froskar

36 versir um "froskar"

Versir

Síða 1 av 1
Opinberingin 16:13 Opinberingin

Úr munni drekans, úr munni dýrsins og úr munni lygiprofetsins sá eg koma út tríggjar óreinar andar; teir líktust paddum.

9
Onnur Mósebók 8:2 Onnur Mósebók

Setur tú teg ímóti at lata tey fara, so skal Eg plága alt land títt við froskum.

7
Onnur Mósebók 8:3 Onnur Mósebók

Nilá skal verða full av froskum, og teir skulu skríða upp á land og koma inn í hús títt, inn í sovikamar títt, upp í song tína, inn í húsini hjá tænarum tínum, upp á fólk títt, inn í bakarovnar tínar og upp í deigtrog tíni –

7
Onnur Mósebók 8:4 Onnur Mósebók

ja, upp á teg sjálvan, upp á fólk títt og upp á allar tænarar tínar skulu froskarnir skríða!““

7
Onnur Mósebók 8:5 Onnur Mósebók

So segði HARRIN við Móses: „Sig við Áron: „Rætt hond tína við stavinum út yvir áirnar, gravirnar og tjarnirnar, og lat froskarnar koma yvir Egyptaland!““

7
Onnur Mósebók 8:6 Onnur Mósebók

Áron rætti tá út hondina yvir vøtnini í Egyptalandi; tá skriðu froskarnir upp og fyltu Egyptaland.

7
Onnur Mósebók 8:7 Onnur Mósebók

Men spámenninir gjørdu við gandabrøgdum sínum tað sama og lótu froskar koma yvir Egyptaland.

7
Onnur Mósebók 8:8 Onnur Mósebók

Tá sendi Farao boð eftir Mósesi og Áron og segði: „Biðið til HARRAN, at Hann sleppir mær og fólki mínum frá froskunum! So skal eg lata fólkið fara, so tey fáa ofrað til HARRAN.“

7
Onnur Mósebók 8:9 Onnur Mósebók

Móses svaraði Farao: „Tú skalt sjálvur hava æruna at siga, nær eg skal biðja fyri tær og tænarum tínum og fólki tínum, at froskarnir verða tiknir burtur frá tær og húsum tínum og bert verða verandi eftir í Nilá!“

7
Onnur Mósebók 8:10 Onnur Mósebók

Hann segði: „Í morgin!“ Tá segði Móses: „So skal verða, sum tú sigur – fyri at tú kanst sanna, at eingin er sum HARRIN Gud okkara;

7
Onnur Mósebók 8:11 Onnur Mósebók

froskarnir skulu víkja frá tær og frá húsum tínum, frá tænarum tínum og fólki tínum; bert í Nilá skulu teir verða verandi.“

7
Onnur Mósebók 8:12 Onnur Mósebók

So fóru Móses og Áron út aftur frá Farao, og Móses rópti til HARRAN um hjálp móti froskunum, ið Hann hevði latið koma yvir Farao.

7
Onnur Mósebók 8:13 Onnur Mósebók

HARRIN gjørdi, sum Móses hevði sagt; froskarnir doyðu út í húsunum, í gørðunum og á markunum,

7
Onnur Mósebók 8:14 Onnur Mósebók

og tey sankaðu teir saman í dungar, so at landið fyltist av stinki.

7
Sálmarnir 105:30 Sálmarnir

Land teirra fyltist av froskum; líka í sølum konga teirra vóru teir.

7
Sálmarnir 78:45 Sálmarnir

táið Hann sendi mýggjabitar ímóti teimum at eta tey, og froskar, sum oyddu tey,

3
Onnur Mósebók 8:1 Onnur Mósebók

Tá segði HARRIN við Móses: „Far inn til Farao og sig við hann: „So sigur HARRIN: Lat fólk Mítt fara, so tey fáa dýrkað Meg!

2
Onnur Mósebók 8:15 Onnur Mósebók

Men táið Farao sá, at av lætti, herdi hann hjarta sítt og lurtaði ikki eftir teimum – soleiðis sum HARRIN hevði sagt.

