folkamorð
35 versir um "folkamorð"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Sámuelsbók 15:2 Fyrra Sámuelsbók
So sigur HARRIN Gud herskaranna: „Eg skal straffa Amalek fyri tað, ið hann gjørdi Ísrael, at hann forðaði tí vegin, táið tað kom úr Egyptalandi!“
Fyrra Sámuelsbók 15:3 Fyrra Sámuelsbók
Far nú og vinn sigur á Amalek! Tú skalt sláa við banni teir og alt, ið teir eiga – spar tey ikki, men drep bæði menn og kvinnur, børn og bróstabørn, neyt og seyð, kamelar og esil!“
Fimta Mósebók 2:34 Fimta Mósebók
Vit tóku tá allar býir hansara og slógu hvønn bý við banni og drópu bæði menn, kvinnur og børn; ikki eitt lótu vit verða eftir ella sleppa.
Fimta Mósebók 13:15 Fimta Mósebók
so skalt tú høgga tey, sum í hesum býi búgva, niður við svørði; tú skalt bannlýsa hann og alt tað, sum í honum er; eisini fæið har skalt tú høgga niður við svørði.
Fimta Mósebók 20:16 Fimta Mósebók
men í býunum, sum hoyra hesum fólkum til, sum HARRIN Gud tín gevur tær í ogn, her mást tú ikki lata eina sál sleppa at liva;
Fimta Mósebók 20:17 Fimta Mósebók
nei, tú skalt sláa tey við banni, bæði Hetitar, Amoritar, Kána’anitar, Perizitar, Hevitar og Jebusitar – soleiðis sum HARRIN Gud tín hevur álagt tær.
Josva 6:21 Josva
Teir slógu við banni alt tað, sum í býnum var; bæði menn og kvinnur, bæði ung og gomul, bæði neyt, smáfæ og esil høgdu teir niður við svørði.
Esaias 13:15 Esaias
Hvør tann, ið afturfingin verður, skal verða stungin ígjøgnum, og hvør tann, ið tikin verður, skal falla fyri svørði.
Esaias 13:16 Esaias
Smáu børn teirra skulu verða sorað fyri eygum teirra, húsini rænd, kvinnurnar neyðtiknar.
Esaias 13:17 Esaias
Eg øsi upp Medarar móti teimum, teir, sum ikki leggja í silvur og ikki rokna gull fyri nakað.
Esaias 13:18 Esaias
Bogar teirra fella hinar ungu, lívsfrukt spara teir ei, børnum tykist eygum teirra ikki synd í.
Onnur Mósebók 32:27 Onnur Mósebók
Og hann segði við teir: „So sigur HARRIN Gud Ísraels: „Bindið allir svørð við lið, og gangið so aftur og fram frá einum portrinum til annað í tilhaldinum og drepið bæði bróður, vin og frænda!““
Onnur Mósebók 32:28 Onnur Mósebók
Levitar gjørdu, sum Móses segði; og tann dagin fullu einir 3000 menn av fólkinum.
Onnur Mósebók 34:11 Onnur Mósebók
Halt boðini, ið Eg í dag gevi tær! Eg skal reka teir út fyri tær, Amoritar, Kána’anitar, Hetitar, Perizitar, Hevitar og Jebusitar!
Onnur Mósebók 34:12 Onnur Mósebók
Varða teg fyri at gera nakran sáttmála við tey, ið búgva í landinum, ið tú kemur til! Tí verða tey búgvandi ímillum tykkara, so verða tey tykkum snerra!
Onnur Mósebók 34:13 Onnur Mósebók
Nei, tit skulu ríva niður altar teirra, bróta sundur minnissteinar teirra og høgga Asjerur* teirra um!
Onnur Mósebók 34:14 Onnur Mósebók
Tí tú mást ongan annan gud tilbiðja! HARRIN eitur Álvarsamur; álvarsamur Gud er Hann!
Triðja Mósebók 26:7 Triðja Mósebók
Tit skulu jagstra fíggindar tykkara, og teir skulu falla fyri svørði tykkara.
