fólk / menniskju
13 versir um "fólk / menniskju"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið
Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!
Esaias 13:12 Esaias
Eg skal gera fólk sjáldsamari enn fínt gull og menniskju sjáldsamari enn gull úr Ofir.
Matteus 10:34 Matteus
Hugsið ikki, at Eg eri komin við friði til jarðar! Eg eri ikki komin við friði, men við svørði.
Matteus 10:35 Matteus
Tí Eg eri komin at volda ósemju millum mann og faðir hansara, millum dóttur og móður hennara, millum sonarkonu og vermóður hennara.
Matteus 10:36 Matteus
Húsfólk mansins skal verða fíggindar hansara.
Matteus 10:37 Matteus
Tann, ið elskar faðir ella móður meir enn Meg, er Meg ikki verdur; tann, ið elskar son ella dóttur meir enn Meg, er Meg ikki verdur;
Matteus 10:38 Matteus
tann, ið tekur ikki kross sín og fylgir Mær eftir, er Meg ikki verdur.
Matteus 10:39 Matteus
Tann, ið bjargar lívi sínum, skal missa tað; og tann, ið missir lív sítt fyri Mína skuld, skal bjarga tí.
Matteus 10:40 Matteus
Tann, sum tekur ímóti tykkum, tekur ímóti Mær; tann, sum tekur ímóti Mær, tekur ímóti Honum, sum sendi Meg.
Matteus 10:41 Matteus
Tann, sum tekur ímóti profeti, tí hann er profetur, skal fáa somu løn sum profetur; tann, sum tekur ímóti einum rættvísum, tí hann er ein rættvísur, skal fáa somu løn sum ein rættvísur.
Matteus 10:42 Matteus
Tann, ið gevur einum av hesum smáu bert bikar av køldum vatni at drekka, tí hann er lærisveinur – sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal als ikki missa løn sína!“
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.