frelsa frá fíggindum
36 versir um "frelsa frá fíggindum"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 18:2 Sálmarnir
Hann sang:
Sálmarnir 18:17 Sálmarnir
Hann rætti hondina av hæddini og tók meg, dró meg upp úr hinum stóru vøtnum,
Lukas 1:71 Lukas
frelsu frá fíggindum okkara og frá hond alra teirra, ið hata okkum,
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Sálmarnir 55:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Við streingjaleiki. Songur. Eftir Dávid.
Sálmarnir 55:2 Sálmarnir
Gud, lurta eftir bøn míni, fjal Teg ikki fyri hjartans bønum mínum!
Sálmarnir 55:3 Sálmarnir
Vend Tær til mín og svara mær! Sorgarfullu hugsanir mínar fara higar og hagar, og eg rópi
Sálmarnir 55:4 Sálmarnir
undan rødd fíggindans, undan hinum gudleysa, ið kúgar meg; tí teir bólta vanlukku oman yvir meg, søkja at mær í vreiði.
Sálmarnir 55:5 Sálmarnir
Hjartað skelvur í brósti mínum, og deyðaræðslur eru falnar á meg.
Sálmarnir 55:6 Sálmarnir
Ótti og angist koma á meg, og ræðsla leggur seg oman yvir meg.
Sálmarnir 55:7 Sálmarnir
Og eg sigi: Eg vildi, at eg hevði veingir sum dúvan – so skuldi eg flogið burtur og søkt mær bústað,
Sálmarnir 55:8 Sálmarnir
ja, eg skuldi flýtt langt burtur, eg skuldi funnið mær herbergi í oyðimørkini! – Sela.
Sálmarnir 55:9 Sálmarnir
Eg skuldi skundað mær at leitað mær skjól fyri storminum og harðveðrinum!
Sálmarnir 55:10 Sálmarnir
– Gloyp teimum, HARRI, blanda tungumál teirra! Tí kúgan og ófrið síggi eg í staðnum.
Sálmarnir 55:11 Sálmarnir
Dag og nátt ganga teir rundan um hann á múrunum; óndskapur og vanlukka ráða har inni.
Sálmarnir 55:12 Sálmarnir
Ja, oyðing ræður har inni, yvirgangsverk og svik víkja ikki av torgum hansara.
Sálmarnir 55:13 Sálmarnir
Tí ikki er tað fíggindi, ið háðar meg – tað kundi eg borið; ikki er tað óvinur mín, ið ger seg stóran móti mær – honum kundi eg krógvað meg fyri;
Sálmarnir 55:14 Sálmarnir
nei, tað er tú, tú, ið vart javnlíki mín, vinur og kunningur mín,
Sálmarnir 55:15 Sálmarnir
tú, ið livdi saman við mær í søtari samveru, gekst saman við mær til hús Guds í hinum glaða hátíðarskara.
Sálmarnir 55:16 Sálmarnir
Lat deyðan ráma teir! Lat teir fara livandi niður í deyðaríkið! Tí óndskapur ræður í bústaði teirra, í hjarta teirra.
Sálmarnir 55:17 Sálmarnir
Men eg rópi til Gud – HARRIN skal frelsa meg!
Sálmarnir 55:18 Sálmarnir
Kvøld, morgun og middag skal eg rópa og suffa, og Hann skal hoyra rødd mína;
Sálmarnir 55:19 Sálmarnir
Hann endurloysir sál mína og gevur henni frið, so teir fáa ikki komið mær nær – tí mangir eru teir ímóti mær!
Sálmarnir 55:20 Sálmarnir
Gud, sum frá forðum situr í hásæti, Hann skal hoyra og svara teimum – sela – teimum, ið ikki vilja verða øðrvísi, og sum ikki óttast Gud.
Sálmarnir 55:21 Sálmarnir
Hann* leggur hond á vinir, brýtur sáttmála sín.
Sálmarnir 55:22 Sálmarnir
Hálari enn smør eru orðini av munni hansara, men hugur til stríð fyllir hjarta hansara; orð hansara eru mjúkari enn olja, og tó eru tey drigin svørð.
Sálmarnir 55:23 Sálmarnir
Kasta byrði tína á HARRAN! Hann skal halda tær uppi, Hann skal ikki í allar ævir lata hin rættvísa vikast.
Seinna Sámuelsbók 22:18 Seinna Sámuelsbók
bjargaði mær undan sterka fígginda mínum, undan teimum, ið hataðu meg – teir vóru mær ov sterkir.
Ápostlasøgan 16:31 Ápostlasøgan
Teir svaraðu: „Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur, tú og hús títt!“
Galatiabrævið 5:1 Galatiabrævið
Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok!
Jákupsbrævið 1:21 Jákupsbrævið
Leggið tí av alla óreinsku og allan óndskap, sum enn er eftir, og takið við spakføri móti orðinum, sum plantað er í tykkum, og sum er ment at frelsa sálir tykkara!