Forvalari

24 versir um "Forvalari"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Pætursbrævið 4:10 Fyrra Pætursbrævið

Eftir sum ein og hvør hevur fingið náðigávu, tænið soleiðis hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir margfaldu náði Guds!

4
Matteus 25:14 Matteus

Tí tað er eins og maður, ið ætlaði at fara burt í annað land og kallaði til sín tænarar sínar og gav teimum upp í hendur tað, sum hann átti.

3
Matteus 25:15 Matteus

Ein læt hann fáa fimm talentir, annan tvær, uppaftur annan eina, hvønn eftir førimuni hansara; so fór hann burt í annað land.

3
Matteus 25:16 Matteus

Tann, ið hevði fingið hinar fimm talentirnar, fór nú og handlaði við teimum og vann aðrar fimm talentir.

3
Matteus 25:17 Matteus

Somuleiðis tann, ið hevði fingið hinar tvær – hann vann aðrar tvær.

3
Matteus 25:18 Matteus

Men tann, ið hevði fingið hina einu, fór avstað og gróv í jørðina og fjaldi pening harra síns.

3
Matteus 25:19 Matteus

Táið long tíð var umliðin, kom harrin hjá hesum tænarum og helt roknskap við teir.

3
Matteus 25:20 Matteus

Tann, ið hevði fingið hinar fimm talentirnar, steig tá fram og hevði við sær aðrar fimm talentir; hann segði: „Harri! Tú lætst meg fáa fimm talentir; hygg, eg havi vunnið aðrar fimm talentir!“

3
Matteus 25:21 Matteus

Harri hansara segði við hann: „Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!“

3
Matteus 25:22 Matteus

So steig eisini tann fram, sum hevði fingið hinar tvær talentirnar; hann segði: „Harri! Tú lætst meg fáa tvær talentir; hygg, eg havi vunnið aðrar tvær talentir!“

3
Matteus 25:23 Matteus

Harri hansara segði við hann: „Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!“

3
Matteus 25:24 Matteus

Síðani steig eisini tann fram, sum hevði fingið hina einu talentina; hann segði: „Harri! Eg kendi teg, at tú ert harður maður, sum heystar, har tú ikki sáaði, og savnar, har tú ikki stroyddi;

3
Matteus 25:25 Matteus

tí óttaðist eg og fór avstað og fjaldi talent tína í jørðini; hygg, her hevur tú títt!“

3
Matteus 25:26 Matteus

Tá svaraði Harri hansara honum: „Óndi og lati tænari tín! Tú visti, at eg heysti, har eg ikki sáaði, og savni, har eg ikki stroyddi.

3
Matteus 25:27 Matteus

Tí skuldi tú sett pening mín inn hjá peningavekslarunum, so eg fekk mítt aftur við rentu, táið eg kom heim.

3
Matteus 25:28 Matteus

Takið tí hasa talentina frá honum, og latið hann, ið hevur hinar tíggju talentirnar, fáa hana!

3
Matteus 25:29 Matteus

Tí hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið, og hann skal hava yvirflóð; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur.

3
Matteus 25:30 Matteus

Og kastið hin ónýta tænaran út í myrkrið uttanfyri!“ – Har skal vera grátur og tannagrísl!

3
Fyrra Korintbrævið 4:2 Fyrra Korintbrævið

– Annars krevst av húshaldarum, at teir skulu finnast at vera trúgvir.

3
Lukas 16:10 Lukas

Tann, sum er trúgvur í hinum minsta, er eisini trúgvur í nógvum, og tann, sum er órættvísur í hinum minsta, er eisini órættvísur í nógvum.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 6:17 Fyrra Timoteusarbrævið

Teimum, sum rík eru í tíðini, sum nú er, skalt tú áleggja, at tey mugu ikki vera hugmóðig, ei heldur seta vón sína á hitt ótrygga ríkidømi, men á Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 6:18 Fyrra Timoteusarbrævið

Álegg teimum at gera gott, vera rík í góðum verkum, gávumild, góðgerin,

2
Fyrra Timoteusarbrævið 6:19 Fyrra Timoteusarbrævið

og soleiðis savna sær niðurfyri góðan grundvøll fyri tíðina, ið kemur, so tey kunnu grípa hitt sanna lív!

2
Titusarbrævið 1:7 Titusarbrævið

Tí umsjónarmaður skal vera ólastandi sum húshaldari Guds, ikki sjálvgóður, ikki illførur, ikki drykkjumaður, ikki bardagamaður, ikki gjarnur eftir ljótum vinningi,

2