fólk sum eru fyrigevandi
18 versir um "fólk sum eru fyrigevandi"
Versir
Síða 1 av 1Efesusbrævið 4:32 Efesusbrævið
Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!
Lukas 17:3 Lukas
Varðið tykkum! Syndar bróðir tín, so hav at honum, og angrar hann, so fyrigev honum!
Lukas 17:4 Lukas
Og um hann so sjey ferðir um dagin syndar móti tær og sjey ferðir kemur aftur til tín og sigur: „Eg angri tað!“ – so skalt tú fyrigeva honum.“
Matteus 6:14 Matteus
Tí fyrigeva tit menniskjum misbrot teirra, skal himmalski Faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum;
Matteus 6:15 Matteus
men fyrigeva tit ikki menniskjum misbrot teirra, skal Faðir tykkara heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara.
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Matteus 5:44 Matteus
Men Eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara, signið tey, sum banna tykkum, gerið teimum gott, sum hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum
Matteus 18:21 Matteus
Tá steig Pætur fram og segði við Hann: „Harri, hvussu ofta skal eg fyrigeva bróður mínum, táið hann syndar móti mær? So mikið sum sjey ferðir?“
Matteus 18:22 Matteus
Jesus svaraði honum: „Eg sigi tær: Ikki sjey ferðir, men sjeyti ferðir sjey ferðir.
Markus 11:25 Markus
Men táið tit standa og biðja, tá fyrigevið, um tit hava nakað ímóti onkrum, fyri at eisini Faðir tykkara, sum í Himli er, kann fyrigeva tykkum misbrot tykkara!
Lukas 6:27 Lukas
Men Eg sigi við tykkum, sum hoyra: Elskið fíggindar tykkara, gerið teimum gott, sum hata tykkum,
Lukas 6:37 Lukas
Og dømið ikki, so skulu tit ikki verða dømd, fordømið ikki, so skulu tit ikki verða fordømd! Fyrigevið, so skal tykkum verða fyrigivið!
Lukas 23:34 Lukas
Men Jesus segði: „Faðir, fyrigev teimum – teir vita ikki, hvat teir gera!“ Teir býttu nú klæði Hansara millum sín við lutakasti.
Efesusbrævið 1:7 Efesusbrævið
Í Honum hava vit endurloysingina við blóði Hansara, fyrigeving syndanna – eftir náðiríkidømi Hansara,
Efesusbrævið 4:26 Efesusbrævið
Verða tit ill, so syndið ikki, latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara –
Efesusbrævið 4:27 Efesusbrævið
og gevið ikki Djevulinum rúm!
Kolossibrævið 3:13 Kolossibrævið
Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! – Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.
Fyrra Pætursbrævið 3:9 Fyrra Pætursbrævið
Lønið ikki ilt fyri ilt ella háð fyri háð, nei, tvørtur ímóti, signið! Tí tað vórðu tit kallað til – at tit skulu arva signing.