føðing
26 versir um "føðing"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 3:16 Fyrsta Mósebók
Við kvinnuna segði Hann: „Eg skal lata teg líða stóra trongd, táið tú verður við barn; við pínu skalt tú eiga børn. Men til mann tín skal trá tín vera, og hann skal ráða yvir tær.“
Jóhannes 16:21 Jóhannes
Táið kvinnan eigur, hevur hon sorg, tí tími hennara er komin; men táið hon hevur átt barnið, minnist hon ikki longur angist sína av gleði um, at menniskja er borið í heim.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:15 Fyrra Timoteusarbrævið
Men hon skal verða frelst gjøgnum barnaføðing sína, so satt sum tær verða verandi í trúgv, kærleika og heilagleika við siðprýði.
Fyrsta Mósebók 1:28 Fyrsta Mósebók
Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!“
Triðja Mósebók 12:1 Triðja Mósebók
HARRIN talaði við Móses og segði:
Triðja Mósebók 12:2 Triðja Mósebók
„Tala við Ísraelsmenn og sig: „Táið kvinna verður við barn og eigur drong, so skal hon vera órein í sjey dagar; líka nógvar dagar sum táið hon hevur mánasjúku sína, skal hon vera órein.
Triðja Mósebók 12:3 Triðja Mósebók
Áttanda dagin skal yvirhúð barnsins verða umskorin.
Triðja Mósebók 12:4 Triðja Mósebók
Síðani skal hon halda seg inni í 33 dagar, meðan hon hevur reinsanarblóð sítt; hon má einki heilagt nema við og ikki koma í halgidómin, fyrrenn reinsanartíð hennara er at enda.
Triðja Mósebók 12:5 Triðja Mósebók
Men er tað gentu, ið hon eigur, skal hon í tvær vikur vera órein, sum táið hon hevur mánasjúku sína, og síðani skal hon halda seg inni í 66 dagar, meðan hon hevur reinsanarblóð sítt.
Triðja Mósebók 12:6 Triðja Mósebók
Táið reinsanartíð hennara er at enda, skal hon, bæði táið hon hevur átt son, og táið hon hevur átt dóttur, koma við veturgomlum seyði til brennioffur og dúvuunga ella turtildúvu til syndoffur; hon skal koma við tí fyri dyr samkomutjaldsins, til prestin;
Triðja Mósebók 12:7 Triðja Mósebók
og presturin skal ofra tað fyri ásjón HARRANS og gera bót fyri hana; so verður hon rein eftir blóðtap sítt. – Hetta er lógin um kvinnu, ið eigur barn, tað veri nú drong ella gentu.
Triðja Mósebók 12:8 Triðja Mósebók
Men hevur hon ikki ráð at ofra seyð, so skal hon taka tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar, annan fuglin til brennioffur og annan til syndoffur; og presturin skal gera bót fyri hana; so verður hon rein.““
Esaias 26:17 Esaias
Sum hon, ið er við barn og hevur fingið ilt, ringist og gevur seg í verkjunum, so var við okkum fyri ásjón Tíni, HARRI!
Esaias 26:18 Esaias
Vit vóru við barn, vit ringdust; men táið vit áttu, var tað einki uttan vind; onga frelsu fingu vit landinum, og eingin heimsbúgvi varð føddur.
Jeremias 1:5 Jeremias
„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“
Rómverjabrævið 8:22 Rómverjabrævið
Vit vita jú, at allur skapningurin tilsamans suffar og hevur verkir líka til nú.
Sálmarnir 139:13 Sálmarnir
Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Sálmarnir 139:15 Sálmarnir
Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.
Sálmarnir 139:16 Sálmarnir
Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.
Sálmarnir 127:3 Sálmarnir
Børn eru gáva HARRANS, lívsfrukt er løn.
Sálmarnir 127:4 Sálmarnir
Sum pílar í hond hins veldiga kappa eru synir, ið ein fær í ungdóminum.
Sálmarnir 127:5 Sálmarnir
Lukkuligur er tann maður, ið hevur pílahúsan fullan av teimum; teir verða ikki til skammar, táið teir tala við fíggindar í portrinum.
Esaias 9:6 Esaias
Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi.
Esaias 44:2 Esaias
So sigur HARRIN, sum skapti teg og úr móðurlívi myndaði teg – Hann, sum hjálpir tær: Óttast ikki, Jákup, tænari Mín, Jesurun*, sum Eg havi útvalt!
Jákupsbrævið 1:17 Jákupsbrævið
Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.