filosofi

46 versir um "filosofi"

Versir

Síða 1 av 1
Kolossibrævið 2:8 Kolossibrævið

Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!

16
Job 28:1 Job

„Silvurið hevur jú stað sítt, og gullið, ið reinsað verður, stað, har teir finna tað;

14
Job 28:2 Job

jarn verður tikið úr jørðini, og steinur verður bræddur til kopar.

14
Job 28:3 Job

Teir gera enda á myrkrinum, og inn í hinar innastu krókar granska teir steinarnar, sum liggja í svarta myrkrinum.

14
Job 28:4 Job

Teir spreingja gong langt burtur frá bústaði manna; har eru teir, gloymdir, djúpt undir fótum menniskjanna; har hanga teir í lofti, langt burtur frá menniskjum.

14
Job 28:5 Job

Upp av jørðini veksur breyð, men innan í henni verður alt bóltað um sum av eldi.

14
Job 28:6 Job

Safirurin hevur bústað sín í steinum hennara, og gullkorn eru at finna har.

14
Job 28:7 Job

Eingin rovfuglur kennir leiðina hagar, einki falkaeyga hevur sæð hana;

14
Job 28:8 Job

stolt villdýr hava ikki stigið hana, eingin leyva hevur gingið hana.

14
Job 28:9 Job

Á harða steinin leggja teir hond, heil fjøll koyra teir av grund.

14
Job 28:10 Job

Inn í fjøllini spreingja teir sær gongir, og alt dýrabart fáa teir at síggja.

14
Job 28:11 Job

Teir byrgja fyri vatnsræsunum, ið dryppa, og duldar skattir fáa teir fram í ljósið.

14
Job 28:12 Job

Men vísdómurin – hvar er hann at finna? Og hvar hevur vitið bústað sín?

14
Job 28:13 Job

Menniskjað kennir ikki virði hansara, og hann finst ikki í landi teirra, sum liva.

14
Job 28:14 Job

Djúpið sigur: „Í mær er hann ikki!“ Og havið sigur: „Hann er ikki hjá mær!“

14
Job 28:15 Job

Hann fæst ikki fyri fínasta gull, fyri silvur kann hann ikki keypast;

14
Job 28:16 Job

ei verður hann goldin við ofirgulli, ikki við dýrum sjóamsteini og safiri;

14
Job 28:17 Job

gull og glas koma ikki upp ímóti honum, hann fæst ikki í býti fyri íløt av fínum gulli;

14
Job 28:18 Job

krystall og korallar – ikki at tala um, og at eiga vísdóm er meiri enn perlur;

14
Job 28:19 Job

topasurin úr Etiopia kemur ikki upp ímóti honum, og hann verður ikki goldin við reinasta gulli.

14
Job 28:20 Job

Ja, vísdómurin – hvaðani kemur hann? Og hvar hevur vitið bústað sín?

14
Job 28:21 Job

Hann er duldur fyri eygum alra teirra, ið liva, og fjaldur fyri fuglum himmalsins.

14
Job 28:22 Job

Avgrundin og deyðin siga: „Bert tíðindi um hann eru komin okkum fyri oyru!“

14
Job 28:23 Job

Gud, Hann veit vegin til hansara, og Hann veit, hvar hann hevur bústað sín;

14
Job 28:24 Job

tí Hann skoðar heilt til endar jarðarinnar, alt undir himli sær Hann.

14
Job 28:25 Job

Táið Hann vigaði vindin á vekt og máldi vatnið í máli,

14
Job 28:26 Job

táið Hann setti regninum lóg og snarljósinum veg,

14
Job 28:27 Job

tá sá Hann vísdómin og opinberaði hann, tá læt Hann hann stíga fram og granskaði hann út.

14
Job 28:28 Job

Og Hann segði við menniskjað: „At óttast Harran – tað er vísdómur, og at skýggja hitt illa – tað er vit!““

14
Fyrra Korintbrævið 2:13 Fyrra Korintbrævið

Tað tala vit eisini um, ikki við orðum, ið menniskjaligur vísdómur lærir, men við orðum, ið Andin lærir, táið vit týða hitt andaliga við andaligum orðum.

