fyrigeving / náði
20 versir um "fyrigeving / náði"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 55:7 Esaias
Hin gudleysi sleppi leið síni, og hin órættvísi hugsanum sínum, og vendi við til HARRAN, so skal Hann miskunna honum – til Gud okkara, tí Hann skal ríkliga fyrigeva!
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Dániel 9:9 Dániel
Hjá Harranum Gudi okkara er miskunn og fyrigeving. Tí vit hava sett okkum upp móti Honum;
Efesusbrævið 1:7 Efesusbrævið
Í Honum hava vit endurloysingina við blóði Hansara, fyrigeving syndanna – eftir náðiríkidømi Hansara,
Hebrearabrævið 8:12 Hebrearabrævið
Tí Eg skal vera órættvísi teirra náðigur og ikki longur minnast syndir teirra.“
Lukas 23:34 Lukas
Men Jesus segði: „Faðir, fyrigev teimum – teir vita ikki, hvat teir gera!“ Teir býttu nú klæði Hansara millum sín við lutakasti.
Kolossibrævið 1:14 Kolossibrævið
Í Honum hava vit endurloysingina, fyrigeving syndanna.
Seinna Krønikubók 7:14 Seinna Krønikubók
– um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni Mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra.
Matteus 6:14 Matteus
Tí fyrigeva tit menniskjum misbrot teirra, skal himmalski Faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum;
Matteus 6:15 Matteus
men fyrigeva tit ikki menniskjum misbrot teirra, skal Faðir tykkara heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara.
Ápostlasøgan 2:38 Ápostlasøgan
Pætur svaraði teimum: „Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.
Ápostlasøgan 10:43 Ápostlasøgan
Honum geva allir profetarnir tann vitnisburð, at hvør tann, ið trýr á Hann, fær fyrigeving syndanna við navni Hansara.“
Sálmarnir 32:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Songur. Sælur er tann, ið hevur fingið misbrot sítt fyrigivið og synd sína fjalda,
Sálmarnir 103:3 Sálmarnir
Hann er jú tann, ið fyrigevur allar misgerðir tínar og grøðir allar sjúkur tínar,
Jeremias 31:34 Jeremias
Tey skulu ikki longur læra, hvør næsta sín og hvør bróður sín, og siga: „Kenn HARRAN!“ Tí tey skulu øll kenna Meg, bæði smá og stór – sigur HARRIN – tí Eg skal fyrigeva misbrot teirra og ikki longur minnast synd teirra.
Mika 7:18 Mika
Hvør er Gud sum Tú, Gud, sum tekur burtur misbrot teirra og fyrigevur synd teirra, ið eftir eru av arvi Hansara! Hann goymir ikki í allar ævir vreiði Sína, tí Hann hevur hug at vísa náði.
Mika 7:19 Mika
Hann skal aftur miskunna okkum, Hann skal traðka niður misbrot okkara. Tú skalt kasta allar syndir teirra í djúp havsins.
Ápostlasøgan 5:31 Ápostlasøgan
Hann hevur Gud sett høgt við høgru hond Sína til høvdinga og frelsara fyri at geva Ísrael umvending og syndafyrigeving.
Rómverjabrævið 4:7 Rómverjabrævið
„Sæl tey, sum misbrotini eru fyrigivin, og syndirnar fjaldar hjá!
Kolossibrævið 1:13 Kolossibrævið
reiv okkum frá valdi myrkursins og flutti okkum inn í ríki elskaða Sonar Síns.