fjørður

28 versir um "fjørður"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 91:4 Sálmarnir

við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.

17
Sálmarnir 91:1 Sálmarnir

Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda,

14
Sálmarnir 91:2 Sálmarnir

sigur við HARRAN: „Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!“

14
Sálmarnir 91:3 Sálmarnir

Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pest;

14
Sálmarnir 91:5 Sálmarnir

Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin,

14
Sálmarnir 91:6 Sálmarnir

ei pestina, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin.

14
Sálmarnir 91:7 Sálmarnir

Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg;

14
Sálmarnir 91:8 Sálmarnir

tú skalt bert skoða tað við eygum tínum, síggja, hvussu gudleys fáa løn sína.

14
Sálmarnir 91:9 Sálmarnir

„Tí Tú, HARRI, ert skjól mítt“ [sigur tú]. – Hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín;

14
Sálmarnir 91:10 Sálmarnir

teg skal einki ilt henda, og eingin plága skal koma tjaldi tínum nær.

14
Sálmarnir 91:11 Sálmarnir

Tí Hann gevur einglum Sínum boð um at varðveita teg á øllum vegum tínum;

14
Sálmarnir 91:12 Sálmarnir

teir skulu bera teg á hondum, so tú skalt ongum steini sláa fótin ímóti;

14
Sálmarnir 91:13 Sálmarnir

á leyvu og høggorm skalt tú traðka, trampa niður ungleyvur og drekar.

14
Sálmarnir 91:14 Sálmarnir

„Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út, Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt;

14
Sálmarnir 91:15 Sálmarnir

hann ákallar Meg, og Eg skal svara honum; Eg eri við honum í neyðini, Eg skal fría hann út og lata hann koma til heiður;

14
Sálmarnir 91:16 Sálmarnir

við longum lívi skal Eg metta hann og lata hann skoða frelsu Mína.“

14
Sálmarnir 17:8 Sálmarnir

Varðveit meg sum eygnastein Tín, fjal meg í veingjaskugga Tínum

11
Onnur Mósebók 19:4 Onnur Mósebók

„Tit hava sæð tað, ið Eg gjørdi við Egyptar, og hvussu Eg bar tykkum á arnaveingjum og leiddi tykkum til Mín.

7
Fimta Mósebók 32:11 Fimta Mósebók

Sum ørnin vekur reiður sítt og sveimar yvir ungum sínum, soleiðis breiddi Hann út veingir Sínar, tók hann upp og bar hann á flogfjaðrum Sínum.

7
Job 39:13 Job

Kanst tú binda villtarvin við bondum til foyruna! Man hann vilja harva dalarnar eftir tær!

7
Dániel 4:33 Dániel

Í somu stund gekk hetta orðið út á Nebukadnezar: Hann varð rikin burtur frá menniskjunum og át urtir sum neytini; og av døgg himmalsins varð kroppur hansara vátur, inntil hár hansara vaks og varð sum arnarfjarðar, og neglir hansara vórðu sum fuglakløur.

5
Triðja Mósebók 1:16 Triðja Mósebók

So skal hann taka kjósina út við gorinum, sum í henni er, og blaka hana á øskudungan eystan fyri altarið.

3
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir

Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.

2
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir

Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;

2
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir

Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.

2
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir

Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.

2
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir

Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.

2
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir

Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.

2