freistingar

10 versir um "freistingar"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið

Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.

8
Markus 14:38 Markus

Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting! Andin er til reiðar, men holdið er veikt.“

6
Jákupsbrævið 4:7 Jákupsbrævið

Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!

5
Hebrearabrævið 2:18 Hebrearabrævið

Tí við tað at Hann sjálvur hevur liðið, kann Hann – sum tann, ið sjálvur er freistaður – koma teimum til hjálpar, sum freistað verða.

3
Matteus 6:13 Matteus

Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá illum! Tí Títt er ríkið og valdið, Tín er heiðurin, í allar ævir. Amen.“

2
Lukas 22:40 Lukas

Táið Hann var komin til staðið, segði Hann við teir: „Biðið um ikki at koma í freisting!“

2
Efesusbrævið 4:27 Efesusbrævið

og gevið ikki Djevulinum rúm!

2
Jákupsbrævið 1:2 Jákupsbrævið

Brøður mínir! Roknið tað fyri bera gleði, táið tit koma í alskyns freistingar!

2
Jákupsbrævið 1:3 Jákupsbrævið

Tit vita jú, at táið trúgv tykkara verður roynd, virkar tað tol.

2
Jákupsbrævið 1:4 Jákupsbrævið

Og latið tolið leiða til fullkomið verk, so tit kunnu vera fullkomnir og heilir, og einki vantar á hjá tykkum!

2