flogfør
51 versir um "flogfør"
Versir
Síða 1 av 2Esaias 60:8 Esaias
Hvørji eru hesi, ið koma flúgvandi sum skýggj, sum dúvur til búr síni?
Esaias 11:12 Esaias
Hann skal reisa hermerki fyri fólkini, savna hinar burtriknu menn Ísraels og sanka hinar sundurspjaddu kvinnur Juda, úr hinum fýra hornum jarðarinnar.
Esaias 18:1 Esaias
Hoyr, land við súsandi veingjum handan fyri áir Etiopia,
Ezekiel 10:19 Ezekiel
Og eg sá, hvussu kerúbarnir breiddu út veingirnar og lyftu sær upp frá jørðini, táið teir fóru út, og hjólini við teimum; teir vórðu standandi uttan fyri Eysturportur hús HARRANS. Dýrd Ísraels Guds var uppi yvir teimum.
Matteus 24:20 Matteus
Biðið eftir, at tit skulu ikki koma at flýggja um veturin, ei heldur sabbat!
Markus 16:15 Markus
Og Hann segði við teir: „Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum!
Markus 16:16 Markus
Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða fordømdur.
Markus 16:17 Markus
Og hesi tekin skulu fylgja teimum, ið trúgva: Í navni Mínum skulu tey reka út illar andar; tey skulu tala við nýggjum tungum;
Markus 16:18 Markus
tey skulu taka ormar upp í hendurnar; drekka tey eitur, skal tað ikki saka tey; á sjúk skulu tey leggja hendurnar, og tey skulu verða grødd.“
Sálmarnir 102:1 Sálmarnir
Bøn. Eftir neyðstaddan mann, táið hann ørmaktast og hellir út sorg sína fyri HARRANUM.
Sálmarnir 102:2 Sálmarnir
HARRI, hoyr bøn mína og lat róp mítt koma fyri Teg!
Sálmarnir 102:3 Sálmarnir
Fjal ikki ásjón Tína fyri mær, tann dag eg eri í neyð! Boygg oyrað til mín, táið eg rópi, skunda Tær at svara mær!
Sálmarnir 102:4 Sálmarnir
Tí dagar mínir svinna sum roykur, liðir mínir brenna sum eldur;
Sálmarnir 102:5 Sálmarnir
hjarta mítt er svidnað sum gras og følnað; tí eg havi gloymt at eta breyð mítt!
Sálmarnir 102:6 Sálmarnir
Meðan eg suffi hart, koma beinini í mær út undir húðina.
Sálmarnir 102:7 Sálmarnir
Eg líkist pelikaninum í oyðimørkini, eg eri sum uglan á oydnum støðum.
Sálmarnir 102:8 Sálmarnir
Um náttina liggi eg vakin og veni meg og eri vorðin sum einsligur fuglur á takinum.
Sálmarnir 102:9 Sálmarnir
Allan dagin spotta fíggindar mínir meg; teir, ið leika óðir móti mær, biðja ilt við navni mínum.
Sálmarnir 102:10 Sálmarnir
Tí eg eti øsku sum breyð og blandi drykk mín við tár;
Sálmarnir 102:11 Sálmarnir
tað kemur av vreiði Tíni, og av tí at Tú ert illur; Tú tókst meg og kastaði meg burtur.
Sálmarnir 102:12 Sálmarnir
Dagar mínir eru sum hallandi skuggi, og sum grasið følni eg burtur.
Sálmarnir 102:13 Sálmarnir
Men Tú, HARRI, Tú situr í hásæti til ævigar tíðir; minnið um Teg varir mann eftir mann.
Sálmarnir 102:14 Sálmarnir
Tú fert at reisa Teg, Tú fert at vísa Zion náði; tí tað er tíð at vísa náði móti tí, ja, tímin er komin.
Sálmarnir 102:15 Sálmarnir
Tí tænarar Tínir elska steinar tess, teir harmast um sanddungarnar har.
Sálmarnir 102:16 Sálmarnir
Og heidningarnir skulu óttast navn HARRANS, allir kongar á jørðini heiður Tín.
Sálmarnir 102:17 Sálmarnir
Tí HARRIN byggir upp Zion, Hann opinberar Seg í dýrd Síni.
Sálmarnir 102:18 Sálmarnir
Hann vendir Sær til bøn hinna hjálparleysu, Hann vanvirðir ikki bøn teirra.
