flóð

19 versir um "flóð"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 7:1 Fyrsta Mósebók

So segði HARRIN við Nóa: „Far inn í ørkina, tú og alt hús títt, tí teg havi Eg sæð rættvísan fyri Mær í hesi ætt!

3
Fyrsta Mósebók 7:2 Fyrsta Mósebók

Av øllum reinum dýrum skalt tú taka tær sjey pør, hannslag og honslag, og av teimum dýrum, ið ikki eru rein, eitt par, hannslag og honslag,

3
Fyrsta Mósebók 7:3 Fyrsta Mósebók

somuleiðis sjey pør av fuglum himmalsins, hannslag og honslag – fyri at halda ættum teirra á lívi á allari jørðini.

3
Fyrsta Mósebók 7:4 Fyrsta Mósebók

Tí um sjey dagar lati Eg regna á jørðini 40 dagar og 40 nætur, og Eg týni á jørðini alt livandi, ið Eg havi skapt.“

3
Fyrsta Mósebók 8:20 Fyrsta Mósebók

Nóa reisti nú HARRANUM altar, og hann tók av øllum teimum reinu dýrunum og av øllum teimum reinu fuglunum og ofraði brennioffur á altarinum.

3
Fyrsta Mósebók 8:21 Fyrsta Mósebók

Táið HARRIN kendi tann góða angan, segði Hann í hjarta Sínum: „Eg skal aldri aftur banna jørðini fyri menniskjans skuld, tí menniskjahjartans tankar eru óndir líka frá ungdóminum. Eg skal aldri aftur forkoma øllum livandi, soleiðis sum Eg havi gjørt nú.

3
Fyrsta Mósebók 8:22 Fyrsta Mósebók

Hereftir skal, so leingi sum jørðin stendur, vár og heyst, kuldi og hiti, summar og vetur, dagur og nátt, aldri halda uppat.“

3
Fyrsta Mósebók 8:5 Fyrsta Mósebók

Vatnið helt á at minka inntil tíggjunda mánað; tann fyrsta í hesum mánaði komu fjallatindarnir undan.

2
Fyrsta Mósebók 8:6 Fyrsta Mósebók

Táið 40 dagar vóru gingnir, læt Nóa upp vindeygað, ið hann hevði gjørt á ørkina,

2
Fyrsta Mósebók 8:7 Fyrsta Mósebók

og sendi ravn út; hann fleyg aftur og fram, inntil vatnið var tornað burtur av jørðini.

2
Fyrsta Mósebók 8:8 Fyrsta Mósebók

Síðani sendi hann dúvu út fyri at vita, um vatnið var svunnið burtur av jørðini.

2
Sálmarnir 29:10 Sálmarnir

HARRIN sat uppi yvir vatnflóðini, og HARRIN situr sum kongur í allar ævir.

2
Sálmarnir 77:16 Sálmarnir

Við armi Tínum loysti Tú út fólk Títt, børn Jákups og Jósefs. – Sela.

2
Sálmarnir 77:17 Sálmarnir

Vøtnini sóu Teg, Gud, vøtnini sóu Teg og ringdust í angist, ja, avgrundirnar skulvu;

2
Sálmarnir 77:18 Sálmarnir

skýggini lótu falla streymar av vatni, himlarnir lótu hoyrast rødd sína, pílar Tínir flugu higar og hagar;

2
Sálmarnir 77:19 Sálmarnir

tora Tín ljóðaði í ódnarstorminum, snarljós lýstu upp jarðarríki; jørðin pipraði og skalv.

2
Lukas 17:27 Lukas

Tey ótu og drukku, tey giftust og vórðu burturgift, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina, og flóðin kom og gjørdi enda á øllum.

2
Seinna Pætursbrævið 3:5 Seinna Pætursbrævið

– Við vilja eru teir blindir fyri hesum, at frá fyrndartíð vóru himlar til, og jørð, sum var vorðin til av vatni og við vatni – við orði Guds;

2
Seinna Pætursbrævið 3:6 Seinna Pætursbrævið

og við tí gekk heimurin, ið tá var, undir í vatnflóðini.

2