frelsa pinkubarna

8 versir um "frelsa pinkubarna"

Versir

Síða 1 av 1
Fimta Mósebók 1:39 Fimta Mósebók

Smábørn tykkara, sum tit søgdu fóru at falla í fíggindahond – børn tykkara, sum í dag ikki duga at gera mun á góðum og illum – tey skulu koma inn hagar, teimum skal Eg geva tað, tey skulu taka tað í ogn.

5
Sálmarnir 51:5 Sálmarnir

Tí eg kenni misbrot míni, og synd mín er mær altíð fyri eyga.

5
Fyrra Korintbrævið 7:14 Fyrra Korintbrævið

Tí hin vantrúgvandi maðurin er halgaður við konuni, og hin vantrúgvandi konan er halgað við manninum; annars vóru jú børn tykkara órein, men nú eru tey heilag.

5
Titusarbrævið 3:5 Titusarbrævið

frelsti Hann okkum, ikki fyri rættvísiverk, ið vit høvdu gjørt, men eftir miskunn Síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í Heilaga Andanum,

5
Sálmarnir 58:3 Sálmarnir

Nei, í hjartanum upphugsa tit tað, sum ónt er, í landinum viga tit út yvirgangsverk handa tykkara.

4
Matteus 18:14 Matteus

Soleiðis er tað ikki vilji Faðirs tykkara, sum í Himli er, at so mikið sum eitt av hesum smáu skal fortapast.

4
Ápostlasøgan 2:39 Ápostlasøgan

Tí til tykkara er lyftið og til børn tykkara og til øll, sum langt burtur eru – so mong sum Harrin Gud okkara kallar.“

4
Jeremias 1:5 Jeremias

„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“

3