fjarstøðusambond
28 versir um "fjarstøðusambond"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 13:7 Fyrra Korintbrævið
hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.
Kolossibrævið 2:5 Kolossibrævið
Tí um eg so í holdinum eri fráverandi, eri eg tó í andanum hjá tykkum og gleðist við at síggja, hvussu gott skilið er hjá tykkum, og hvussu føst tit eru í trúnni á Kristus.
Fyrra Korintbrævið 13:4 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp;
Fyrra Korintbrævið 13:5 Fyrra Korintbrævið
hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa;
Fyrra Korintbrævið 13:6 Fyrra Korintbrævið
hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika;
Fyrsta Mósebók 31:49 Fyrsta Mósebók
og eisini Mizpa* – tí hann segði: „HARRIN skal halda vakt millum meg og teg, táið vit ikki longur síggja hvør annan!
Josva 1:9 Josva
Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“
Prædikarin 4:9 Prædikarin
Betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur, tí teir báðir fáa góða løn fyri strev sítt;
Prædikarin 4:10 Prædikarin
og um annar fellur, kann hin reisa felaga sín upp aftur. Men vanlukkuliga er hin einsligi staddur; tí fellur hann, er eingin at reisa hann upp aftur!
Prædikarin 4:11 Prædikarin
Somuleiðis, táið tveir sova saman, verða teir heitir; men hvussu kann hin einsligi verða heitur!
Prædikarin 4:12 Prædikarin
Og um so onkur kann vinna hann, ið einsamallur er, kunnu tveir standa seg ímóti honum; og trífaldur tráður er ikki so góður at slíta.
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Orðtøkini 3:7 Orðtøkini
Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast HARRAN og vík frá illum!
Orðtøkini 3:8 Orðtøkini
Tað skal vera likami tínum grøðing og geva nýggja megi í bein tíni.
Matteus 18:19 Matteus
Uppaftur sigi Eg tykkum: Verða tveir tykkara á jørðini samsintir um at biðja um okkurt – veri, hvat tað vera má – tað skal verða teimum givið av Faðir Mínum, sum í Himli er.
Filippibrævið 1:3 Filippibrævið
Eg takki Gudi mínum, hvørja ferð eg minnist tykkum;
Fyrsta Mósebók 2:24 Fyrsta Mósebók
Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.
Fimta Mósebók 24:5 Fimta Mósebók
Táið maður nýliga hevur tikið sær konu, skal hann ikki fara við í bardaga, og ei heldur skulu aðrar byrðar av nøkrum slagi leggjast á hann; hann skal vera fríur eitt ár, húsi sínum til gagn og konu síni, sum hann hevur tikið sær, til gleði.
Orðtøkini 13:12 Orðtøkini
At vænta leingi ger hjartað sjúkt, men uppfylt ynski er lívsins træ.
Hásongurin 3:1 Hásongurin
„Á legu míni um náttina leitaði eg eftir honum, ið sál mín elskar; eg leitaði, men fann hann ikki.
Hásongurin 3:2 Hásongurin
[Tá segði eg:] „Eg skal fara upp og ganga um í staðnum, á gøtunum og torgunum; eg skal leita eftir honum, ið sál mín elskar!“ – Eg leitaði, men fann hann ikki.
Hásongurin 3:3 Hásongurin
Vaktararnir, sum ganga um í staðnum, hittu meg. [Eg segði við teir:] „Hava tit sæð hann, ið sál mín elskar?“
Hásongurin 3:4 Hásongurin
Eg var ikki meir enn farin frá teimum, tá fann eg hann, ið sál mín elskar; eg tók í hann og slepti honum ikki, fyrrenn eg hevði fingið hann inn í hús móður mínar, inn í kamar hennara, sum føddi meg.
Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Jeremias 32:27 Jeremias
Eg eri HARRIN, Gud als holds – skuldi nakað verið Mær ov undurfult!
Habakkuk 2:3 Habakkuk
Tí enn má sjónin bíða eftir tíð síni; men hon gongur við skundi móti endanum og lýgur ikki. Um hon so drálar, bíða eftir henni! Tí koma skal hon, tað skal ikki svitast.
Lukas 18:1 Lukas
Hann setti teimum fram líknilsi um tað, at tey skuldu altíð biðja og ikki troyttast.