Fitisongur

7 versir um "Fitisongur"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 6:26 Matteus

Hyggið at fuglum himmalsins! Teir sáa ikki, teir heysta ikki, teir savna ikki í løður, og himmalski Faðir tykkara føðir teir. Eru tit ikki mangan meiri verdir enn teir!

8
Matteus 10:29 Matteus

Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein smápening! Og hvørgin teirra fellur til jarðar, uttan Faðir tykkara vil.

7
Fyrra Pætursbrævið 5:7 Fyrra Pætursbrævið

Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.

3
Matteus 10:30 Matteus

Á tykkum eru enntá øll hárini á høvdinum tald.

2
Matteus 10:31 Matteus

Verið tí ikki ræddir! Tit eru meiri verdir enn mangir spurvar.

2
Lukas 12:6 Lukas

Verða ikki fimm spurvar seldir fyri tveir smápeningar! Og ikki ein teirra er gloymdur hjá Gudi.

2
Lukas 12:7 Lukas

Ja, um tað so eru hárini á høvdi tykkara, eru tey øll tald. Óttist ikki! Tit eru meiri verdir enn nógvir spurvar.

2