fiskur
12 versir um "fiskur"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 13:47 Matteus
Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt nót, sum sett verður í sjógvin og savnar fisk av øllum sløgum.
Fyrsta Mósebók 1:28 Fyrsta Mósebók
Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!“
Prædikarin 9:12 Prædikarin
Tí menniskjað veit líka lítið tíð sína sum fiskarnir, ið koma fastir í vanlukkugarnið, ella fuglarnir, ið koma fastir í snerruna; sum teir, so koma eisini menniskjabørnini føst á óndari tíð, táið hon knappliga fellur á tey.
Ezekiel 29:4 Ezekiel
– Eg skal høgga krókar í kjálkar tínar og lata fiskarnar í streymum tínum hanga fastar uppi í skølum tínum; og Eg skal draga teg upp úr streymum tínum, bæði teg og allar fiskarnar í streymum tínum, sum hanga fastir uppi í skølum tínum.
Ezekiel 47:10 Ezekiel
Fiskimenn skulu standa við havið* úr En-Gedi til En-Eglajim; tað skal vera stað at seta nót út; har skal vera ógvuliga nógvur fiskur av ymiskum sløgum, eins og í Stórahavi.
Matteus 4:19 Matteus
Hann segði tá við teir: „Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!“
Fjórða Mósebók 11:22 Fjórða Mósebók
Er tá so nógv av smáfæi og neytum at drepa til teirra, at tað kann røkka til! Ella skal allur fiskurin í sjónum verða savnaður saman til teirra, so tað kann røkka til!“
Sálmarnir 105:29 Sálmarnir
Hann gjørdi vøtn teirra til blóð og drap fisk teirra.
Ezekiel 38:20 Ezekiel
Fiskarnir í sjónum, fuglarnir undir himli, dýrini á markini, øll skriðdýr, ið á jørðini skríða, og øll menniskju, ið á jørðini búgva, skulu skelva fyri ásjón Míni, og fjøllini skulu detta umkoll, hamrarnir skulu rapla niður, og hvør múrur skal falla til jarðar.
Ezekiel 47:9 Ezekiel
Allir livandi skapningar, ið rørast, allastaðni har dupultáin kemur, skulu liva, og fiskurin skal nørast í stórum; tí táið hetta vatn kemur hagar, verður heilsubót og lív, allastaðni har áin kemur.
Matteus 17:27 Matteus
Men fyri at vit skulu ikki verða teimum til ástoyt, so far oman at vatninum og kasta út ongul, og tak fyrsta fisk, ið á kemur! Táið tú letur sundur munn hansara, skalt tú finna stater; tak hann og gev teimum hann fyri Meg og teg!“
Jóhannes 21:13 Jóhannes
Jesus kom tá og tók breyðið og gav teimum tað, somuleiðis fiskin.