fyrigeving í hjúnalagi
40 versir um "fyrigeving í hjúnalagi"
Versir
Síða 1 av 1Efesusbrævið 4:32 Efesusbrævið
Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!
Matteus 6:14 Matteus
Tí fyrigeva tit menniskjum misbrot teirra, skal himmalski Faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum;
Matteus 6:15 Matteus
men fyrigeva tit ikki menniskjum misbrot teirra, skal Faðir tykkara heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara.
Fyrra Pætursbrævið 3:7 Fyrra Pætursbrævið
Somuleiðis tit menn! Livið vitiga saman við konum tykkara sum hinum veikara ílati, og heiðrið tær, við tað at tær við eru samarvingar til náði lívsins – fyri at bønir tykkara skulu ikki verða hindraðar!
Fyrra Korintbrævið 7:10 Fyrra Korintbrævið
Hinum giftu gevi eg tað boð – tó ikki eg, men Harrin – at kona má ikki skiljast frá manni sínum –
Fyrra Korintbrævið 7:11 Fyrra Korintbrævið
og skilir hon seg frá honum, skal hon verða verandi ógift ella koma til sættis við mannin – og at maður má ikki skiljast frá konu síni.
Kolossibrævið 3:13 Kolossibrævið
Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! – Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.
Markus 11:25 Markus
Men táið tit standa og biðja, tá fyrigevið, um tit hava nakað ímóti onkrum, fyri at eisini Faðir tykkara, sum í Himli er, kann fyrigeva tykkum misbrot tykkara!
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið
Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“
Rómverjabrævið 12:20 Rómverjabrævið
„Er tí fíggindi tín svangur, so gev honum at eta, er hann tystur, so gev honum at drekka! Tí táið tú hetta gert, savnar tú gløðandi kol á høvd hansara.“
Rómverjabrævið 12:21 Rómverjabrævið
Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum!
Fyrsta Mósebók 2:24 Fyrsta Mósebók
Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Matteus 5:32 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið skilst frá konu síni fyri nakað annað enn hor, ger, at hon drívur hor, og hvør tann, ið tekur fráskilda kvinnu til ekta, drívur hor.
Jóhannes 8:3 Jóhannes
Tá komu hinir skriftlærdu og Fariseararnir til Hansara við kvinnu, sum tikin var í hori; teir leiddu hana fram fyri Hann
Jóhannes 8:4 Jóhannes
og søgdu við Hann: „Meistari! Henda kvinna hevur drivið hor – hon er tikin í gerðini!
Jóhannes 8:5 Jóhannes
Móses hevur í lógini givið okkum tað boð, at slík skulu verða steinað; hvat sigur nú Tú?“
Jóhannes 8:6 Jóhannes
– Hetta søgdu teir fyri at freista Hann, so teir kundu hava okkurt at klaga Hann fyri. Men Jesus boygdi Seg niður og skrivaði við fingrinum á jørðina.
Jóhannes 8:7 Jóhannes
Táið teir nú hildu á at spyrja, rætti Hann Seg upp og segði við teir: „Tann av tykkum, sum er uttan synd, kasti fyrsta steinin á hana!“
Jóhannes 8:8 Jóhannes
Síðani boygdi Hann Seg niður aftur og skrivaði á jørðina.
Jóhannes 8:9 Jóhannes
Táið teir hoyrdu hetta, fóru teir avstað, ein fyri og annar eftir, hinir elstu fyrstir; og Jesus var einsamallur eftir við kvinnuni, ið stóð har.
Jóhannes 8:10 Jóhannes
Tá rætti Jesus Seg upp og segði við hana: „Kvinna, hvar eru teir? Var eingin, sum dømdi teg?“
Jóhannes 8:11 Jóhannes
Hon svaraði: „Eingin, Harri!“ Tá segði Jesus: „Heldur ikki Eg dømi teg; far avstað og synda ikki longur!“
Jóhannes 20:23 Jóhannes
Fyrigeva tit einum syndirnar, eru tær honum fyrigivnar; nokta tit einum fyrigeving, er hon honum noktað.“
Titusarbrævið 2:1 Titusarbrævið
Men tala tú tað, sum sømir hini heilnæmu læru:
Titusarbrævið 2:2 Titusarbrævið
At gamlir menn skulu vera fráhaldandi, siðprúðir, høviskir, heilbjargnir í trúnni, í kærleikanum, í tolinum;
Titusarbrævið 2:3 Titusarbrævið
at gamlar kvinnur somuleiðis skulu skikka sær, sum heilagum sømir, ikki baktala, ikki vera trælir av drykki, men lærarar í tí, sum gott er,
Titusarbrævið 2:4 Titusarbrævið
so tær kunnu læra hinar ungu kvinnur at elska menn sínar og børn síni,
Titusarbrævið 2:5 Titusarbrævið
at bera seg sámiliga at, vera reinar, húsligar, góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, so orð Guds verður ikki spottað!
Titusarbrævið 2:6 Titusarbrævið
Áminn somuleiðis hinar ungu menn at hava sámiligan atburð,
Titusarbrævið 2:7 Titusarbrævið
og vís í øllum teg sjálvan sum fyrimynd í góðum verkum! Ber fram óspilta, siðprúða læru,
Titusarbrævið 2:8 Titusarbrævið
heilnæma, ólastandi talu, so mótstøðumaðurin verður til skammar, við tað at hann einki ilt hevur at siga um okkum!
Titusarbrævið 2:9 Titusarbrævið
Áminn trælir at vera teirra egnu harrum undirgivnar, at vera teimum til vildar á allan hátt, ikki siga ímóti,
Titusarbrævið 2:10 Titusarbrævið
ikki vera ótrúgv, men vísa allan góðan trúskap, so tey á allan hátt kunnu prýða læru Guds, Frelsara okkara!
Titusarbrævið 2:11 Titusarbrævið
Tí náði Guds er opinberað, øllum menniskjum til frelsu,
Titusarbrævið 2:12 Titusarbrævið
og hon venur okkum upp at avnokta gudloysi og hinar veraldligu girndir og liva sámiliga, rættvíst og gudiliga í heiminum, sum nú er,
Titusarbrævið 2:13 Titusarbrævið
meðan vit vænta hina sælu vón og opinbering dýrdar hins stóra Guds og Frelsara okkara Jesu Krists,
Titusarbrævið 2:14 Titusarbrævið
sum gav Seg sjálvan fyri okkum at loysa okkum úr øllum lógloysi og reinsa Sær sjálvum ognarfólk, íðið til góð verk.
Titusarbrævið 2:15 Titusarbrævið
Tala hetta og áminn og revsa við øllum myndugleika – lat ongan vanvirða teg!
Fyrra Pætursbrævið 4:8 Fyrra Pætursbrævið
Og havið fram um alt brennandi kærleika hvørt til annað, tí kærleikin fjalir fjøld synda!