frælsi í Kristi
38 versir um "frælsi í Kristi"
Versir
Síða 1 av 1Galatiabrævið 5:1 Galatiabrævið
Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok!
Jóhannes 8:36 Jóhannes
Fær tí Sonurin gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir.
Seinna Korintbrævið 3:17 Seinna Korintbrævið
Og Harrin er Andin, og har sum Andi Harrans er, er frælsi.
Jóhannes 8:32 Jóhannes
og tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“
Galatiabrævið 5:13 Galatiabrævið
Tit eru jú kallaðir til frælsi, brøður! Nýtið bert ikki frælsið holdinum til høvi, nei, tænið í kærleika hvør øðrum!
Esaias 61:1 Esaias
Andi Harrans HARRANS er yvir Mær, av tí at HARRIN hevur salvað Meg at bera eyðmjúkum gleðiboð; Hann hevur sent Meg við grøðing til teirra, ið hava sundurbrotið hjarta, at boða fangum frælsi og bundnum, at tey skulu sleppa leys,
Rómverjabrævið 6:22 Rómverjabrævið
Men nú tit eru loyst frá syndini og eru vorðin tænarar Guds, nú hava tit ávøkst tykkara: Tit verða heilaggjørd, og endin er ævigt lív.
Rómverjabrævið 8:1 Rómverjabrævið
So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru.
Rómverjabrævið 8:2 Rómverjabrævið
Tí lóg lívsins Anda hevur í Kristi Jesusi loyst meg frá lóg syndarinnar og deyðans.
Rómverjabrævið 8:3 Rómverjabrævið
Tað, sum lógin ikki var ment at gera, við tað at hon var máttleys av holdinum, tað gjørdi jú Gud, táið Hann sendi Son Sín líkan syndigum holdi og fyri synd og dómfeldi syndina í holdinum,
Rómverjabrævið 8:4 Rómverjabrævið
fyri at tað, sum lógin kravdi, skuldi verða fullgjørt í okkum – sum ikki liva eftir holdinum, men eftir Andanum.
Fyrra Korintbrævið 6:12 Fyrra Korintbrævið
Eg havi loyvi til alt – men ikki alt er til gagn! Eg havi loyvi til alt – men eg má einki lata fáa vald á mær!
Galatiabrævið 2:20 Galatiabrævið
Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.
Galatiabrævið 5:2 Galatiabrævið
Eg, Paulus, sigi tykkum, at lata tit tykkum umskera, gagnar Kristus tykkum einki.
Galatiabrævið 5:3 Galatiabrævið
Aftur vitni eg fyri hvørjum manni, ið letur seg umskera, at hann er bundin at halda alla lógina.
Galatiabrævið 5:4 Galatiabrævið
Tit eru skildir frá Kristusi, tit, ið vilja verða rættvísgjørdir av lóg; tit eru falnir úr náðini.
Galatiabrævið 5:5 Galatiabrævið
Tí við trúgv vænta vit í Andanum tað, sum rættvísin gevur okkum vón um.
Galatiabrævið 5:6 Galatiabrævið
Í Kristi Jesusi hevur tað jú einki at týða, um ein er umskorin ella óumskorin; alt varir um at hava trúgv, sum virkar við kærleika.
Galatiabrævið 5:7 Galatiabrævið
Tit vóru á góðari leið; hvør hevur forðað tykkum at akta sannleikan?
Galatiabrævið 5:8 Galatiabrævið
Henda yvirtaling kemur ikki frá Honum, ið kallaði tykkum.
Galatiabrævið 5:9 Galatiabrævið
Eitt sindur av súrdeiggi súrgar alt deiggið.
Galatiabrævið 5:10 Galatiabrævið
Eg havi tað álit á tykkum í Harranum, at tit onga aðra hugsan vilja hava; men tann, ið villir tykkum, skal bera dóm sín, hvør hann so er.
Galatiabrævið 5:11 Galatiabrævið
Men eg, brøður – prædiki eg enn umskering, hví liggja teir tá enn eftir mær! So er jú krossurin einki ástoyt longur!
Galatiabrævið 5:12 Galatiabrævið
Eg vildi, at teir skuldu skorið seg sjálvar sundur, teir, ið villleiða tykkum.
Galatiabrævið 5:14 Galatiabrævið
Tí øll lógin er uppfylt í einum orði, í hesum: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“
Galatiabrævið 5:15 Galatiabrævið
Men bíta og eta tit hvør annan, síggið tá til, at tit verða ikki etnir upp hvør av øðrum!
Galatiabrævið 5:16 Galatiabrævið
Eg sigi: Livið í Andanum, so fullføra tit ikki girnd holdsins!
Galatiabrævið 5:17 Galatiabrævið
Tí holdið girnast móti Andanum, og Andin móti holdinum; hesi standa hvørt øðrum ímóti, fyri at tit skulu ikki gera tað, sum tit vilja.
Galatiabrævið 5:18 Galatiabrævið
Og verða tit leiddir av Andanum, so eru tit ikki undir lógini.
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið
Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið
avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið
øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.
Galatiabrævið 5:22 Galatiabrævið
Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti,
Galatiabrævið 5:23 Galatiabrævið
spakføri, fráhald. – Móti slíkum er lógin ikki.
Galatiabrævið 5:24 Galatiabrævið
Og tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, hava krossfest holdið við lystum og girndum tess.
Galatiabrævið 5:25 Galatiabrævið
Táið vit liva í Andanum, so latið eisini atburð okkara vera í Andanum!
Galatiabrævið 5:26 Galatiabrævið
Latið okkum ikki tráa eftir tómari æru, so vit eggja hvør annan og øvunda hvør annan!
Fyrra Pætursbrævið 2:16 Fyrra Pætursbrævið
sum fræls, tó ikki sum tey, ið hava frælsið til skjól óndskapar, nei, sum tænarar Guds.