4
Fyrra Timoteusarbrævið 6:20 Fyrra Timoteusarbrævið

Á, Timoteus! Varðveit tað, sum tær er litið upp í hendur, og vend tær burt frá hinum vanheilaga, tóma tosi og mótstøðu „kunnskaparins“ – sum tað av órøttum verður kallað,

3
Titusarbrævið 3:9 Titusarbrævið

Men býttligum trætum og ættartølum og kjaki og klandri um lógina skalt tú halda teg frá – tey eru nyttuleys og tóm.

3
Titusarbrævið 3:10 Titusarbrævið

Menniskja, sum gongur við rangari læru, skalt tú vísa frá tær, táið tú hevur ámint hann einaferð og einaferð aftrat,

3
Orðtøkini 25:2 Orðtøkini

Gudi er tað heiður at dylja mál, men kongum er tað heiður at granska mál.

2
Ápostlasøgan 17:18 Ápostlasøgan

Eisini nakrir av hinum epikursku og stoisku vísdómslærarunum góvu seg í orðaskifti við hann; summir søgdu: „Hvat er tað, hatta møsnið sigur?“ Men summir søgdu: „Hann tykist at vera ein, ið boðar útlendskar gudar!“ – av tí at hann kunngjørdi evangeliið um Jesus og uppreisnina.

2
Fyrra Korintbrævið 1:21 Fyrra Korintbrævið

Tí við tað at heimurin við vísdómi sínum kendi ikki Gud í vísdómi Hansara, líkaði tað Gudi – við dárskapi prædikunnar – at frelsa tey, sum trúgva.

2
Fyrra Korintbrævið 2:1 Fyrra Korintbrævið

Táið eg tá kom til tykkara, brøður, kom eg ikki sum meistari í talu ella vísdómi, táið eg kunngjørdi tykkum vitnisburð Guds.

2
Fyrra Korintbrævið 2:2 Fyrra Korintbrævið

Tí eg setti mær fyri, einki at vita millum tykkara uttan Jesus Kristus, og Hann krossfestan.

2
Fyrra Korintbrævið 2:3 Fyrra Korintbrævið

Og eg var hjá tykkum í veikleika, ótta og miklari bivan.

2
Fyrra Korintbrævið 2:4 Fyrra Korintbrævið

Tala mín og prædika mín var ikki við yvirtalandi vísdómsorðum, men prógvað av Anda og kraft,

2
Fyrra Korintbrævið 2:5 Fyrra Korintbrævið

fyri at trúgv tykkara skuldi ikki vera grundað á menniskjavísdómi, men á kraft Guds.

2
Fyrra Korintbrævið 2:6 Fyrra Korintbrævið

Vísdóm tala vit tó millum hini fullkomnu, men vísdóm, ið ikki er av hesum heimi, ei heldur av harrunum í hesum heimi, teimum, ið verða til einkis.

2
Fyrra Korintbrævið 2:7 Fyrra Korintbrævið

Nei, vit tala vísdóm Guds, hin loynda, sum duldur var, og sum Gud frammanundan, frá ævigum tíðum, hevði ætlað okkum til dýrd.

2
Fyrra Korintbrævið 2:8 Fyrra Korintbrævið

Henda vísdóm hevur eingin av harrunum í hesum heimi kent; tí kendu teir hann, høvdu teir ikki krossfest Harra dýrdarinnar.

2
Fyrra Korintbrævið 2:9 Fyrra Korintbrævið

Vit tala – sum skrivað er – „tað, sum einki eyga hevur sæð, og einki oyra hoyrt, og sum ikki er komið upp í hjarta nakars menniskja – tað, sum Gud hevur gjørt teimum til reiðar, sum elska Hann.“

2
Fyrra Korintbrævið 2:10 Fyrra Korintbrævið

Men okkum hevur Gud opinberað tað við Anda Sínum. Andin rannsakar jú alt, eisini dýpdir Guds.

2