fjasrós
35 versir um "fjasrós"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 29:5 Orðtøkini
Tann, ið smikrar fyri næsta sínum, leggur út net fyri fót hansara.
Orðtøkini 26:24 Orðtøkini
Hin hatski hyklar við vørrunum, men í hjartanum goymir hann svik.
Orðtøkini 26:25 Orðtøkini
Trúgv honum ikki, táið hann ger seg blíðmæltan, tí sjey andstygdir eru í hjarta hansara!
Orðtøkini 26:26 Orðtøkini
Hin hatski fjalir seg í sviki, men óndskapur hansara verður opinberur í samkomuni.
Orðtøkini 26:27 Orðtøkini
Tann, ið grevur grøv, skal falla í hana, og tann, ið rullar upp stein, skal hann rulla aftur á.
Orðtøkini 26:28 Orðtøkini
Lygitungan hatar tann, ið hon hevur sorað sundur, og falskur muður voldir fall.
Orðtøkini 28:23 Orðtøkini
Tann, ið hevur at einum, skal eftirsíðani verða betur kendur enn tann, ið hevur sleiska tungu.
Job 32:21 Job
Eg skal ongan mannamun gera og ongum sleiska fyri;
Job 32:22 Job
tí at sleiska, tað fáist eg ikki við – skjótt hevði tá skapari mín rykt meg burtur!“
Rómverjabrævið 16:18 Rómverjabrævið
Tí slík tæna ikki Harra okkara Kristusi, men sínum egna búki; og við søtum orðum og fagrari talu dára tey hjørtu hinna einfaldu.
Sálmarnir 5:9 Sálmarnir
HARRI, leið meg í rættvísi Tíni, fyri teirra skuld, sum eru eftir mær, ger veg Tín slættan fyri mær!
Sálmarnir 12:3 Sálmarnir
Tey tala lygn, hvør við næsta sín; við følskum vørrum, við tvísintum hjarta tala tey.
Fyrra Tessalonikabrævið 2:1 Fyrra Tessalonikabrævið
Tit vita jú sjálvir, brøður, at inngongdin, ið vit fingu hjá tykkum, varð ikki til einkis.
Fyrra Tessalonikabrævið 2:2 Fyrra Tessalonikabrævið
Nei, tóat vit, sum tit vita, høvdu liðið ilt frammanundan og vóru illa viðfarnir í Filippi, fingu vit tó dirvi í Gudi okkara at tala evangelium Guds til tykkara undir miklum stríði.
Fyrra Tessalonikabrævið 2:3 Fyrra Tessalonikabrævið
Tí prædika okkara er ikki útrunnin av sviki ella óreinsku, er ei heldur í falsi;
Fyrra Tessalonikabrævið 2:4 Fyrra Tessalonikabrævið
nei, eins og vit av Gudi eru hildnir tað verdir, at evangeliið er okkum trúgvið upp í hendur, so tala vit, ikki fyri at toknast menniskjum, men Gudi, sum roynir hjørtu okkara.
Fyrra Tessalonikabrævið 2:5 Fyrra Tessalonikabrævið
Tí aldri nakrantíð komu vit við smikrandi orðum – sum tit vita – ei heldur við skálkaskjóli fyri havisjúku – Gud er vitni!
Fyrra Tessalonikabrævið 2:6 Fyrra Tessalonikabrævið
Heldur ikki søktu vit æru frá menniskjum, hvørki frá tykkum ella frá øðrum, tóat vit sum ápostlar Kristusar væl kundu kravt æru.
Fyrra Tessalonikabrævið 2:7 Fyrra Tessalonikabrævið
Nei, vit vóru mildir millum tykkara. Eins og móðir, ið fløvar børn síni við bróstið,
Fyrra Tessalonikabrævið 2:8 Fyrra Tessalonikabrævið
so var tað okkum, av hjartans kærleika til tykkara, gleði at geva tykkum, ikki bert evangelium Guds, men okkara egna lív við; tí tit vóru vorðnir okkum kærir.
