frá gentu til kvinnu
9 versir um "frá gentu til kvinnu"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 46:5 Sálmarnir
Ein á er – streymar hennara gleða stað Guds, heilaga bústað hins Hægsta.
Orðtøkini 11:16 Orðtøkini
Yndislig kvinna vinnur heiður – og yvirgangskroppar vinna ríkidømi!
Orðtøkini 31:25 Orðtøkini
Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti.
Orðtøkini 31:26 Orðtøkini
Hon letur upp munnin við vísdómi, og kærleiksáminning er á tungu hennara.
Lukas 1:45 Lukas
Og sæl er hon, ið trúði; tí tað skal ganga út, sum henni er sagt av Harranum.“
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Orðtøkini 31:30 Orðtøkini
Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.
Fyrra Korintbrævið 15:10 Fyrra Korintbrævið
Men av náði Guds eri eg tað, sum eg eri, og náði Hansara móti mær hevur ikki verið til einkis; nei, eg havi arbeitt meir enn teir allir – tó ikki eg, men náði Guds, sum við mær er.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:11 Fyrra Timoteusarbrævið
Kvinnur skulu somuleiðis hava sámiligan atburð, ikki vera baktalandi, men fráhaldandi, trúgvar í øllum.