fólk við breki
115 versir um "fólk við breki"
Versir
Síða 1 av 3Markus 1:40 Markus
Ein spitalskur kom tá til Hansara, bað Hann og fall á knæ fyri Honum og segði við Hann: „Vilt Tú, so kanst Tú gera meg reinan!“
Markus 1:41 Markus
Tá tykti Honum hjartaliga synd í honum; Hann rætti út hondina, nam við hann og segði: „Eg vil; verð reinur!“
Markus 1:42 Markus
Við tað sama slapp hann frá spitalskuni, og hann varð reinur.
Markus 1:43 Markus
Tá koyrdi Jesus hann alt fyri eitt avstað, beyð honum strangliga
Markus 1:44 Markus
og segði við hann: „Síggj til, at tú ongum sigur nakað um hetta! Far avstað og lat prestin sýna teg, og ofra fyri reinsan tína tað, ið Móses hevur ásett, teimum til vitnisburð!“
Markus 1:45 Markus
Men táið hann kom út, fór hann at siga nógv frá hesum og bera út hesi tíðindi, so Jesus fekk ikki longur farið opinlýst inn í nakran bý; Hann helt Seg uttanfyri, á støðum, har eingin búði; og allastaðni frá komu tey til Hansara.
Onnur Mósebók 4:11 Onnur Mósebók
Tá svaraði HARRIN honum: „Hvør hevur givið menniskjanum munn, og hvør ger stumman ella deyvan, síggjandi ella blindan! Man tað ikki vera Eg, HARRIN!
Triðja Mósebók 19:14 Triðja Mósebók
Tú mást ikki banna hinum deyva, ei heldur leggja nakað at falla um fyri hin blinda – tú skalt óttast Gud tín! – Eg eri HARRIN!
Jóhannes 9:1 Jóhannes
Táið Hann nú fór longur, sá Hann mann, ið var føddur blindur.
Jóhannes 9:2 Jóhannes
Lærisveinar Hansara spurdu Hann tá: „Rabbi, hvør hevur syndað, hesin ella foreldur hansara, síðani hann skuldi verða føddur blindur?“
Jóhannes 9:3 Jóhannes
Jesus svaraði: „Hvørki hann ella foreldur hansara hava syndað; nei, hetta varð so, fyri at verk Guds skulu verða opinberað á honum.
Triðja Mósebók 21:17 Triðja Mósebók
„Tala við Áron og sig: „Eingin av avkomi tínum – nú ella í komandi tíðum – sum brekaður er, má stíga fram at bera fram mat Guds síns;
Triðja Mósebók 21:18 Triðja Mósebók
tað má eingin, sum brekaður er, hvørki blindur, lamin ella ein, sum hevur lýti í andlitinum, ella sum hevur lim, ið er ov stórur,
Triðja Mósebók 21:19 Triðja Mósebók
eingin, sum hevur brotið arm ella bein,
Triðja Mósebók 21:20 Triðja Mósebók
eingin, sum er kúlutur ella dvørgvaksin, eingin, sum hevur plett á eyganum, skrubb ella annað útbrot, ella sum eistuni eru kroyst á.
Triðja Mósebók 21:21 Triðja Mósebók
Eingin eftirkomari Árons prests, sum brekaður er, má stíga fram at bera fram eldoffur HARRANS; hann er brekaður, hann má ikki stíga fram at bera fram mat Guds síns!
Triðja Mósebók 21:22 Triðja Mósebók
Hann kann eta mat Guds síns, bæði hitt háheilaga og hitt heilaga;
Triðja Mósebók 21:23 Triðja Mósebók
men við tað at hann er brekaður, má hann ikki koma at forhanginum og fara fram at altarinum; tí so vanhalgar hann heilagu lutir Mínar. – Tí Eg eri HARRIN, sum halgar teir!““
Lukas 14:13 Lukas
Nei, táið tú gert veitslu, bjóða tá fátækum, kryplum, lamnum og blindum!
Lukas 14:14 Lukas
Tá ert tú sælur; tí tey hava einki at løna tær aftur við, men tað skal verða tær afturlønt, táið hini rættvísu rísa upp.“
Lukas 14:15 Lukas
Táið ein av teimum, ið sótu til borðs við, hoyrdi hetta, segði hann við Hann: „Sælur er tann, ið sleppur at sita til borðs í ríki Guds!“
Lukas 14:16 Lukas
Tá segði Hann við hann: „Maður var, sum gjørdi stóran nátturða og beyð mongum.
