frælsur

27 versir um "frælsur"

Versir

Síða 1 av 1
Galatiabrævið 5:1 Galatiabrævið

Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok!

5
Jóhannes 8:36 Jóhannes

Fær tí Sonurin gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir.

4
Sálmarnir 91:1 Sálmarnir

Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda,

3
Sálmarnir 91:2 Sálmarnir

sigur við HARRAN: „Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!“

3
Sálmarnir 91:3 Sálmarnir

Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pest;

3
Sálmarnir 91:4 Sálmarnir

við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.

3
Sálmarnir 91:5 Sálmarnir

Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin,

3
Sálmarnir 91:6 Sálmarnir

ei pestina, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin.

3
Sálmarnir 91:7 Sálmarnir

Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg;

3
Sálmarnir 91:8 Sálmarnir

tú skalt bert skoða tað við eygum tínum, síggja, hvussu gudleys fáa løn sína.

3
Sálmarnir 91:9 Sálmarnir

„Tí Tú, HARRI, ert skjól mítt“ [sigur tú]. – Hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín;

3
Sálmarnir 91:10 Sálmarnir

teg skal einki ilt henda, og eingin plága skal koma tjaldi tínum nær.

3
Sálmarnir 91:11 Sálmarnir

Tí Hann gevur einglum Sínum boð um at varðveita teg á øllum vegum tínum;

3
Sálmarnir 91:12 Sálmarnir

teir skulu bera teg á hondum, so tú skalt ongum steini sláa fótin ímóti;

3
Sálmarnir 91:13 Sálmarnir

á leyvu og høggorm skalt tú traðka, trampa niður ungleyvur og drekar.

3
Sálmarnir 91:14 Sálmarnir

„Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út, Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt;

3
Sálmarnir 91:15 Sálmarnir

hann ákallar Meg, og Eg skal svara honum; Eg eri við honum í neyðini, Eg skal fría hann út og lata hann koma til heiður;

3
Sálmarnir 91:16 Sálmarnir

við longum lívi skal Eg metta hann og lata hann skoða frelsu Mína.“

3
Jóhannes 8:32 Jóhannes

og tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“

3
Seinna Korintbrævið 3:17 Seinna Korintbrævið

Og Harrin er Andin, og har sum Andi Harrans er, er frælsi.

3
Fyrsta Mósebók 41:14 Fyrsta Mósebók

Tá sendi Farao boð eftir Jósefi, og teir skundaðu sær og fingu hann út úr fangahúsinum; táið hann so hevði latið raka sær og skift klæði, steig hann fram fyri Farao.

2
Fyrsta Mósebók 41:15 Fyrsta Mósebók

Farao segði nú við Jósef: „Eg havi havt ein dreym, og eingin er, sum kann týða hann; men eg havi hoyrt um teg, at fyrsta sum tú hoyrir ein dreym, kanst tú týða hann!“

2
Fyrsta Mósebók 41:16 Fyrsta Mósebók

Jósef svaraði Farao: „Tað stendur ikki til mín – Gud skal geva eitt svar, sum spáar Farao eydnu!“

2
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið

Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:3 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara; og boð Hansara eru ikki tung.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:4 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tí alt tað, sum føtt er av Gudi, sigrar heimin, og hetta er sigurin, ið sigrað hevur heimin: Trúgv okkara.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:5 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør er tann, ið sigrar heimin, uttan tann, ið trýr, at Jesus er Sonur Guds!

2