápostlasøgan 16:24 Ápostlasøgan

Táið hann hevði fingið hetta boð, setti hann teir í hitt innara fangarúmið og setti føtur teirra fastar í stokkin.

3
Ápostlasøgan 16:25 Ápostlasøgan

Men um midnátt bóðu Paulus og Silas og sungu Gudi lovsongir, og fangarnir lurtaðu eftir teimum.

3
Ápostlasøgan 16:26 Ápostlasøgan

Tá kom knappliga stórur jarðskjálvti, so grundvøllur fangahúsins ristist, og við tað sama sprungu allar dyr upp, og leinkjurnar loystust av øllum.

3
Ápostlasøgan 16:27 Ápostlasøgan

Fangavaktarin stakk tá upp úr svøvni, og táið hann sá dyr fangahúsins opnar, dró hann svørð sítt og ætlaði at drepa seg sjálvan, við tað at hann helt fangarnar vera flýddar.

3
Ápostlasøgan 16:28 Ápostlasøgan

Tá rópti Paulus hart og segði: „Ger tær einki mein! Vit eru allir her!“

3
Ápostlasøgan 16:29 Ápostlasøgan

Hann bað nú lata seg fáa ljós, og hann leyp inn og fall skelvandi niður fyri Paulusi og Silasi.

3
Ápostlasøgan 16:30 Ápostlasøgan

So leiddi hann teir út og segði: „Harrar! Hvat skal eg gera, fyri at eg kann verða frelstur?“

3
Ápostlasøgan 16:31 Ápostlasøgan

Teir svaraðu: „Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur, tú og hús títt!“

3
Ápostlasøgan 16:32 Ápostlasøgan

Teir talaðu nú orð Harrans til hansara og til øll, sum í húsi hansara vóru.

3
Ápostlasøgan 16:33 Ápostlasøgan

So tók hann teir til sín í sama tíma um náttina og vaskaði sár teirra, og hann sjálvur og øll hansara vórðu við tað sama doypt.

3
Ápostlasøgan 16:34 Ápostlasøgan

Hann fór niðan í hús sítt við teimum og setti teir til borðs, og hann var glaður um, at hann við øllum húsi sínum var komin til trúgv á Gud.

3
Ápostlasøgan 16:35 Ápostlasøgan

Táið nú var vorðið dagur, sendu dómararnir tænarar sínar við boðum: „Gev hasar menn leysar!“

3
Ápostlasøgan 16:36 Ápostlasøgan

Fangavaktarin segði tá Paulusi hetta: „Dómararnir hava sent boð, at tit skulu verða givnir leysir; farið tí nú út, og farið avstað í friði!“

3
Ápostlasøgan 16:37 Ápostlasøgan

Men Paulus segði við teir: „Teir hava latið okkum húðfleingja fyri eygum alra, og tað ódømdar, okkum, sum tó eru rómverskir borgarar; so hava teir sett okkum í fangahús – og nú reka teir okkum loyniliga burtur! Ikki so! Komi teir sjálvir og leiði okkum út!“

3
Ápostlasøgan 16:38 Ápostlasøgan

Tænararnir bóru dómarunum hesi boð. Tá vórðu teir ræddir – táið teir fingu at hoyra, at teir vóru rómverskir borgarar.

3
Ápostlasøgan 16:39 Ápostlasøgan

Og teir komu við góðum orðum til teirra, leiddu teir út og bóðu teir fara haðani úr býnum.

3
Ápostlasøgan 16:40 Ápostlasøgan

So fóru teir út úr fangahúsinum og fóru inn hjá Lýdiu. Táið teir høvdu hitt brøðurnar og ámint teir, fóru teir avstað.

3
Ápostlasøgan 1:8 Ápostlasøgan

Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerusalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.“

2
Ápostlasøgan 13:2 Ápostlasøgan

Meðan tey nú hildu gudstænastu og fastaðu, segði Heilagi Andin: „Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!“

2