fyridømi
13 versir um "fyridømi"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Timoteusarbrævið 4:12 Fyrra Timoteusarbrævið
Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! Nei, ver teimum, sum trúgva, fyridømi: Í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika!
Filippibrævið 3:17 Filippibrævið
Verðið eftirfylgjarar mínir, brøður, og aktið eftir teimum, ið so liva – tit hava jú okkum til fyrimynd!
Jóhannes 13:15 Jóhannes
Tí Eg havi givið tykkum fyridømi, so tit skulu gera, sum Eg havi gjørt við tykkum.
Filippibrævið 4:9 Filippibrævið
Tað, sum tit eisini hava lært og tikið við og hoyrt og sæð hjá mær – gerið tað, so skal Gud friðarins vera við tykkum!
Fyrra Korintbrævið 11:1 Fyrra Korintbrævið
Verðið eftirfylgjarar mínir, eins og eg fylgi Kristusi eftir!
Seinna Tessalonikabrævið 3:9 Seinna Tessalonikabrævið
– Ikki tí vit ikki hava rætt til tað; men vit vildu geva tykkum fyridømi í okkum sjálvum, fyri at tit skuldu fylgja okkum eftir.
Titusarbrævið 2:1 Titusarbrævið
Men tala tú tað, sum sømir hini heilnæmu læru:
Titusarbrævið 2:2 Titusarbrævið
At gamlir menn skulu vera fráhaldandi, siðprúðir, høviskir, heilbjargnir í trúnni, í kærleikanum, í tolinum;
Titusarbrævið 2:3 Titusarbrævið
at gamlar kvinnur somuleiðis skulu skikka sær, sum heilagum sømir, ikki baktala, ikki vera trælir av drykki, men lærarar í tí, sum gott er,
Titusarbrævið 2:4 Titusarbrævið
so tær kunnu læra hinar ungu kvinnur at elska menn sínar og børn síni,
Titusarbrævið 2:5 Titusarbrævið
at bera seg sámiliga at, vera reinar, húsligar, góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, so orð Guds verður ikki spottað!
Fyrra Korintbrævið 4:16 Fyrra Korintbrævið
Eg áminni tykkum tí: Verið eftirfylgjarar mínir!
Fyrra Tessalonikabrævið 1:6 Fyrra Tessalonikabrævið
Og tit gjørdust eftirfylgjarar okkara – ja, eftirfylgjarar Harrans, táið tit, mitt í stórari trongd, tóku móti orðinum við gleði í Heilaga Andanum,