Frø
131 versir um "Frø"
Versir
Síða 1 av 3Fyrsta Mósebók 1:29 Fyrsta Mósebók
Framvegis segði Gud: „Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.
Matteus 13:1 Matteus
Sama dagin fór Jesus frá húsum og settist við vatnið.
Matteus 13:2 Matteus
Tá savnaðist nógv fólk um Hann. Tí fór Hann í bát og settist har, og alt fólkið stóð inni á landi.
Matteus 13:3 Matteus
Hann talaði nú nógv til teirra í líknilsum. Hann segði: „Sáðmaður fór út at sáa.
Matteus 13:4 Matteus
Í tí hann sáaði, fall nakað við vegin, og fuglarnir komu og ótu tað upp.
Matteus 13:5 Matteus
Nakað fall í gaddajørð, har tað ikki hevði nógva mold. Tað kom við tað sama upp, við tað at har var ikki djúpt.
Matteus 13:6 Matteus
Men táið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað.
Matteus 13:7 Matteus
Nakað fall millum tornir; og tornirnir vuksu upp og køvdu tað.
Matteus 13:8 Matteus
Men nakað fall í góða jørð, og tað bar grøði, sumt hundraðfalda, sumt sekstifalda og sumt tríatifalda.
Matteus 13:9 Matteus
Tann, ið oyru hevur, hann hoyri!“
Matteus 13:10 Matteus
Tá komu lærisveinarnir til Hansara og søgdu við Hann: „Hví talar Tú til teirra í líknilsum?“
Matteus 13:11 Matteus
Hann svaraði: „Tí – tykkum er givið at kenna loyndarmál Himmiríkis ríkis; men teimum er tað ikki givið.
Matteus 13:12 Matteus
Tí honum, ið hevur, skal verða givið, so hann skal hava yvirflóð; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur.
Matteus 13:13 Matteus
Tí tali Eg til teirra í líknilsum – av tí at tey við síggjandi eygum einki síggja og við hoyrandi oyrum einki hoyra, ei heldur fata.
Matteus 13:14 Matteus
Soleiðis verður tað, sum Esaias profeteraði, uppfylt á teimum – táið hann sigur: „Við hoyrandi oyrum skulu tit hoyra og tó einki fata, og við síggjandi eygum skulu tit síggja og tó einki skilja.
Matteus 13:15 Matteus
Tí hjartað í hesum fólki er vorðið hart; við oyrunum hoyra tey tungliga, og eygu síni hava tey latið aftur – fyri at tey skulu ikki síggja við eygunum og hoyra við oyrunum og skilja við hjartanum – og venda við, so Eg kundi grøtt tey.“
Matteus 13:16 Matteus
Men sæl eru eygu tykkara, tí tey síggja, og oyru tykkara, tí tey hoyra.
Matteus 13:17 Matteus
Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Mangir profetar og rættvísir tráaðu eftir at síggja tað, sum tit síggja, og sóu tað ikki, og at hoyra tað, sum tit hoyra, og hoyrdu tað ikki.
Matteus 13:18 Matteus
So hoyrið tit nú líknilsið um sáðmannin!
Matteus 13:19 Matteus
Táið onkur hoyrir orðið um ríkið og fatar tað ikki, kemur hin óndi og rívur burt tað, sum sáað var í hjarta hansara; hesin er tað, sum sáað varð við vegin.
Matteus 13:20 Matteus
Tað, sum sáað varð í gaddajørð, er tann, ið hoyrir orðið og alt fyri eitt tekur við tí við gleði.
Matteus 13:21 Matteus
Men hann hevur ikki rót í sær og heldur út bert eina tíð; táið so trongd og atsókn kemur fyri orðsins skuld, verður hann fyri falli við tað sama.
Matteus 13:22 Matteus
Tað, sum sáað varð millum tornir, er tann, ið hoyrir orðið, men tímilig stúran og svikaliga lokkan ríkdómsins køvir tað, so tað ongan ávøkst ber.
Matteus 13:23 Matteus
Men tað, sum sáað varð í góða jørð, er tann, ið hoyrir orðið og fatar tað, og sum so ber ávøkst; ein gevur hundraðfaldan, ein sekstifaldan og ein tríatifaldan.“
Matteus 13:24 Matteus
Annað líknilsi setti Hann teimum fram; Hann segði: „Ríki Himmiríkis er at líkna við mann, sum sáaði gott sáð í veltu sína.
