frúgvin hjá presti / leiðara
58 versir um "frúgvin hjá presti / leiðara"
Versir
Síða 2 av 2Orðtøkini 31:23 Orðtøkini
Maður hennara er kendur í býportrunum, táið hann situr saman við hinum elstu í landinum.
Orðtøkini 31:24 Orðtøkini
Línskjúrtur ger hon og selur tær, og belti letur hon til keypmannin.
Orðtøkini 31:26 Orðtøkini
Hon letur upp munnin við vísdómi, og kærleiksáminning er á tungu hennara.
Orðtøkini 31:27 Orðtøkini
Hon hevur eyga við, hvussu gongur í húsi hennara, og letibreyð etur hon ikki.
Orðtøkini 31:28 Orðtøkini
Synir hennara stíga fram og prísa hana lukkuliga; maður hennara reisist og rósar henni:
Orðtøkini 31:29 Orðtøkini
„Mangar dugnaligar kvinnur eru, men eingin er móti tær!“
Orðtøkini 31:30 Orðtøkini
Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.
Jóhannes 9:4 Jóhannes
Eg má gera verk Hansara, sum hevur sent Meg, so leingi sum dagur er; náttin kemur – táið eingin kann arbeiða.