Frelsari
65 versir um "Frelsari"
Versir
Síða 1 av 2Fyrra Jóhannesarbrævið 4:14 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og vit hava sæð og vitnað, at Faðirin hevur sent Son Sín, heiminum til Frelsara.
Lukas 1:47 Lukas
og andi mín gleðist í Gudi, Frelsara mínum;
Ápostlasøgan 4:12 Ápostlasøgan
Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.“
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Rómverjabrævið 5:8 Rómverjabrævið
men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið
Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Rómverjabrævið 8:38 Rómverjabrævið
Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir,
Rómverjabrævið 8:39 Rómverjabrævið
hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:3 Fyrra Timoteusarbrævið
Hetta er Gudi, Frelsara okkara, gott og tekkiligt,
Fyrra Timoteusarbrævið 2:4 Fyrra Timoteusarbrævið
Honum, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:2 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hann er bót fyri syndir okkara – og ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndir als heimsins.
Esaias 53:1 Esaias
Hvør trúði tí, ið vit hoyrdu, og hvørjum varð armur HARRANS opinberur!
Esaias 53:2 Esaias
Hann* rann upp sum veik planta fyri ásjón Hansara, sum rótskot úr turrari jørð; Hann var ikki fagur og hevði onga dýrd; vit sóu Hann, men Hann sá ikki so út, at vit kundu hava tokka til Hansara.
Esaias 53:3 Esaias
Vanvirdur var Hann – fólk vendi sær frá Honum – maður, fullur av pínum og kunnigur við sjúku; Hann var sum ein, ið fólk fjalir andlitið fyri, vanvirdur, vit roknaðu Hann fyri einki.
Esaias 53:4 Esaias
Men tað vóru sjúkur okkara, ið Hann bar, tað vóru pínur okkara, ið Hann legði á Seg – og vit hildu Hann vera heimsøktan, slignan og plágaðan av Gudi.
Esaias 53:5 Esaias
Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.
Esaias 53:6 Esaias
Vit viltust øll av leið sum seyður, vit vendu okkum hvør sín veg; men HARRIN læt falla á Hann skyldina, ið lá á okkum øllum.
Esaias 53:7 Esaias
Hann varð illa viðfarin, og Hann bar tað stillur, Hann læt ikki upp munnin – sum lamb, ið verður leitt avstað at verða dripið, og sum seyður, ið tegir, táið teir royta hann – Hann læt ikki upp munnin.
Esaias 53:8 Esaias
Við treinging og dómi varð Hann tikin burt – men hvør á døgum Hansara hugsaði tað, at táið Hann varð ryktur burt úr landi teirra, sum liva, var tað fyri brot fólks míns, plágan rámti Hann!
Esaias 63:9 Esaias
Í allari neyð teirra var eingin neyð; eingil andlits Hansara frelsti tey, og í kærleika Sínum og stóra mildleika Sínum endurloysti Hann tey, tók tey upp og bar tey dag eftir dag í farnum tíðum.
Matteus 1:20 Matteus
Meðan hann nú hugsaði um hetta, vísti eingil Harrans seg fyri honum í dreymi og segði: „Jósef, sonur Dávid! Óttast ikki at taka til tín Mariu, konu tína! Tí tað, sum í henni er gitið, er av Heilaga Andanum.
Matteus 1:21 Matteus
Hon skal eiga son, og tú skalt kalla navn Hansara Jesus; tí Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra.“
Markus 10:45 Markus
Tí Menniskjasonurin er heldur ikki komin at lata onnur tæna Sær, men at tæna og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.“
Lukas 2:11 Lukas
Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids.
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Ápostlasøgan 2:38 Ápostlasøgan
Pætur svaraði teimum: „Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.
Ápostlasøgan 13:23 Ápostlasøgan
Av ætt hansara læt Gud – eftir lyfti Sínum – Jesus koma, Ísrael til Frelsara,
Ápostlasøgan 14:1 Ápostlasøgan
Í Ikonium fóru teir nú saman inn í sýnagogu Jødanna og talaðu so, at stór mongd, bæði av Jødum og Grikkum, kom til trúgv.
Ápostlasøgan 14:2 Ápostlasøgan
Men Jødarnir, sum ikki vildu trúgva, vaktu øsing og illan hug hjá heidningunum móti brøðrunum.
Ápostlasøgan 14:3 Ápostlasøgan
Har vóru teir nú langa tíð og talaðu djarvir í Harranum, og Hann gav náðiorði Sínum vitnisburð og læt tekin og undur verða gjørd við hondum teirra.
