Frelsari
65 versir um "Frelsari"
Versir
Síða 2 av 2Ápostlasøgan 14:24 Ápostlasøgan
Teir ferðaðust nú gjøgnum Pisidia og komu til Pamfýlia.
Ápostlasøgan 14:25 Ápostlasøgan
Táið teir høvdu talað orðið í Perge, fóru teir til Attalia.
Ápostlasøgan 14:26 Ápostlasøgan
Haðani fóru teir við skipi til Antiokia, staðið, har teir vóru fingnir náði Guds til verkið, ið teir nú høvdu fullført.
Ápostlasøgan 14:27 Ápostlasøgan
Táið teir komu hagar, kallaðu teir saman samkomuna og søgdu teimum frá stórverkunum, ið Gud hevði gjørt við teimum, og at Hann hevði latið heidningunum upp dyr trúarinnar.
Ápostlasøgan 14:28 Ápostlasøgan
Og so vórðu teir hjá lærisveinunum har ikki so stutta tíð.
Rómverjabrævið 15:13 Rómverjabrævið
Gud vónarinnar fylli tykkum við allari gleði og øllum friði í trúnni, so tit kunnu vera rík í vónini við kraft Heilaga Andans!
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið
ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.
Seinna Timoteusarbrævið 2:19 Seinna Timoteusarbrævið
Tó, fasti grundvøllur Guds stendur og hevur hetta innsigli: „Harrin kennir Síni“, og: „Hvør tann, sum nevnir navn Harrans, haldi seg frá órættvísi!“
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið
Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,
Seinna Timoteusarbrævið 3:17 Seinna Timoteusarbrævið
so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.
Titusarbrævið 2:13 Titusarbrævið
meðan vit vænta hina sælu vón og opinbering dýrdar hins stóra Guds og Frelsara okkara Jesu Krists,
Titusarbrævið 2:14 Titusarbrævið
sum gav Seg sjálvan fyri okkum at loysa okkum úr øllum lógloysi og reinsa Sær sjálvum ognarfólk, íðið til góð verk.
Seinna Pætursbrævið 3:9 Seinna Pætursbrævið
Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:7 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men liva vit í ljósinum – eins og Hann er í ljósinum – so hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesusar, Sonar Hansara, reinsar okkum frá allari synd.