Triðja Mósebók 26:8 Triðja Mósebók
Fimm av tykkum skulu reka hundrað, hundrað av tykkum skulu reka tíggju túsund, og fíggindar tykkara skulu falla fyri svørði tykkara.
Triðja Mósebók 26:9 Triðja Mósebók
Eg skal venda Mær til tykkara, gera tykkum fruktbør og lata tykkum nørast; og Eg skal staðfesta sáttmála Mín við tykkum.
Fimta Mósebók 2:19 Fimta Mósebók
og soleiðis kemur at landi Ammonita, mást tú ikki halda á teir ella gera teimum nakran ófrið; tí Eg gevi tær einki av landi Ammonita í ogn – sonum Lot havi Eg givið tað at eiga.“
Fimta Mósebók 2:20 Fimta Mósebók
– Eisini tað landið verður roknað fyri land við risum; fyrr í tíðini búðu risar har, og Ammonitar kalla teir Zamzummitar.
Fimta Mósebók 2:21 Fimta Mósebók
Teir vóru mikil, fjølment tjóð, risavaksnir eins og Anakitar; men HARRIN oyddi teir fyri Ammonitum, so teir róku teir burt og búsettust í landi teirra.
Fimta Mósebók 2:22 Fimta Mósebók
Sama gjørdi Hann fyri synir Esau, sum búgva í Se’ir; fyri teimum oyddi Hann Horitar, so teir róku teir burt og búsettust í landi teirra – og síðani hava teir búð har líka til henda dag.
Fimta Mósebók 2:23 Fimta Mósebók
Á sama hátt gekst við Avitum, sum búðu í bygdunum líka til Gaza; teir róku Kaftorar burt, teir, sum komu úr Kaftor, og búsettust síðani í landi teirra.
Fimta Mósebók 3:4 Fimta Mósebók
Vit tóku tá allar býir hansara; ikki var ein býur, sum vit tóku ikki frá teimum – 60 býir, allan landspartin Argob, ríki Ogs í Basan.
Fimta Mósebók 3:5 Fimta Mósebók
Allir hesir býir vóru víggirdir staðir við høgum múrum, dupultum portrum og portursláum. Haraftrat komu allar bygdirnar, og tær vóru nógvar.
Fimta Mósebók 3:6 Fimta Mósebók
Vit slógu tey við banni, sum vit høvdu gjørt við Sihon, kongin í Hesbon; hvønn ein bý slógu vit við banni og drópu menn, kvinnur og børn.
Fimta Mósebók 7:2 Fimta Mósebók
táið HARRIN Gud tín gevur tey í hendur tínar, so tú vinnur á teimum, skalt tú sláa tey við banni; tú mást ikki gera sáttmála við tey og ikki vísa teimum náði.
Fimta Mósebók 7:16 Fimta Mósebók
Øll fólkini, ið HARRIN Gud tín gevur í hendur tínar, skalt tú týna – tú mást ikki spara tey. Tú mást ikki dýrka gudar teirra, tí tað verður tær snerra.
Josva 10:40 Josva
Soleiðis tók Josva alt landið, bæði fjallalandið, Suðurlandið, láglendið og líðirnar, og feldi allar kongarnar har; hann læt ongan liva ella sleppa undan; alt, ið dró anda, sló hann við banni – soleiðis sum HARRIN Gud Ísraels hevði givið boð um.
Dómararnir 20:48 Dómararnir
Menn Ísraels fóru aftur til Benjaminitar og høgdu tey niður við svørði, bæði býirnar við fólkinum har og fæið og alt, ið har var; og allar býirnar, ið har vóru, settu teir eld á.
Esaias 14:21 Esaias
Gerið sonum hansara blóðbað fyri misgerð fedra teirra! Teir skulu ikki reisast og taka jørðina í ogn og fylla jarðarríki við býum.“
Jeremias 50:21 Jeremias
Halt á Meratajimsland* og á teir, sum í Pekod* búgva! Elt teir, forkom teimum, slá teir við banni – sigur HARRIN – og ger á allan hátt, sum Eg havi givið tær boð um!
Jeremias 50:22 Jeremias
Óljóð av bardaga hoyrist í landinum, og mikil oyðing.