2
Onnur Mósebók 8:16 Onnur Mósebók

Tá segði HARRIN við Móses: „Sig við Áron: „Rætt út stav tín og slá í dustið á jørðini! So skal tað verða mýggjabitar í øllum Egyptalandi.““

2
Onnur Mósebók 8:17 Onnur Mósebók

Teir so gjørdu; Áron rætti út hond sína við stavinum og sló í dustið á jørðini; tá komu mýggjabitar á bæði fólk og fæ; alt dustið á jørðini varð mýggjabitar í øllum Egyptalandi.

2
Onnur Mósebók 8:18 Onnur Mósebók

Spámenninir royndu nú eisini við gandabrøgdum sínum at fáa mýggjabitar at koma, men teir kundu ikki. – Og mýggjabitarnir vóru á bæði fólki og fæi.

2
Onnur Mósebók 8:19 Onnur Mósebók

Tá søgdu spámenninir við Farao: „Hetta er fingur Guds!“ Men hjarta Faraos var hart við sama lagi, so hann lurtaði ikki eftir teimum – soleiðis sum HARRIN hevði sagt.

2
Onnur Mósebók 8:20 Onnur Mósebók

Tá segði HARRIN við Móses: „Far í morgin árla og statt fyri Farao, táið hann fer oman at ánni, og sig við hann: „So sigur HARRIN: Lat fólk Mítt fara, so tey fáa dýrkað Meg!

2
Onnur Mósebók 8:21 Onnur Mósebók

Letur tú ikki fólk Mítt fara, so skal Eg senda flugur yvir teg, yvir tænarar tínar, yvir fólk títt og yvir hús tíni – húsini hjá Egyptum skulu verða full av flugum, ja, jørðin við, sum tey standa á!

2
Onnur Mósebók 8:22 Onnur Mósebók

Men við landinum Gosen, sum fólk Mítt býr í, skal Eg tann dag gera undantak, so ongar flugur koma har – fyri at tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN í landinum!

2
Onnur Mósebók 8:23 Onnur Mósebók

Eg skal seta mark millum Mítt fólk og títt fólk – í morgin skal hetta tekinið henda!““

2
Onnur Mósebók 8:24 Onnur Mósebók

– Og HARRIN so gjørdi: Óførir fluguflokkar komu inn í húsini hjá Farao og tænarum hansara og í øllum Egyptalandi – landið varð oytt av flugum.

2
Onnur Mósebók 8:25 Onnur Mósebók

Tá sendi Farao boð eftir Mósesi og Áron og segði: „Farið og ofrið til Gud tykkara her í landinum!“

2
Onnur Mósebók 8:26 Onnur Mósebók

Men Móses svaraði: „Tað ber ikki til at gera; tí tað, ið vit ofra til HARRAN Gud okkara, er Egyptum andstygd, og ofra vit nú fyri eygum Egypta tað, ið er teimum andstygd, so fara teir jú at steina okkum!

2
Onnur Mósebók 8:27 Onnur Mósebók

Vit fara tríggjar dagsferðir út í oyðimørkina og ofra til HARRAN Gud okkara, soleiðis sum Hann hevur álagt okkum!“

2
Onnur Mósebók 8:28 Onnur Mósebók

Tá segði Farao: „Eg skal lata tykkum fara, so tit fáa ofrað til HARRAN Gud tykkara í oyðimørkini; farið nú bert ikki ov langt! Og biðið fyri mær!“

2
Onnur Mósebók 8:29 Onnur Mósebók

Móses svaraði: „Ja, fyrsta sum eg komi út hiðani, skal eg biðja til HARRAN, og í morgin skulu flugurnar víkja frá Farao, frá tænarum hansara og frá fólki hansara! Bert Farao nú ikki brúkar svik longur og sýtir fólkinum at fara og ofra til HARRAN!“

2
Onnur Mósebók 8:30 Onnur Mósebók

So fór Móses út frá Farao og bað til HARRAN.

2
Onnur Mósebók 8:31 Onnur Mósebók

Og HARRIN gjørdi, sum Móses bað, og læt flugurnar víkja frá Farao, frá tænarum hansara og frá fólki hansara – ikki ein varð eftir.

2
Onnur Mósebók 8:32 Onnur Mósebók

Men Farao herdi hjarta sítt hesa ferð við; hann læt ikki fólkið fara.

2
Opinberingin 16:14 Opinberingin

Teir eru illir andar, ið gera tekin; teir fara út til kongarnar á øllum jarðarríki – at savna teir saman til bardagan hin stóra dag Guds hins Alvalda.

2