fótatvottur

44 versir um "fótatvottur"

Versir

Síða 1 av 1
Jóhannes 13:14 Jóhannes

Havi nú Eg, Harrin og Meistarin, vaskað tykkum um føturnar, eiga eisini tit at vaska hvør øðrum um føturnar.

7
Jóhannes 13:8 Jóhannes

Pætur segði við Hann: „Aldri í allar ævir skalt Tú vaska mær um føturnar!“ Jesus svaraði honum: „Vaski Eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við Mær.“

5
Fyrsta Mósebók 18:4 Fyrsta Mósebók

Lat okkum fara eftir einum sindri av vatni, so tit fáa vaskað tykkum um føturnar, og hvílið tykkum undir trænum!

4
Jóhannes 13:1 Jóhannes

Fyri páskahøgtíðina hendi hetta. Jesus visti, at tími Hansara var komin, at Hann skuldi fara burtur úr hesum heimi til Faðirin; og sum Hann hevði elskað Síni egnu, sum í heiminum vóru, so elskaði Hann tey líka til endan.

4
Jóhannes 13:2 Jóhannes

Teir hildu kvøldmáltíð, og Djevulin hevði longu skotið Judasi Iskariot, syni Símun, inn í hjartað, at hann skuldi svíkja Hann.

4
Jóhannes 13:3 Jóhannes

Og Jesus visti, at Faðirin hevði givið Honum alt í hendur, og at Hann var gingin út frá Gudi og fór til Gud.

4
Jóhannes 13:4 Jóhannes

Tá reisti Hann seg frá máltíðini, legði klæði Síni av Sær og tók línklæði og bant upp fyri Seg.

4
Jóhannes 13:5 Jóhannes

So helti Hann vatn í fat og fór at vaska lærisveinunum um føturnar og turkaði teimum við línklæðinum, ið Hann hevði bundið upp fyri Seg.

4
Jóhannes 13:6 Jóhannes

Hann kom tá til Símun Pætur. Hann segði við Hann: „Harri, vaskar Tú mær um føturnar!“

4
Jóhannes 13:7 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Tað, sum Eg geri, skilir tú ikki nú; men tú fert at skilja tað seinni.“

4
Jóhannes 13:9 Jóhannes

Tá segði Símun Pætur við Hann: „Harri, ikki bert um føturnar, men um hendurnar og høvdið við!“

4
Jóhannes 13:10 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Tann, ið baðaður er, honum nýtist bert at vaska sær um føturnar; tí hann er reinur, allur sum hann er. Og tit eru reinir – tó ikki allir.“

4
Jóhannes 13:11 Jóhannes

– Tí Hann visti, hvør hann var, sum svíkja Hann skuldi; tí segði Hann: „Tit eru ikki reinir allir.“

4
Jóhannes 13:12 Jóhannes

Táið Hann nú hevði vaskað teimum um føturnar, latið Seg í klæðini og sett Seg aftur til borðs, segði Hann við teir: „Skilja tit, hvat Eg havi gjørt við tykkum?

4
Jóhannes 13:13 Jóhannes

Tit kalla Meg Meistara og Harra, og tit siga satt, tí Eg eri tað.

4
Jóhannes 13:15 Jóhannes

Tí Eg havi givið tykkum fyridømi, so tit skulu gera, sum Eg havi gjørt við tykkum.

4
Jóhannes 13:16 Jóhannes

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tænarin er ikki størri enn harri hansara; ei heldur er ein, sum sendur er, størri enn hann, ið sendi hann.

4
Jóhannes 13:17 Jóhannes

Táið tit vita hetta – sælir eru tit, um tit gera tað!

4
Jóhannes 13:18 Jóhannes

Eg tali ikki um tykkum allar; Eg veit, hvørjar Eg havi útvalt. Men skriftin mátti ganga út: „Hann, ið etur breyðið við Mær, hevur lyft hæl sín móti Mær.“

4
Jóhannes 13:19 Jóhannes

Frá hesi stund sigi Eg tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit, táið tað hevur hent, skulu trúgva, at tað eri Eg.

4
Jóhannes 13:20 Jóhannes

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum tekur ímóti honum, ið Eg sendi, tekur ímóti Mær, og tann, sum tekur ímóti Mær, tekur ímóti Honum, ið sendi Meg.“

4
Jóhannes 13:21 Jóhannes

Táið Jesus hetta hevði sagt, varð Hann ógvuliga rørdur í andanum, vitnaði og segði: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Ein tykkara fer at svíkja Meg!“

4
Jóhannes 13:22 Jóhannes

Tá hugdu lærisveinarnir hvør upp á annan og hugsaðu, hvønn Hann mundi tala um.

