Frø

131 versir um "Frø"

Versir

Síða 3 av 3
Lukas 8:28 Lukas

Táið hann sá Jesus, skar hann í róp, fall niður fyri Honum og rópti: „Hvat havi eg við Teg at gera, Jesus, Sonur hins Hægsta Guds! Eg biði Teg um, at Tú pínir meg ikki.“

2
Lukas 8:29 Lukas

Tí Hann beyð hinum óreina andanum at fara út úr manninum. Mangan hevði hann gripið hann; og hann varð bundin við leinkjum og fótjørnum, og vakt varð hildin yvir honum; men hann sleit sundur tað, sum hann varð bundin við, og varð av hinum illa andanum rikin út í oyðimarkirnar.

2
Lukas 8:30 Lukas

Jesus spurdi hann nú: „Hvussu eitur tú?“ Hann svaraði: „Legión“ – tí nógvir illir andar vóru farnir í hann.

2
Lukas 8:31 Lukas

Og teir bóðu Hann um ikki at siga við teir, at teir skuldu fara niður í avgrundina.

2
Lukas 8:32 Lukas

Nú var har stórt svínafylgi, sum lá og át á fjallinum; teir bóðu Hann tá loyva sær at fara í svínini, og Hann gav teimum loyvi til tað.

2
Lukas 8:33 Lukas

Tá fóru hinir illu andarnir út úr manninum og í svínini, og fylgið stoytti sær út av bakkanum í vatnið og druknaði.

2
Lukas 8:34 Lukas

Men táið hirðarnir sóu tað, sum hent hevði, flýddu teir og søgdu frá tí inni í staðnum og í bygdunum.

2
Lukas 8:35 Lukas

Fólk kom tá út at síggja tað, sum hent hevði; tey komu til Jesus og funnu mannin, ið hinir illu andarnir vóru farnir út úr, sitandi við føtur Jesusar, ílatnan og við seg sjálvan; tá óttaðust tey.

2
Lukas 8:36 Lukas

Teir, ið sæð høvdu, søgdu teimum nú frá, hvussu hann, ið settur hevði verið av illum andum, var hjálpin.

2
Lukas 8:37 Lukas

Alt fólkið á teimum leiðum har hjá Gadarenum bað Hann tá um at fara burt frá sær; tí stór ræðsla var á teimum. So fór Hann í bátin og fór avstað aftur.

2
Lukas 8:38 Lukas

Men maðurin, sum hinir illu andarnir vóru farnir út úr, bað Hann loyva sær at vera hjá Honum; men Hann læt hann fara frá Sær og segði:

2
Lukas 8:39 Lukas

„Far heimaftur til tín sjálvs og sig frá stórverkunum, ið Gud hevur gjørt fyri teg!“ Tá fór hann avstað og kunngjørdi um allan býin stórverkini, ið Jesus hevði gjørt fyri hann.

2
Lukas 8:40 Lukas

Táið Jesus nú kom aftur, tók fólkið ímóti Honum, tí øll bíðaðu eftir Honum.

2
Lukas 8:41 Lukas

Tá kom har maður, ið æt Jairus, og sum var fyristøðumaður fyri sýnagoguni; hann fall niður fyri fótum Jesusar og bað Hann koma inn hjá sær;

2
Lukas 8:42 Lukas

tí einkadóttir hansara – hon var um tólv ár – lá og stríddist. Táið nú Jesus fór avstað, trokaðist fólkið um Hann.

2
Lukas 8:43 Lukas

Og ein kvinna, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, og hevði latið alt, ið hon átti, til læknar og onga hjálp kunnað fingið frá nøkrum,

2
Lukas 8:44 Lukas

kom aftanífrá og nam við klædnafald Hansara; við tað sama steðgaði blóðsótt hennara.

2
Lukas 8:45 Lukas

Tá spurdi Jesus: „Hvør var tað, sum nam við Meg?“ Táið eingin vildi vera við tað, søgdu Pætur og teir, ið við Honum vóru: „Meistari, fólkið trokar og treingir Teg jú!“

2
Lukas 8:46 Lukas

Men Jesus segði: „Onkur nam við Meg; tí Eg kendi, at kraft gekk út frá Mær.“

2
Lukas 8:47 Lukas

Táið kvinnan nú sá, at tað var ikki dult, kom hon skelvandi og fall niður fyri Honum og segði, so alt fólkið hoyrdi, hví hon hevði nomið við Hann, og hvussu hon við tað sama varð grødd.

2
Lukas 8:48 Lukas

Tá segði Hann við hana: „Dóttirin, trúgv tín hevur frelst teg; far í friði!“

2
Lukas 8:49 Lukas

Meðan Hann enn talaði, kom ein heiman frá sýnagogustjóranum og segði við hann: „Dóttir tín er deyð; ómaka ikki Meistaran!“

2
Lukas 8:50 Lukas

Men táið Jesus hoyrdi tað, segði Hann við hann: „Óttast ikki, trúgv bert, so skal hon verða frísk!“

2
Lukas 8:51 Lukas

Táið Hann so kom til húsið, loyvdi Hann ongum at koma inn við Sær uttan Pæturi, Jóhannesi og Jákupi og faðir og móður gentuna.

2
Lukas 8:52 Lukas

Tey grótu øll har og venaðu seg uppi yvir henni; men Hann segði: „Grátið ikki! Hon er ikki deyð, hon svevur.“

2
Lukas 8:53 Lukas

Tá læðu tey at Honum; tey vistu jú, at hon var deyð.

2
Lukas 8:54 Lukas

Men Hann tók í hond hennara og rópti: „Genta, reis teg upp!“

2
Lukas 8:55 Lukas

Tá kom andi hennara aftur, og hon reistist upp alt fyri eitt; og Hann beyð, at tey skuldu geva henni at eta.

2
Lukas 8:56 Lukas

Foreldur hennara vórðu ovfarin. Men Hann beyð teimum ongum at siga tað, sum hent hevði.

2
Jóhannes 12:24 Jóhannes

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, verður bert hitt eina kornið, men doyr tað, ber tað nógvan ávøkst.

2
Seinna Korintbrævið 9:10 Seinna Korintbrævið

Og Hann, sum gevur sáðmanninum sáð og breyð at eta, skal eisini geva tykkum sáð og lata tað økjast og lata ávøkstir rættvísi tykkara taka til,

2