frumbrøgd / fyrstafruk

22 versir um "frumbrøgd / fyrstafruk"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 3:9 Orðtøkini

Ær HARRAN við tí, ið tú eigur, og við tí fyrsta av allari grøði tíni!

5
Orðtøkini 3:10 Orðtøkini

So skulu úthús tíni fyllast av yvirflóð, og vínberjaløgurin skal renna útav í persum tínum.

5
Nehemias 10:35 Nehemias

Vit skuldu eisini ár eftir ár koma til hús HARRANS við frumgróðrinum av jørð okkara og hinum fyrsta stadna ávøksti av øllum trøum,

3
Ezekiel 44:30 Ezekiel

Tað fyrsta av øllum frumgróðri av øllum sløgum og allar offurgávur av øllum sløgum – av øllum offurgávum tykkara – skal tilhoyra prestunum, og tað fyrsta av deiggi tykkara skulu tit lata prestin fáa – so signing kann koma yvir hús títt.

3
Rómverjabrævið 11:16 Rómverjabrævið

Er frumgróðurin heilagur, so er deiggið tað við, og er rótin heilag, so eru greinarnar tað við.

3
Fyrra Korintbrævið 15:20 Fyrra Korintbrævið

Men nú er Kristus risin upp frá hinum deyðu – sum frumgróður teirra, ið sovnað eru.

3
Jákupsbrævið 1:18 Jákupsbrævið

Eftir vilja Sínum føddi Hann okkum við sannleiksorði, so vit skuldu vera frumgróður skapninga Hansara.

3
Onnur Mósebók 22:29 Onnur Mósebók

Tú mást ikki drála at geva Mær av tí, ið fyllir løðu tína, og sum flýtur úr vínpersu tíni. Hin frumborna son tín skalt tú geva Mær.

2
Onnur Mósebók 23:19 Onnur Mósebók

Tað fyrsta av frumgróðrinum av jørð tíni skalt tú bera í hús HARRANS Guds tíns. Tú mást ikki kóka geitarlamb í mjólkini undan móður tess.

2
Onnur Mósebók 34:26 Onnur Mósebók

Tað fyrsta av frumgróðrinum av jørð tíni skalt tú bera til hús HARRANS Guds tíns. Tú mást ikki kóka geitarlamb í mjólkini undan móður tess.“

2
Triðja Mósebók 23:10 Triðja Mósebók

„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: „Táið tit koma inn í landið, ið Eg gevi tykkum, og heysta grøðina av tí, skulu tit bera prestinum fyrsta bundið av heysti tykkara.

2
Triðja Mósebók 23:11 Triðja Mósebók

Hann skal sveiggja bundið fyri ásjón HARRANS, so tit verða fagnaðir av HARRANUM; dagin eftir sabbatin skal presturin sveiggja tað.

2
Triðja Mósebók 23:12 Triðja Mósebók

Sama dag ið tit sveiggja bundið, skulu tit ofra lýtaleysan, veturgamlan seyð sum brennioffur til HARRAN.

2
Triðja Mósebók 23:13 Triðja Mósebók

Matofrið, ið til hoyrir, skal vera tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, sum er blandað við olju – til eldoffur fyri HARRANUM, til góðan anga – og drykkjuofrið fjórðingurin av hin av víni.

2
Triðja Mósebók 23:14 Triðja Mósebók

Hvørki breyð ella bakað korn ella rátt korn mugu tit eta fyrrenn henda dagin – fyrrenn tit hava borið Gudi tykkara ofrið fram; tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann, allastaðni har sum tit búgva.

2
Fjórða Mósebók 18:12 Fjórða Mósebók

Alt tað besta av olju, vínberjaløgi og korni, frumgróðurin av tí, sum tey geva HARRANUM, tað gevi Eg tær.

2
Seinna Krønikubók 31:5 Seinna Krønikubók

Táið hetta boð kom út, komu Ísraelsmenn við ivaleysa nógvum frumgróðri av bæði korni, víni, olju, hunangi og allari aðrari grøði markarinnar; og tey komu við ivaleysa nógvari tíggjund av øllum.

2
Nehemias 10:37 Nehemias

Og frumgróðurin av mjøli okkara og heilagu gávum okkara, av ávøkstinum av alskyns trøum, av víni og olju, skuldu vit bera prestunum inn í kømur hús Guds okkara, og Levitunum tíggjundina av akurlandi okkara; tí Levitarnir vóru teir, ið skuldu krevja inn tíggjundina í øllum býunum, har sum vit dýrka jørðina.

2
Jeremias 2:3 Jeremias

HARRANUM halgað var Ísrael, frumgróður Hansara; øll, ið ætlaðu at eta tað, noyddust at bøta; vanlukka kom á tey – sigur HARRIN.

2
Malakias 3:10 Malakias

Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum – roynið Meg á henda hátt – sigur HARRIN Gud herskaranna – um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum!

2
Rómverjabrævið 8:23 Rómverjabrævið

Og ikki bert hann; eisini vit sjálv – sum hava frumgróður Andans – eisini vit suffa við okkum sjálvum, og stunda eftir sonarættinum – endurloysing likams okkara.

2
Fyrra Korintbrævið 15:23 Fyrra Korintbrævið

– tó ein og hvør í deild síni: Kristus er frumgróðurin, harnæst tey, sum í komu Kristusar hoyra Honum til.

2