framtíð
13 versir um "framtíð"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 16:9 Orðtøkini
Hjarta menniskjans upphugsar veg tess, men HARRIN stýrir fetum tess.
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Jákupsbrævið 4:13 Jákupsbrævið
Og nú, tit sum siga: „Í dag ella í morgin fara vit til tann ella tann bý og verða har eitt ár, handla og hava vinning!“
Jákupsbrævið 4:14 Jákupsbrævið
– tit, sum vita ikki, hvat í morgin fer at henda! Hvat er lív tykkara! Tit eru jú roykur, ið sæst lítla stund og er so burtur.
Jákupsbrævið 4:15 Jákupsbrævið
Í tann stað skuldu tit sagt: „Um Harrin vil, og vit liva, skulu vit gera hetta ella hatta!“
Esaias 40:31 Esaias
Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Sálmarnir 119:105 Sálmarnir
Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.
Orðtøkini 19:21 Orðtøkini
Mangar hugsanir eru í hjarta mansins, men ráð HARRANS er tað, ið fast stendur.
Prædikarin 7:14 Prædikarin
Hin góða dag skalt tú vera í góðum lagi, og hin ónda dag skalt tú minnast, at Gud hevur gjørt hann við, líka væl sum hin, fyri at menniskjan skal vita, at hon hevur einki eftir at vænta sær.
Matteus 11:28 Matteus
Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!
Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“
Rómverjabrævið 15:13 Rómverjabrævið
Gud vónarinnar fylli tykkum við allari gleði og øllum friði í trúnni, so tit kunnu vera rík í vónini við kraft Heilaga Andans!