fullkomin

21 versir um "fullkomin"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 5:48 Matteus

Tit skulu tí vera fullkomin, eins og himmalski Faðir tykkara er fullkomin.“

11
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!

7
Hebrearabrævið 10:14 Hebrearabrævið

Tí við einum ofri hevur Hann við alla gjørt tey fullkomin, sum halgað verða.

4
Seinna Sámuelsbók 22:31 Seinna Sámuelsbók

Vegur Guds er fullkomin, orð HARRANS er reint, Hann er øllum teimum ein skjøldur, sum søkja sær skjól hjá Honum.

3
Seinna Korintbrævið 7:1 Seinna Korintbrævið

Táið vit nú hava hesi lyfti, elskaðu míni, so latið okkum reinsa okkum frá øllum, ið ger okkum órein – á holdi og á anda – og soleiðis fullføra heilaggering í gudsótta!

3
Hebrearabrævið 2:10 Hebrearabrævið

Tí tað sømdi Honum, fyri hvørs skuld alt er til, og við hvørjum alt er til, táið Hann førdi mong børn til dýrd, at fullkoma upphavsmann frelsu teirra við líðingum.

3
Jákupsbrævið 1:17 Jákupsbrævið

Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.

3
Jákupsbrævið 3:2 Jákupsbrævið

Vit snáva jú allir í mongum. Tann, sum ikki snávar í talu, er fullkomin maður, førur fyri eisini at halda øllum likaminum í teymum.

3
Lukas 12:35 Lukas

Lendar tykkara veri gyrdar, og ljós tykkara brennandi!

2
Lukas 12:36 Lukas

Og verið tit sum fólk, ið bíða eftir harra sínum, nær hann man fara úr brúdleypinum, so tey, við tað sama sum hann kemur og bankar uppá, kunnu lata honum upp!

2
Lukas 12:37 Lukas

Sælir eru teir tænarar, ið Harrin finnur vaknar, táið Hann kemur! Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal binda belti um seg og seta teir til borðs og ganga har og tæna teimum.

2
Lukas 12:38 Lukas

Og kemur Hann í aðru náttarvøku, ella kemur Hann í triðju náttarvøku, og finnur tað so – sælir eru teir!

2
Lukas 16:13 Lukas

Eingin tænari kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.“

2
Rómverjabrævið 3:23 Rómverjabrævið

øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds;

2
Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið

Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.

2
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið

Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,

2
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið

ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.

2
Jákupsbrævið 1:2 Jákupsbrævið

Brøður mínir! Roknið tað fyri bera gleði, táið tit koma í alskyns freistingar!

2
Jákupsbrævið 1:3 Jákupsbrævið

Tit vita jú, at táið trúgv tykkara verður roynd, virkar tað tol.

2
Jákupsbrævið 1:4 Jákupsbrævið

Og latið tolið leiða til fullkomið verk, so tit kunnu vera fullkomnir og heilir, og einki vantar á hjá tykkum!

2
Jákupsbrævið 1:25 Jákupsbrævið

Men tann, sum skoðar inn í fullkomnu lóg frælsisins – og heldur á við tí, so at hann verður ikki gloymskur hoyrari, men gerari verksins – hann skal vera sælur í verki sínum.

2