4
Jóhannes 13:23 Jóhannes

Nú var ein av lærisveinum Hansara, sum sat til borðs undir lið Jesusar, hann, sum Jesus elskaði.

4
Jóhannes 13:24 Jóhannes

Til hansara nikkaði Símun Pætur og segði við hann: „Sig, hvønn tað er, Hann tosar um!“

4
Jóhannes 13:25 Jóhannes

Hann hallaði sær tá inn at brósti Jesusar og segði við Hann: „Harri, hvør er tað?“

4
Jóhannes 13:26 Jóhannes

Jesus svaraði: „Tað er hann, sum Eg gevi bitan, ið Eg dyppi.“ So dyppaði Hann bitan og gav Judasi Iskariot, syni Símun.

4
Jóhannes 13:27 Jóhannes

Og eftir at hann hevði fingið bitan, fór Satan í hann. Jesus segði tá við hann: „Tað, sum tú gert – ger tað skjótt!“

4
Jóhannes 13:28 Jóhannes

Men eingin av teimum, ið sótu til borðs, skilti, hví Hann segði hetta við hann.

4
Jóhannes 13:29 Jóhannes

Við tað at Judas hevði pungin undir hond, hugsaðu summir, at tað, sum Jesus segði við hann, var: „Keyp tað, ið okkum nýtist til høgtíðina!“ – ella at hann skuldi geva hinum fátæku nakað.

4
Jóhannes 13:30 Jóhannes

Táið hann nú hevði fingið bitan, fór hann alt fyri eitt út. Nátt var.

4
Jóhannes 13:31 Jóhannes

Táið hann var út farin, segði Jesus: „Nú er Menniskjasonurin vorðin dýrmætur, og Gud er vorðin dýrmætur í Honum.

4
Jóhannes 13:32 Jóhannes

Er Gud vorðin dýrmætur í Honum, skal Gud eisini gera Hann dýrmætan í Sær, og Hann skal skjótt gera Hann dýrmætan.

4
Jóhannes 13:33 Jóhannes

Børn Míni! Lítla stund enn eri Eg hjá tykkum; tit fara at leita eftir Mær; og sum Eg segði við Jødarnar: „Hagar sum Eg fari, kunnu tit ikki koma,“ sigi Eg nú eisini við tykkum.

4
Jóhannes 13:34 Jóhannes

Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan.

4
Jóhannes 13:35 Jóhannes

Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir – at tit hava kærleika hvør til annan.“

4
Jóhannes 13:36 Jóhannes

Tá segði Símun Pætur við Hann: „Harri, hvar fert Tú?“ Jesus svaraði: „Hagar sum Eg fari, kanst tú ikki fylgja Mær nú, men tú skalt fylgja Mær seinni.“

4
Jóhannes 13:37 Jóhannes

Pætur segði við Hann: „Harri, hví kann eg ikki fylgja Tær nú? Eg skal geva lív mítt fyri Teg!“

4
Jóhannes 13:38 Jóhannes

Jesus svaraði: „Skalt tú geva lív títt fyri Meg? Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Hanin fer ikki at gala, fyrrenn tú tríggjar ferðir hevur avnoktað Meg!“

4
Fyrra Timoteusarbrævið 5:10 Fyrra Timoteusarbrævið

hevur vitnisburð um góð verk, hevur fostrað upp børn, víst gestablíðskap, vaskað heilagum um føturnar, hjálpt neyðstøddum, lagt seg eftir øllum góðum verki.

4
Fyrsta Mósebók 24:32 Fyrsta Mósebók

Maðurin kom nú til hús og tók av kamelunum; Laban bar hálm og fóður til kamelarnar og kom við vatni til mannin og teir, ið við honum vóru, at vaska sær um føturnar í.

3
Lukas 7:44 Lukas

So vendi Hann Sær móti kvinnuni og segði við Símun: „Sært tú hesa kvinnu! Eg kom inn hjá tær – tú gavst Mær ikki vatn til føtur Mínar, men hon vætti føtur Mínar við tárum sínum og turkaði teir við hári sínum.

3
Fyrsta Mósebók 19:2 Fyrsta Mósebók

og segði: „Harrar mínir! Komið inn hjá tænara tykkara og gistið her í nátt, og vaskið tykkum um føturnar! So kunnu tit í morgin ári halda fram leið tykkara.“ Men teir svaraðu: „Nei, vit ætla at verða á vegnum í nátt!“

2
Fyrra Sámuelsbók 25:41 Fyrra Sámuelsbók

Tá reistist hon, boygdi seg við andlitinum til jarðar og segði: „Her er tænastukvinna tín, til reiðar at verða trælkvinna tín og vaska tænarum harra míns um føturnar!“

2