fólk sum døma teg
54 versir um "fólk sum døma teg"
Versir
Síða 1 av 2Matteus 7:1 Matteus
„Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd,
Matteus 7:2 Matteus
og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált.
Matteus 7:3 Matteus
Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan í tínum egna eyga?
Matteus 7:4 Matteus
Ella hvussu fært tú sagt við bróður tín: „Lat meg taka flísina út úr eyga tínum!“ – tú, sum sjálvur gongur við bjálka í eyganum!
Matteus 7:5 Matteus
Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá kanst tú síggja væl at taka flísina út úr eyga bróður tíns!
Lukas 6:37 Lukas
Og dømið ikki, so skulu tit ikki verða dømd, fordømið ikki, so skulu tit ikki verða fordømd! Fyrigevið, so skal tykkum verða fyrigivið!
Jóhannes 7:24 Jóhannes
Dømið ikki eftir útsjónd, men dømið rættvísan dóm!“
Prædikarin 7:21 Prædikarin
Legg heldur ikki í alt tað, sum fólk sigur, tí so kanst tú koma at hoyra tænara tín banna tær!
Prædikarin 7:22 Prædikarin
Tú veitst jú við tær sjálvum, at tú hevur eisini mangan bannað øðrum.
Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“
Rómverjabrævið 2:1 Rómverjabrævið
Tú, menniskja – hvør tú so ert, sum dømir – hevur tí onga avsakan; í tí, sum tú dømir annan fyri, fordømir tú jú teg sjálvan; tí tú, sum dømir, gert tað sama!
Rómverjabrævið 2:2 Rómverjabrævið
Vit vita, at dómur Guds – sum sannleiki býður – er yvir teimum, ið slíkt gera.
Rómverjabrævið 2:3 Rómverjabrævið
Men tú, menniskja, sum dømir tey, ið slíkt gera, og gert tað sjálvur, heldur tú, at tú skalt sleppa undan dómi Guds?
Kolossibrævið 2:8 Kolossibrævið
Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.
Jákupsbrævið 4:11 Jákupsbrævið
Baktalið ikki hvør annan, brøður! Tann, ið baktalar bróður sín ella dømir bróður sín, baktalar lógina og dømir lógina. Og dømir tú lógina, so ert tú ikki gerari lógarinnar, men dómari hennara.
Sálmarnir 109:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Eftir Dávid. Sálmur. Tú Gud lovsongs míns, ver ikki tigandi!
Sálmarnir 109:2 Sálmarnir
Tí teir hava latið upp móti mær gudleysa, falska munn sín, teir tala móti mær við lygitungu.
Sálmarnir 109:3 Sálmarnir
Við hatskum orðum kringseta teir meg og stríða móti mær uttan grund.
Sálmarnir 109:4 Sálmarnir
Í løn fyri kærleika mín standa teir mær ímóti, tóat eg geri einki uttan biði.
Sálmarnir 109:5 Sálmarnir
Teir gera mær ilt fyri gott, løna mær við hatri fyri kærleika mín.
Sálmarnir 109:6 Sálmarnir
Set gudleysan yvir hann, lat klagara standa undir høgru lið hansara!
Sálmarnir 109:7 Sálmarnir
Táið hann kemur fyri rættin, lat hann tá verða dømdan sekan, og lat bøn hansara verða roknaða sum synd!
Sálmarnir 109:8 Sálmarnir
Lat dagar hansara verða fáar, og lat ein annan fáa embæti hansara!
Sálmarnir 109:9 Sálmarnir
Lat børn hansara verða faðirleys, og konu hansara einkju,
Sálmarnir 109:10 Sálmarnir
lat børn hansara flakka um og bidda, lat tey søkja breyð sítt langt burtur frá oyddu heimum sínum!
Sálmarnir 109:11 Sálmarnir
Lat okraran fáa í snerru sína alt tað, sum hann eigur, lat fremmandar ræna góðs hansara!
Sálmarnir 109:12 Sálmarnir
Lat ongan vera, sum goymir honum miskunn, lat ongum tykjast synd í faðirleysu børnum hansara!
Sálmarnir 109:13 Sálmarnir
Lat avkom hansara ganga til grundar, lat navn hansara verða útstrikað í næsta ættarliði!
Sálmarnir 109:14 Sálmarnir
Misgerð fedra hansara verði minst av HARRANUM, synd móður hansara verði ikki útstrikað!
Sálmarnir 109:15 Sálmarnir
Tær veri altíð HARRANUM fyri eyga, og Hann striki minnið um hann út av jørðini –
Sálmarnir 109:16 Sálmarnir
aftur fyri at hann hugsaði ikki um at vísa miskunn, men søkti at Honum, sum var armur og fátækur, Honum, sum var sorgarfullur í hjartanum líka til deyðan!
Sálmarnir 109:17 Sálmarnir
Hann elskaði bann – so lat tað ráma hann! Hann hevði ikki hug til signing – so lat hana verða langt frá honum!
Sálmarnir 109:18 Sálmarnir
Hann klæði seg í bann sum í klæði, tað komi í búk hansara sum vatn, og sum olja inn í bein hansara!
Sálmarnir 109:19 Sálmarnir
Tað verði honum sum kappi at sveipa seg í, sum belti, ið hann altíð spennir um seg!
Sálmarnir 109:20 Sálmarnir
Hetta veri lønin, ið mótstøðumenn mínir fáa frá HARRANUM, teir, ið tala ilt móti sál míni!
Sálmarnir 109:21 Sálmarnir
Men Tú, HARRI, Harri mín, ger mær væl fyri navns Tíns skuld! Góð er jú náði Tín – so bjarga Tú mær tá!
Sálmarnir 109:22 Sálmarnir
Tí eg eri armur og fátækur, og hjartað er gjøgnumstungið í mær.
Sálmarnir 109:23 Sálmarnir
Sum skuggin, ið hallar, svinni eg burtur, eg verði stygdur burtur sum grashoppa.
Sálmarnir 109:24 Sálmarnir
Av føstu riða knø míni, og kroppur mín missir holdini.
Sálmarnir 109:25 Sálmarnir
Til spott eri eg vorðin teimum; teir rista við høvdinum, táið teir síggja meg.
Sálmarnir 109:26 Sálmarnir
Hjálp mær, HARRI Gud mín, frels meg eftir náði Tíni,
Sálmarnir 109:27 Sálmarnir
so teir sanna, at hetta er hond Tín, at Tú, HARRI, hevur gjørt tað!
Sálmarnir 109:28 Sálmarnir
Biði teir ilt – Tú skalt signa! Teir reisa seg, men verða til skammar; og tænari Tín gleðist.
Sálmarnir 109:29 Sálmarnir
Mótstøðumenn mínir skulu verða klæddir í vanæru og sveipa seg í skomm sína sum í kappa.
Sálmarnir 109:30 Sálmarnir
Eg skal stórliga takka HARRANUM við munni mínum, mitt ímillum mong skal eg lova Honum;
Sálmarnir 109:31 Sálmarnir
tí Hann stendur undir høgru lið hins fátæka fyri at bjarga honum frá teimum, ið døma sál hansara.
Orðtøkini 12:16 Orðtøkini
Vreiði dárans verður kend sama dag, men hin klóki verður spottaður – og letst sum einki.
Rómverjabrævið 3:23 Rómverjabrævið
øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds;
Rómverjabrævið 5:12 Rómverjabrævið
Sum tí syndin kom inn í heimin við einum menniskja, og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu