frælsi
19 versir um "frælsi"
Versir
Síða 1 av 1Galatiabrævið 5:13 Galatiabrævið
Tit eru jú kallaðir til frælsi, brøður! Nýtið bert ikki frælsið holdinum til høvi, nei, tænið í kærleika hvør øðrum!
Jóhannes 8:36 Jóhannes
Fær tí Sonurin gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir.
Galatiabrævið 5:1 Galatiabrævið
Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok!
Seinna Korintbrævið 3:17 Seinna Korintbrævið
Og Harrin er Andin, og har sum Andi Harrans er, er frælsi.
Esaias 61:1 Esaias
Andi Harrans HARRANS er yvir Mær, av tí at HARRIN hevur salvað Meg at bera eyðmjúkum gleðiboð; Hann hevur sent Meg við grøðing til teirra, ið hava sundurbrotið hjarta, at boða fangum frælsi og bundnum, at tey skulu sleppa leys,
Jóhannes 8:32 Jóhannes
og tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“
Rómverjabrævið 6:22 Rómverjabrævið
Men nú tit eru loyst frá syndini og eru vorðin tænarar Guds, nú hava tit ávøkst tykkara: Tit verða heilaggjørd, og endin er ævigt lív.
Jákupsbrævið 1:25 Jákupsbrævið
Men tann, sum skoðar inn í fullkomnu lóg frælsisins – og heldur á við tí, so at hann verður ikki gloymskur hoyrari, men gerari verksins – hann skal vera sælur í verki sínum.
Sálmarnir 118:5 Sálmarnir
Út úr trongdini kallaði eg á HARRAN; HARRIN svaraði mær og leiddi meg út á rúmt land.
Sálmarnir 119:45 Sálmarnir
Lat meg ferðast um rúmt land! Tí eg spyrji eftir boðum Tínum.
Jeremias 34:8 Jeremias
Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM, eftir at Zedekias kongur hevði gjørt sáttmála við alt fólkið í Jerusalem um at boða frælsi,
Lukas 4:18 Lukas
„Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí,
Ápostlasøgan 13:38 Ápostlasøgan
So skulu tit tá vita, tit menn, brøður, at við Honum verður tykkum kunngjørd fyrigeving syndanna;
Ápostlasøgan 13:39 Ápostlasøgan
og frá øllum, sum tit ikki kundu verða rættvísgjørdir frá við Móselóg, verður í Honum hvør tann, sum trýr, rættvísgjørdur.
Rómverjabrævið 8:1 Rómverjabrævið
So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru.
Rómverjabrævið 8:2 Rómverjabrævið
Tí lóg lívsins Anda hevur í Kristi Jesusi loyst meg frá lóg syndarinnar og deyðans.
Fyrra Korintbrævið 6:12 Fyrra Korintbrævið
Eg havi loyvi til alt – men ikki alt er til gagn! Eg havi loyvi til alt – men eg má einki lata fáa vald á mær!
Fyrra Pætursbrævið 2:16 Fyrra Pætursbrævið
sum fræls, tó ikki sum tey, ið hava frælsið til skjól óndskapar, nei, sum tænarar Guds.
Seinna Pætursbrævið 2:19 Seinna Pætursbrævið
Tey lova teimum frælsi – tey, sum sjálv eru trælir spillunnar! – Tað, sum ein er sigraður av – trælur tess er hann eisini vorðin!