fyrigeving
18 versir um "fyrigeving"
Versir
Síða 1 av 1Efesusbrævið 4:32 Efesusbrævið
Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!
Markus 11:25 Markus
Men táið tit standa og biðja, tá fyrigevið, um tit hava nakað ímóti onkrum, fyri at eisini Faðir tykkara, sum í Himli er, kann fyrigeva tykkum misbrot tykkara!
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Matteus 6:15 Matteus
men fyrigeva tit ikki menniskjum misbrot teirra, skal Faðir tykkara heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara.
Matteus 18:21 Matteus
Tá steig Pætur fram og segði við Hann: „Harri, hvussu ofta skal eg fyrigeva bróður mínum, táið hann syndar móti mær? So mikið sum sjey ferðir?“
Matteus 18:22 Matteus
Jesus svaraði honum: „Eg sigi tær: Ikki sjey ferðir, men sjeyti ferðir sjey ferðir.
Matteus 6:14 Matteus
Tí fyrigeva tit menniskjum misbrot teirra, skal himmalski Faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum;
Lukas 6:37 Lukas
Og dømið ikki, so skulu tit ikki verða dømd, fordømið ikki, so skulu tit ikki verða fordømd! Fyrigevið, so skal tykkum verða fyrigivið!
Kolossibrævið 3:13 Kolossibrævið
Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! – Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.
Sálmarnir 103:10 Sálmarnir
Hann ger ikki við okkum eftir syndum okkara og lønir okkum ikki eftir misgerðum okkara.
Sálmarnir 103:11 Sálmarnir
Nei, sum himmalin er høgt yvir jørðini, er náði Hansara stór yvir teimum, ið óttast Hann.
Sálmarnir 103:12 Sálmarnir
So langt sum eystrið er frá vestri, letur Hann syndir okkara vera langt frá okkum.
Sálmarnir 103:13 Sálmarnir
Sum faðir ger miskunn móti børnum sínum, so ger HARRIN miskunn móti teimum, ið óttast Hann.
Sálmarnir 103:14 Sálmarnir
Tí Hann veit, hvørjir skapningar vit eru, Hann minnist, at vit eru dust.
Orðtøkini 10:12 Orðtøkini
Hat vekur split, men kærleiki fjalir allar syndir.
Lukas 6:27 Lukas
Men Eg sigi við tykkum, sum hoyra: Elskið fíggindar tykkara, gerið teimum gott, sum hata tykkum,
Efesusbrævið 1:7 Efesusbrævið
Í Honum hava vit endurloysingina við blóði Hansara, fyrigeving syndanna – eftir náðiríkidømi Hansara,
Jákupsbrævið 5:16 Jákupsbrævið
Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.