Ápostlasøgan 14:4 Ápostlasøgan
Men fólkið í býnum býtti seg sundur; summi hildu við Jødunum, og summi við ápostlunum.
Ápostlasøgan 14:5 Ápostlasøgan
Táið nú stormur varð reistur móti teimum, bæði av heidningum og av Jødum við yvirmonnum teirra, at fara illa við teimum og steina teir
Ápostlasøgan 14:6 Ápostlasøgan
– og teir fingu hetta at vita – flýddu teir til býirnar Lýstra og Derbe í Lýkaonia og til landið har um vegir.
Ápostlasøgan 14:7 Ápostlasøgan
Har kunngjørdu teir evangeliið.
Ápostlasøgan 14:8 Ápostlasøgan
Í Lýstra sat maður, sum ongan mátt hevði í fótunum; hann var lamin frá móðurlívi og hevði aldri gingið.
Ápostlasøgan 14:9 Ápostlasøgan
Hann hoyrdi Paulus tala. Táið nú Paulus festi eyguni á hann og sá, at hann hevði trúgv at verða grøddur, segði hann hart:
Ápostlasøgan 14:10 Ápostlasøgan
„Reis teg og statt á fótum tínum!“ Tá sprakk hann upp og fór at ganga.
Ápostlasøgan 14:11 Ápostlasøgan
Táið fólkið sá tað, sum Paulus hevði gjørt, lyftu tey upp rødd sína og róptu á lýkaoniskum: „Gudarnir eru vorðnir menniskjum líkir og eru komnir niður til okkara!“
Ápostlasøgan 14:12 Ápostlasøgan
Tey kallaðu Barnabas Zeus; men Paulus kallaðu tey Hermes, av tí at tað var hann, ið førdi orðið.
Ápostlasøgan 14:13 Ápostlasøgan
Presturin í zeustemplinum, sum uttan fyri býin var, kom at portrunum við tarvum og kransum og ætlaði at ofra saman við fólkinum.
Ápostlasøgan 14:14 Ápostlasøgan
Men táið ápostlarnir, Barnabas og Paulus, hoyrdu hetta, skræddu teir klæði síni og lupu inn millum fólkið,
Ápostlasøgan 14:15 Ápostlasøgan
róptu og søgdu: „Tit menn! Hvat er tað, tit gera! Eisini vit eru menniskju, undir somu korum sum tit, og vit kunngera tykkum evangeliið, at tit skulu venda tykkum burt frá hesum tómu gudum til hin livandi Gud, sum hevur gjørt himmal, jørð, hav og alt, sum teimum er í,
Ápostlasøgan 14:16 Ápostlasøgan
Hann, sum í farnum tíðum læt allar heidningarnar ganga teirra egnu vegir;
Ápostlasøgan 14:17 Ápostlasøgan
tó læt Hann ikki Seg sjálvan uttan vitnisburð; tí Hann gjørdi gott, gav tykkum regn og fruktbarar tíðir av himli og mettaði hjørtu tykkara við føði og gleði.“
Ápostlasøgan 14:18 Ápostlasøgan
Og tað var nóg illa, at teir við at siga hetta fingu hildið fólkinum frá at ofra til sín.
Ápostlasøgan 14:19 Ápostlasøgan
Men nú komu nakrir Jødar hagar úr Antiokia og Ikonium. Teir fingu fólkið í sín part, og tey steinaðu Paulus og drógu hann út um býin, í teirri trúgv, at hann var deyður.
Ápostlasøgan 14:20 Ápostlasøgan
Men táið lærisveinarnir savnaðust rundan um hann, reistist hann og fór inn í býin. Og dagin eftir fór hann við Barnabasi avstað til Derbe.
Ápostlasøgan 14:21 Ápostlasøgan
Teir kunngjørdu nú evangeliið har í býnum og vunnu nógvar lærisveinar. So fóru teir aftur til Lýstra, Ikonium og Antiokia
Ápostlasøgan 14:22 Ápostlasøgan
og styrktu sálir lærisveinanna, ámintu tey um at standa føst í trúnni og søgdu teimum, at tað er gjøgnum nógvar trongdir, vit skulu ganga inn í ríki Guds.
Ápostlasøgan 14:23 Ápostlasøgan
So valdu teir teimum elstar í hvørji samkomu og fingu síðani við bøn og føstu Harranum tey, Honum, sum tey høvdu fest trúgv á.