Matteus 13:25 Matteus
Men meðan fólkið svav, kom fíggindi hansara og sáaði illgras millum hveitina og fór so burtur.
Matteus 13:26 Matteus
Táið nú sáðið vaks upp og bar grøði, kom eisini illgrasið til sjóndar.
Matteus 13:27 Matteus
Tænarar húsbóndans komu tá og søgdu við hann: „Harri! Sáaði tú ikki gott sáð í veltu tína? Hvaðani hevur hon tá fingið illgrasið?“
Matteus 13:28 Matteus
Hann svaraði teimum: „Tað hevur ein fíggindi gjørt.“ Tænararnir søgdu við hann: „Vilt tú tá, at vit skulu fara og sanka tað saman?“
Matteus 13:29 Matteus
Men hann segði: „Nei; tí tá kunnu tit koma at slíta upp hveitina við, saman við illgrasinum, táið tit sanka tað saman.
Matteus 13:30 Matteus
Latið bæði vaksa saman til heystar! Táið so akurin skal skerast, skal eg siga við teir, ið skera hann: Sankið fyrst illgrasið saman og bindið tað í bundi til at brenna, men savnið hveitina inn í løðu mína!““
Matteus 13:31 Matteus
Annað líknilsi setti Hann fram fyri teir; Hann segði: „Ríki Himmiríkis er líkt sinnopskorni, sum maður tók og sáaði í veltu sína.
Matteus 13:32 Matteus
Víst er tað minni enn alt annað fræ; men táið tað veksur upp, er tað størri enn urtirnar og verður træ, so fuglar himmalsins koma og byggja reiður í greinum tess.“
Matteus 13:33 Matteus
Annað líknilsi talaði Hann til teirra: „Ríki Himmiríkis er líkt súrdeiggi, sum kvinna tók og legði í trý mál av mjøli, inntil tað var súrgað alt samalt.“
Matteus 13:34 Matteus
Alt hetta talaði Jesus í líknilsum til fólkið, og uttan líknilsi talaði Hann einki til teirra –
Matteus 13:35 Matteus
fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við profetinum, ið sigur: „Eg skal lata upp munnin í líknilsum, eg skal bera fram tað, ið dult hevur verið, frá tí heimurin varð grundaður.“
Matteus 13:36 Matteus
So læt Hann fólkið fara og fór til hús. Og lærisveinar Hansara komu til Hansara og søgdu: „Útlegg okkum líknilsið um illgrasið í veltuni!“
Matteus 13:37 Matteus
Hann svaraði: „Tann, ið sáar hitt góða sáðið, er Menniskjasonurin;
Matteus 13:38 Matteus
veltan er heimurin, hitt góða sáðið er børn ríkisins; men illgrasið er børn hins ónda;
Matteus 13:39 Matteus
fíggindin, ið sáaði tað, er Djevulin; heystið er endi tíðarinnar; teir, ið skera akurin, eru einglar.
Matteus 13:40 Matteus
Sum nú illgrasið verður sankað saman og brent upp, so skal eisini verða, táið henda tíð er á enda.
Matteus 13:41 Matteus
Menniskjasonurin skal senda út einglar Sínar, og teir skulu sanka saman úr ríki Hansara alt tað, sum voldir fall, og tey, sum gera órætt.
Matteus 13:42 Matteus
Og teir skulu kasta tey í eldsovnin; har skal vera grátur og tannagrísl.
Matteus 13:43 Matteus
Tá skulu hini rættvísu skína sum sólin í ríki Faðirs síns. Tann, ið oyru hevur, hann hoyri!
Matteus 13:44 Matteus
Ríki Himmiríkis er líkt skatti, sum fjaldur lá í jørðini. Maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda skatt fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti ta jørðina.
Matteus 13:45 Matteus
Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt keypmanni, ið leitaði eftir vøkrum perlum.
Matteus 13:46 Matteus
Táið hann nú fann dýrabara perlu, fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti hana.
Matteus 13:47 Matteus
Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt nót, sum sett verður í sjógvin og savnar fisk av øllum sløgum.
Matteus 13:48 Matteus
Táið hon so er full, draga teir hana á land og seta seg niður og savna hinar góðu upp í íløt, men kasta burtur hinar vánaligu.
Matteus 13:49 Matteus
Soleiðis skal ganga, táið tíðin er at enda. Einglarnir skulu fara út og skilja hini óndu burtur úr hinum rættvísu