Lukas 14:17 Lukas
Og hann sendi út tænara sín, um ta tíðina nátturðin skuldi verða, at siga við hinar bodnu: „Komið, tí nú er alt til reiðar!“
Lukas 14:18 Lukas
Men teir fóru allir sum ein at umbera seg. Hin fyrsti segði við hann: „Eg havi keypt nakað av jørð og eri noyddur at fara út at hyggja at henni; eg biði teg – halt mær til góða!“
Lukas 14:19 Lukas
Ein annar segði: „Eg havi keypt fimm pør av oksum og fari út at royna teir; eg biði teg – halt mær til góða!“
Lukas 14:20 Lukas
Uppaftur ein annar segði: „Eg havi tikið mær konu, og tí fái eg ikki komið.“
Lukas 14:21 Lukas
Tænarin kom so og segði harra sínum hetta. Tá varð húsbóndin illur og segði við tænara sín: „Far skjótt út á gøtur og stræti í býnum, og fá fátæk og kryplar, lamin og blind inn higar!“
Onnur Mósebók 6:12 Onnur Mósebók
Men Móses tók soleiðis til orða, har hann stóð fyri ásjón HARRANS: „Tú sært, at Ísraelsmenn lurta ikki eftir mær – hvussu skuldi tá Farao farið og lurtað eftir mær, eg, sum havi óumskornar varrar aftrat!“
Onnur Mósebók 6:13 Onnur Mósebók
– Men HARRIN talaði við Móses og Áron og sendi teir til Ísraelsmenn og til Farao, kongin í Egyptalandi, at leiða Ísraelsmenn út av Egyptalandi.
Matteus 15:30 Matteus
Tá kom nógv fólk til Hansara; tey høvdu við sær lamin, blind, stumm, kryplar og mong onnur; tey løgdu tey fyri føtur Hansara; og Hann grøddi tey –
Matteus 15:31 Matteus
so at fólkið undraðist, táið tey sóu, at stumm talaðu, kryplar vórðu grøddir, lamin gingu, og blind sóu; og tey prísaðu Gudi Ísraels.
Matteus 20:28 Matteus
eins og Menniskjasonurin ikki er komin at lata onnur tæna Sær, men at tæna sjálvur og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.“
Matteus 20:29 Matteus
Táið teir nú fóru út úr Jeriko, fylgdi nógv fólk Honum.
Matteus 20:30 Matteus
Tveir blindir sótu við vegin; táið teir hoyrdu, at tað var Jesus, sum gekk framvið, róptu teir: „Harri, miskunna okkum, sonur Dávids!“
Matteus 20:31 Matteus
Fólkið hevði at teimum, at teir skuldu tiga; men teir róptu enn harðari og søgdu: „Harri, miskunna okkum, sonur Dávids!“
Matteus 20:32 Matteus
Tá steðgaði Jesus, kallaði á teir og segði: „Hvat vilja tit, at Eg skal gera fyri tykkum?“
Matteus 20:33 Matteus
Teir svaraðu: „Harri, at eygu okkara verða latin upp!“
Matteus 20:34 Matteus
Tá tykti Jesusi hjartaliga synd í teimum, og Hann nam við eygu teirra. Við tað sama fingu teir sjónina aftur; og teir fylgdu Honum.
Markus 2:1 Markus
Nakrar dagar seinni fór Hann aftur inn í Kapernaum, og tað spurdist, at Hann var heima.
Markus 2:2 Markus
Tá kom nógv fólk saman, so at tey rúmaðust ikki longur, heldur ikki uttan fyri dyrnar; og Hann talaði orðið til teirra.
Markus 2:3 Markus
Teir komu tá til Hansara við lamnum manni, sum varð borin av fýra;
Markus 2:4 Markus
og við tað at teir sluppu ikki fram til Hansara fyri mannfjøldini, tóku teir takið av, har sum Hann var, brutu hol á og sígdu niður songina, sum hin lamni lá í.
Markus 2:5 Markus
Táið Jesus sá trúgv teirra, segði Hann við hin lamna: „Sonurin, syndir tínar eru fyrigivnar!“
Markus 2:6 Markus
Nú sótu nakrir av hinum skriftlærdu har, og teir hugsaðu í hjørtum sínum:
Markus 2:7 Markus
„Hví talar hesin so? Hann spottar Gud! Hvør kann fyrigeva syndir uttan ein – Gud!“
Markus 2:8 Markus
Við tað sama kendi Jesus í anda Sínum, at teir hugsaðu so við sær sjálvum, og Hann segði við teir: „Hví hugsa tit hatta í hjørtum tykkara?
Markus 2:9 Markus
Hvat er lættari, at siga við hin lamna: „Syndir tínar eru tær fyrigivnar!“ ella at siga: „Reis teg, tak song tína og gakk!“
Markus 2:10 Markus
Men fyri at tit skulu vita, at Menniskjasonurin hevur vald á jørðini at fyrigeva syndir“ – segði Hann við hin lamna:
Markus 2:11 Markus
„Eg sigi tær: Reis teg, tak song tína og far heim til tín sjálvs!“
Markus 2:12 Markus
Tá reistist hann, tók við tað sama songina og fór út fyri eygum alra, so tey vóru øll ovfarin og prísaðu Gudi og søgdu: „Aldri hava vit sæð slíkt!“