føðingarsmortar

19 versir um "føðingarsmortar"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 3:16 Fyrsta Mósebók

Við kvinnuna segði Hann: „Eg skal lata teg líða stóra trongd, táið tú verður við barn; við pínu skalt tú eiga børn. Men til mann tín skal trá tín vera, og hann skal ráða yvir tær.“

10
Jóhannes 16:21 Jóhannes

Táið kvinnan eigur, hevur hon sorg, tí tími hennara er komin; men táið hon hevur átt barnið, minnist hon ikki longur angist sína av gleði um, at menniskja er borið í heim.

8
Esaias 26:17 Esaias

Sum hon, ið er við barn og hevur fingið ilt, ringist og gevur seg í verkjunum, so var við okkum fyri ásjón Tíni, HARRI!

7
Fyrra Tessalonikabrævið 5:3 Fyrra Tessalonikabrævið

Táið tey siga: „Friður og eingin vandi!“ – tá kemur bráður undirgangur á tey, eins og verkir á barnakonu, og tey skulu als ikki sleppa undan.

7
Jeremias 22:23 Jeremias

Tú, ið býrt á Libanon, sum hevur reiður títt í sedristrøum – sum tú fert at geva teg, táið kvalir koma á teg, verkir sum á kvinnuna, ið eigur barn!

6
Mika 4:9 Mika

Hví rópar tú nú so hart? Er tá eingin kongur í tær? Er ráðgevari tín burtur, síðani verkir eru komnir á teg sum á barnakonu?

6
Mika 4:10 Mika

Ja, væl mást tú ringjast og geva teg, dóttir Zion, sum barnakona! Tí nú noyðist tú at fara út úr býnum og búgva úti á markini, og tú skalt koma líka til Bábel; har skalt tú verða bjargað; har skal HARRIN loysa teg úr hondum fígginda tína.

6
Rómverjabrævið 8:22 Rómverjabrævið

Vit vita jú, at allur skapningurin tilsamans suffar og hevur verkir líka til nú.

6
Esaias 66:7 Esaias

Áðrenn hon* fekk ilt, átti hon; áðrenn verkirnir komu á hana, hevur hon átt drong.

5
Esaias 66:8 Esaias

Hvør hevur hoyrt slíkt! Hvør hevur sæð tess líka! Verður land borið í heim eftir einum degi! Verður tjóð fødd eftir eini løtu! – síðani Zion átti børn síni, við tað sama sum hon fekk ilt.

5
Jeremias 4:31 Jeremias

Tí eg hoyri róp sum frá kvinnu í barnsneyð, angistróp sum frá kvinnu, ið eigur barn fyrstu ferð; tað er dóttir Zion, ið rópar; hon gevur seg, hon rættir út hendurnar og sigur: „Vei mær! Sál mín liggur undir fyri teimum, ið myrða.“

4
Jeremias 6:24 Jeremias

Vit hava hoyrt tíðindini um tað, og hendur okkara mistu alla megi; angist er fallin á okkum, pína sum á kvinnuna, ið eigur.

4
Hoseas 13:13 Hoseas

Verkir skulu koma á hann sum á barnakonu. Hann er óvísur sonur; táið stundin er, kemur hann ikki fram í burðarliðin.

4
Galatiabrævið 4:19 Galatiabrævið

Børn míni, sum eg nú aftur føði við kvølum, inntil Kristus er vorðin sjónskur í tykkum!

4
Opinberingin 12:2 Opinberingin

Hon var við barn og rópti í barnsneyð og føðingarverkjum.

4
Esaias 13:8 Esaias

Tey ræðast; verkir og kvalir grípa tey; sum kvinnan, ið føðir, ringjast tey; full av angist stara tey hvørt upp á annað; andlit teirra eru eldreyð.

3
Matteus 24:8 Matteus

Men alt hetta eru hinir fyrstu verkirnir.

3
Jeremias 49:24 Jeremias

Damaskus er mótfallið; tað vendir sær til at flýggja; ræðsla hevur gripið tað; angist og verkir hava gripið tað, sum kvinnuna, ið hevur fingið ilt.

2
Jeremias 50:43 Jeremias

Bábelskongur hevur fingið tíðindi um teir, og hendur hansara eru máttleysar; angist hevur gripið hann, kvalir, sum kvinnuna, ið eigur barn.

2