friður og kærleiki
7 versir um "friður og kærleiki"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“
Seinna Korintbrævið 13:11 Seinna Korintbrævið
Og síðani, brøður – gleðist, verðið fullkomnir, latið tykkum áminna, semjist, haldið frið – og so skal Gud kærleikans og friðarins vera við tykkum!
Judasarbrævið 1:2 Judasarbrævið
Miskunn, friður og kærleiki falli tykkum margfalt í lut!
Matteus 5:9 Matteus
Sæl eru tey, sum fáa frið í lag; tí tey skulu kallast børn Guds.
Jóhannes 14:27 Jóhannes
Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið!
Fyrra Korintbrævið 16:14 Fyrra Korintbrævið
Latið alt hjá tykkum verða gjørt í kærleika!
Jákupsbrævið 3:17 Jákupsbrævið
Vísdómurin omanífrá er fyrst reinur, síðani friðsamur, mildur, lagaligur, fullur av miskunn og góðum ávøkstum, uttan flokkakenslu – og ikki bert eiti.