Sálmarnir 102:19 Sálmarnir
Hetta skal verða uppskrivað fyri ættarliðinum, ið kemur, og fólkið, ið føtt skal verða, skal prísa HARRANUM.
Sálmarnir 102:20 Sálmarnir
Tí Hann hevur hugt niður av heilagu hædd Síni, HARRIN hevur úr Himli skoðað niður á jørðina
Sálmarnir 102:21 Sálmarnir
at hoyra suff fangans og loysa børn deyðans,
Sálmarnir 102:22 Sálmarnir
so navn HARRANS kann verða kunngjørt í Zion, prís Hansara í Jerusalem,
Sálmarnir 102:23 Sálmarnir
táið tey koma saman, fólkasløgini og ríkini, at tæna HARRANUM.
Sálmarnir 102:24 Sálmarnir
Hann hevur boygt kraft mína á vegnum, Hann hevur stytt dagar mínar.
Sálmarnir 102:25 Sálmarnir
Eg sigi: Gud mín, tak meg ikki burtur á hálvum aldri! – Ár Tíni vara mann eftir mann.
Sálmarnir 102:26 Sálmarnir
Tú grundfesti jørðina í forðum, og himlarnir eru handaverk Títt;
Sálmarnir 102:27 Sálmarnir
teir skulu forganga, men Tú verður; teir skulu allir eldast sum plagg; sum klæði skiftir Tú teir, og teir hvørva.
Sálmarnir 102:28 Sálmarnir
Men Tú ert hin sami, og ár Tíni fáa ongan enda.
Esaias 6:1 Esaias
Tað árið ið Uzzias kongur doyði, sá eg Harran sita í ógvuliga høgum hásæti, og sleip kápu Hansara fylti templið.
Esaias 6:2 Esaias
Serafar stóðu rundan um Hann; seks veingir hevði hvør; við tveimum fjaldi hann andlitið, við tveimum fjaldi hann føturnar, og við tveimum fleyg hann.
Esaias 6:3 Esaias
Og teir róptu hvør til annan: „Heilagur, heilagur, heilagur er HARRIN Gud herskaranna – øll jørðin er full av dýrd Hansara!“
Esaias 6:4 Esaias
Grundin undir durastøvunum skalv, táið rópið ljóðaði, og húsið fyltist av royki.
Esaias 6:5 Esaias
Tá segði eg: „Vei mær, tað er úti við mær! Tí eg eri maður við óreinum vørrum, og eg búgvi mitt í fólki við óreinum vørrum – og nú hava eygu míni sæð kongin, HARRAN Gud herskaranna!“
Esaias 6:6 Esaias
Men ein serafurin fleyg yvir til mín; í hondini hevði hann glóð, sum hann við klova hevði tikið av altarinum;
Esaias 6:7 Esaias
við henni nam hann við munn mín og segði: „Hygg, hetta hevur nomið við varrar tínar – skyld tín er burtur, og bøtt er fyri synd tína!“
Esaias 6:8 Esaias
So hoyrdi eg HARRAN siga: „Hvønn skal Eg senda, hvør vil bera boð fyri Okkum?“ Og eg svaraði: „Her eri eg – send meg!“
Esaias 6:9 Esaias
Tá segði Hann: „Far og sig við hetta fólk: „Hoyrið og hoyrið, men fatið ikki, síggið og síggið, men skiljið ikki!“
Esaias 6:10 Esaias
Ger hjartað hart í hesum fólki, ger oyru teirra dul og eygu teirra blind, so tey síggja ikki við eygunum, hoyra ikki við oyrunum og skilja ikki við hjartanum – og venda ikki við og verða grødd!“
Esaias 6:11 Esaias
Eg spurdi: „Hvussu leingi, Harri?“ Hann svaraði: „Inntil býirnir eru lagdir í oyði og fólkatómir, og ikki menniskja er í húsunum, og inntil landið er lagt í oyði og vorðið oyðimørk.
Esaias 6:12 Esaias
HARRIN skal reka menniskjuni langt burtur, og ógvuliga tómligt skal verða í landinum.
Esaias 6:13 Esaias
Og er enn tíggjundapartur eftir í tí, skal eisini hann verða fyribeindur. Men eins og rótstubbi verður standandi eftir, táið terebintan ella eikin verður høgd niður, so skal heilagt sáð vera stubbin, ið eftir verður av fólkinum.“