foreldur og børn
16 versir um "foreldur og børn"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 22:6 Orðtøkini
Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
Efesusbrævið 6:4 Efesusbrævið
Og tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, nei, fostrið tey upp í tykt og áminning Harrans!
Onnur Mósebók 20:12 Onnur Mósebók
Ær faðir tín og móður tína, so tú kanst fáa langt lív í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær!
Orðtøkini 13:24 Orðtøkini
Tann, ið sparir koyrilin, hatar son sín, men tann, ið elskar hann, tyktar hann, meðan tíð er.
Kolossibrævið 3:21 Kolossibrævið
Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!
Sálmarnir 127:3 Sálmarnir
Børn eru gáva HARRANS, lívsfrukt er løn.
Orðtøkini 1:8 Orðtøkini
Lurta eftir, sonur mín, táið faðir tín áminnir teg, og vraka ikki tað, ið móðir tín lærir teg!
Orðtøkini 1:9 Orðtøkini
Tí tað er yndisligur kransur um høvd títt og ketur um háls tín.
Orðtøkini 19:18 Orðtøkini
Tykta son tín, tí enn er vón – annars stílar tú eftir at volda deyða hansara!
Orðtøkini 22:15 Orðtøkini
Dárskapur situr fastur í hjarta hins unga; revsingarkoyrilin rekur hann burtur.
Orðtøkini 23:13 Orðtøkini
Lat ikki hin unga vera ótyktaðan! Táið tú slært hann við koyrlinum, sleppur hann undan deyðanum.
Orðtøkini 23:14 Orðtøkini
Tú slært hann við koyrlinum, men tú frelsir sál hansara frá deyðaríkinum.
Orðtøkini 29:15 Orðtøkini
Koyril og revsing geva vísdóm, men drongur, sum sleppur at ráða sær sjálvum, ger móður síni fyri skommum.
Orðtøkini 29:17 Orðtøkini
Tykta son tín, so skal hann verða tær til gleði og lívga sál tína!
Efesusbrævið 6:1 Efesusbrævið
Tit børn! Aktið foreldur tykkara í Harranum, tí tað er rætt!
Kolossibrævið 3:20 Kolossibrævið
Tit børn! Aktið foreldur tykkara í øllum, tí tað líkar Harranum!