Fyrra Tessalonikabrævið 2:9 Fyrra Tessalonikabrævið
Tit minnast jú, brøður, stríð og møði okkara, hvussu vit, meðan vit prædikaðu evangelium Guds fyri tykkum, arbeiddu nátt og dag fyri ongum av tykkum at vera til byrði.
Fyrra Tessalonikabrævið 2:10 Fyrra Tessalonikabrævið
Tit eru vitni – og Gud við – hvussu heilagur, rættvísur og ólastandi atburður okkara var millum tykkara, sum trúgva.
Fyrra Tessalonikabrævið 2:11 Fyrra Tessalonikabrævið
Somuleiðis vita tit, hvussu vit ámintu hvønn og ein tykkara, eins og faðir børn síni, og løgdu tykkum á hjarta
Fyrra Tessalonikabrævið 2:12 Fyrra Tessalonikabrævið
og vitnaðu fyri tykkum, at tit máttu liva Gudi verdiga, sum kallaði tykkum til ríki Sítt og dýrd Sína.
Fyrra Tessalonikabrævið 2:13 Fyrra Tessalonikabrævið
Og tí takka vit eisini uttan íhald Gudi fyri, at táið orð Guds, sum vit prædikaðu, kom til tykkara, tóku tit við tí, ikki sum menniskjaorði, men sum orði Guds – sum tað sanniliga eisini er! – Tað vísir eisini kraft sína í tykkum, sum trúgva!
Fyrra Tessalonikabrævið 2:14 Fyrra Tessalonikabrævið
Tí tit, brøður, eru vorðnir eftirfylgjarar samkoma Guds í Judea, sum eru í Kristi Jesusi. Tit hava jú eisini liðið tað sama av tykkara egnu landsmonnum, sum tey hava liðið av Jødunum,
Fyrra Tessalonikabrævið 2:15 Fyrra Tessalonikabrævið
ið bæði drópu Harran Jesus og profetarnar, róku okkum út, ikki toknast Gudi og standa øllum menniskjum ímóti.
Fyrra Tessalonikabrævið 2:16 Fyrra Tessalonikabrævið
Teir forða okkum at tala fyri heidningunum, so teir kundu verðið frelstir; soleiðis fylla teir altíð syndamál sítt. Men vreiðin er til fulnar komin yvir teir.
Fyrra Tessalonikabrævið 2:17 Fyrra Tessalonikabrævið
Men vit brøður, sum stutta tíð hava verið skildir frá tykkum – útvortis, ikki í hjartanum – hava í stóra longsli okkara gjørt okkum tess meiri ómak at fáa andlit tykkara at síggja.
Fyrra Tessalonikabrævið 2:18 Fyrra Tessalonikabrævið
Tí vit hava havt í huga at koma til tykkara, eg, Paulus, bæði eina ferð og tvær ferðir; men Satan hevur forðað okkum.
Fyrra Tessalonikabrævið 2:19 Fyrra Tessalonikabrævið
Tí hvør er vón okkara, gleði okkara ella heiðurskransur okkara! – Eru ikki eisini tit tað fyri Harra okkara Jesusi í komu Hansara!
Fyrra Tessalonikabrævið 2:20 Fyrra Tessalonikabrævið
Tit eru jú heiður og gleði okkara.
Judasarbrævið 1:16 Judasarbrævið
Hetta eru tey, sum knarra og gremja seg um lut sín – og so liva tey eftir lystum sínum! Muður teirra talar hugmóðig orð, tóat tey fyri vinnings skuld smikra fyri fólki.
Orðtøkini 27:6 Orðtøkini
Trúføst eru vinarsløg, men trúleysir eru fíggindakossir.
Galatiabrævið 1:10 Galatiabrævið
Tali eg nú menniskjum til vildar ella Gudi! Ella royni eg at toknast menniskjum! Royndi eg at toknast menniskjum enn, so var eg ikki tænari Kristusar.